Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Samrøða Kvinnuligur stjóri í mannfólkaverð – Mín uppliving er, at tað er so ómetaliga gott, at bæði kynini eru umboðað á einum arbeiðsplássi, sigur 52 ára gamla Ulla Joensen, stjóri í Elektron H vussu flytur tú teg úr einum staði í eitt annað? Hvat er tað, sum skump­ ar undir hvørt fet fram á leið­ini móti dreyminum um ætlaðu starvs­ leið­ina og góða lívið? Svarini eru mong, men hjá 52 ára gomlu Ullu Joen­sen, stjóra í stóru føroysku KT fyritøkuni Elektron, er svarið greitt. – Mamma og pápi vórðu skild, tá eg var lítil. Mað­ur­in, sum mamma síðani giftist við, drakk illa og var harð­ ligur. Tí havi eg ongantíð viljað verið fíggjarliga bund­in at nøkrum øðrum menniskja, sigur Ulla Joensen er­liga, tá hon hugleiðir um lívsleiðina frá barndómi sín­um í Oyndarfirði, Handilsskúla í Havn, víðari lestri í Norð­ ur­noregi og Danmark, arbeiðsroyndum í Danmark og Før­oyum og javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum – ja, um ambi­tiónir og motivatión. – Tað liggur so djúpt í mær frá barnsbeini av, og tað ger eisini, at eg ofta taki avgerðir uttan at taka mannin uppí. Tað er heilt sikkurt strævið hjá honum viðhvørt at vera mað­ur mín, tí í mínum yvirlivingarinstinkti frá barni av, er júst hatta at hava brúk fyri øðrum nakað, eg ikki dugi so væl at vísa, greiðir hon frá. Kvinnuligur stjóri í mannfólkaverð – Varð eg spurd í 2016, um eg vildi vera stjóri í Elektron, hevði eg nokk biðið nevndina funnið ein annan, sigur 52 ára Ulla Joensen úr Oyndarfirði um tíðina fyri, at hon varð sett í starv sum stjóri í KT-fyritøkuni Elektron. Men tað er ikki tí, hon ikki megnar uppgávuna. – Eg eri sjálvatfinningarsom, sum so nógvar aðrar kvinn­ur, og tí vil eg ofta vera vís í, at eg megni uppgávuna, áðr­enn eg takki ja. – Eg ivist tó í, um ein kvinnuligur stjóri er øðrvísi enn ein mannligur stjóri. Tað eru somu avgerðir, sum skulu tak­ast. Dugir stjórin at taka atlitini, sum leiðararnir koma við, eru avgerðirnar tiknar í breiðum høpi, líkamikið um tað er ein maður ella kvinna, sum situr í starvinum, sigur hon. – Kvinnuligir stjórar fáa tó fleiri spurningar um heima­ við­urskifti, enn mennirnir fáa. Mannligir stjórar verða ikki spurdir, hvussu teir náa at heinta børnini, vaska húsini og gera mat. Hví verða teir ikki spurdir um tað, spyr hon. Og í svari til sín egna spurning, sigur hon kvikliga, at arbeiðsuppgávan ikki er øðrvísi fyri kvinnur enn menn. Tað er hugvekjandi, at vit leggja mentanararvin á kvinn— urn­ar og ikki á mennirnar. Og vit gera tað enn í dag. – Tá eg verði spurd, hvussu eg fái alt at ganga upp, tí eg bæði skal vaska klæðir, hús og gera mat, hugsi eg, okay, skal eg tað? Tað ger maðurin eisini! Vit leggja nógv á kynini, sum faktiskt ikki er har, staðfestir hon eisini. – Eg eri stjóri, og maðurin arbeiðir sum fíggjarleiðari. Vit røkja bæði húsligu uppgávurnar heima, og tað hevði ikki verið meira natúrligt enn tað sama, sigur hon. KT heimurin er í høvuðsheitum ein mannfólkaverð. Á Elektron