Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 »Tað er ótrúligt, hvussu nógv vit menniskju megna, tá ið á stendur« vaks­in – savnaðust í einari stovu í bygdini og hugdu at sjón­varpi. Eg minnist, at vit børn sluppu at vera har, um vit sótu pinnastill, flennir hon. – Men, eg minnist eisini, at bygdin byrjaði at minka frá tí, at eg var á leið 10 ár. Bygdin syndrast eitt sindur tá, sigur hon. Tá Ulla var 16 ára gomul, flytir hon til Havnar við mammu og yngstu mostur síni, har Ulla og mosturin fara á Handils­skúla. Tá hevði Ulla ætlanir um onkursvegna at ar­beiða í fiskivinnuni. – Føroyski búskapurin koyrdi við fullari ferð tá, og bank­arnir vóru í skúlanum fyri at skaffa sær lærligar. Bæði eg og mostur mín søktu í Føroya Banka og fóru at læra har, greiðir hon frá. Árini uttanlands Síðst í 1985 møtir Ulla manni sínum, Ingolfi Joensen, og hó­ast bæði eru úr Oyndarfirði, kendust tey ikki ordiliga framm­anundan, tí Ingolf er fimm ár eldri enn Ulla. Men tey finna saman, og í 1989 flyta tey til Norðurnoreg, har bæði fara undir lestur. Í Noregi vinna tey bæði sær eina útbúgving í fiskivinnubúskapi. – Har endaðu vit hond í hond og vóru onkursvegna glað fyri, at vit høvdu valt eina øðrvísi leið, enn tey flestu gjørdu tá, flennir hon. Tíðin í Norðurnorgi var serstøk. Norðmenn vóru eitt sindur ringir at koma inn á, men tá tú kemur at kenna teir, hevur tú eisini vinir fyri lívið, greiðir Ulla Joensen frá. – Vit hava vinir í Norðurnoregi enn í dag, leggur hon aftrat. Ulla og Ingolf høvdu ætlanir um at flyta heim aftur til Føroya eftir loknan lestur í Noregi, men tá tey vórðu liðug at lesa í 1992, vóru Føroyar í djúpastu kreppu, og einki var at fara heim til. – Tað kendist, sum vóru vit eygleiðarar og sóu, hvussu ræðuligt tað var fyri summi í Føroyum tá. Vit merktu kroysta hýrin, men sjálvi upplivdu vit ikki kreppuna, sigur hon. Tey valdu tá at fara til Ålborg at lesa víðari og tóku