eru 66 starvsfólk, og av hesum eru 12 kvinnur. – Mín uppliving er, at tað er so ómetaliga gott, at bæði kynini eru umboðað á einum arbeiðsplássi, sigur hon. – Altso, man skal ansa eftir ikki at generalisera, men mínar royndir eru, at menn eru rættiliga líkatil og logiskir, leggur hon aftrat. – Tað er eitt sindur sum maskinmeistarar og stýrimenn, sigur hon skemtiliga og leggur aftrat, at maskinmeistarin ger sítt arbeiði uttan viðmerkingar, og er hann ónøgdur, so veit man tað ikki, fyrr enn hann er farin. Ein stýrimaður ger síni ting, men man skal nokk fáa at vita alla tíðina, hvat hann er nøgdur og ónøgdur við. – Kvinnurnar levera allan pakkan, og mennirnir levera sítt arbeiðspotentiali. Er so knappliga okkurt annað enn ar­beiðsuppgávan, sum fyllir hjá einum manni, tykist tað tyngri hjá honum at seta orð á, enn tað ger hjá eini kvinnu til dømis. Men tað er eingin munur í at leiða í ar­beiðsuppgávum, sigur hon. – Hetta liggur í mentanini. Soleiðis eru vit uppald. Eg síggi eisini hendan munin her á arbeiðsplássinum hjá okk­ um, staðfestir hon. Hon heldur tó ikki, at tað ávirkar starvsfólkið, um stjór­in er maður ella kvinna – bara tey fáa loyst sínar upp­gávur. – Men eg haldi ikki, at samfelagið á sama hátt er klárt til at staðfesta, at tað er líkamikið, um stjórin er maður ella kvinna. Vit góðtaka skjótari menn sum stjórar. Tá tal­ an er um kvinnur, seta vit spurnartekin við, hvør kvinuligi stjór­in er, og hvørjar førleikar hon hevur. Hetta vil eg feg­ in seta orð á og gera fólk varug við, staðfestir Ulla Joensen sann­førd. Stjórin í stóru KT fyritøkuni Elektron, Ulla Joensen er 52 ára gomul. Hon er klók, smílandi, vinalig, og so dámar henni væl at tosa. Og hon hevur nógvar meiningar. Sum hon sjálv sigur, so reflekterar hon, meðan hon tosar, og tað eru ikki øll, sum dáma tað. – Serliga mennirnir halda tað vera heilt óluksáliga irrit­ erandi viðhvørt, flennir hon og leggur aftrat, at hon veit, hvørjar menn hon kann tosa við, meðan hon hugsar, og hvørjar hon skal tosa við, eftir at hon hevur hugsað seg um. Barna- og ungdómsárini Ulla Joensen kemur úr einari stórari familju – mamma Ullu hevði 13 systkin, og Ulla og yngsta mostir hennara eru javngamlar. Sjálv er hon tó einabarn. Hon flutti við for­eldrum sínum úr Danmark til Føroya at búgva, tá hon var smágenta og flutti tá í eini gomul hús í Oyndarfirði. Hon minnist smílandi og afturlítandi á barnaárini í Oynd­arfirði, har mammurnar vóru heima, børnini spældu nógv úti, og bygdarfólkið helt saman – og so var tað ser­staka tíðin, tá sjónvarpið kom til bygdina. Fyrst í áttatiárunum tóku bygdarfólk parabolir inn og fóru at gera egið sendinet, og øll bygdin luttók í at seta an­tennu upp á einum fjalli, so oyndfirðingar kundu mót­ taka sjónvarpið úr Havn. – Tað var ein kollvelting, og øll bygdin – bæði børn og »Tá eg verði spurd, hvussu eg fái alt at ganga upp, tí eg bæði skal vaska klæðir, hús og gera mat, hugsi eg, okay skal eg tað? Tað ger maðurin eisini« TEKSTUR ANNIKA KUNOY IM MYND ÁLVUR HARALDSEN