Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 41

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 cand.merc. í altjóða virkisbúskapi á universitetinum har. – Hóast eg helt hesi árini vera sera strævin, meðan vit vóru lesandi, so hyggi eg aftur á tíðina nú og síggi, hvussu ómetaliga gott vit høvdu tað, sigur hon smílandi. Tey vórðu liðug at lesa í 1994 og høvdu tá avgjørt, at tey vildu vera í Danmark eina tíð og nema sær arbeiðs­ roynd­ir. Ulla Joensen fekk starv í Fiskaríbankanum í Keyp­ manna­havn. – Eg hevði meira skil fyri fiskivinnu enn nógv av teim­ um, sum arbeiddu á Fiskaríbankanum. Eg hevði tó ikki líka gott skil fyri lánsbrævalánum, sum Fiskaríbankin varð bygdur á. Tað var stuttligt, tí tá Fiskaríbankin fór til Jútlands og vesturstrondina at tosa við fiskimenn og reið­arar, fór eg altíð við. Tað var stuttligt at kunna taka vitan­ina úr Føroyum um fiskivinnuna við mær í starvið – har hevði eg ein fyrimun, tí eg kundi tosa við, og eg varð virðis­mett fyri ta vitanina, sigur hon. – Ta tíðina vóru Føroyar – sum næstan vóru farnar á húsa­gang – á breddanum og millum danir, sum annars ikki vistu nógv um Føroyar, varð nógv tosað um Føroyar og før­oyska samfelagið ta tíðina, sigur hon. Tvey verða fimm Tá Ulla hevði starvast í Fiskaríbankanum í trý ár, varð hon við barn. Hon kemur til Føroyar í summarfrí, og har fer hon í skannaran á Landssjúkrahúsinum. – Har fáa vit at vita, at eg gangi við tríburum. Øll rund­ an um okkum eru ordiliga glað, men sjálvi skilja vit tað ikki, greiðir hon frá. Ulla og Ingolf keypa eini gomul hús í Danmark, og kom­andi tíðin snúði seg um at fáa praktisku viðurskiftini í ord­an, og húsini sett í stand, áðrenn tvær gentur og ein drong­ur komu í november í 1998. – Fyrsta árið við tríburunum var øgiliga hart sálarliga, sigur Ulla Joensen. Hon greiðir frá, at hon hevði fingið at vitað, at tað fór at verða strævið at ansa eftir trimum nýføðingum, skifta blæur, geva teimum mjólk, leggja tey at sova og alt annað praktiskt. Men soleiðis upplivdi hon tað als ikki. Tað prakt­iska kundi hon skipa, men tað sálarliga trýstið var møð­samt, tá hon ikki rakk til. – Tað sálarliga trýstið var tað harðasta, og eg minnist, at eg skuldi nógv til kommunulækna við teimum. Einaferð tosaði eg við læknan í telefonini, og hon man hava hoyrt, at eg var undir trýsti, tí í staðin fyri at biðja meg koma har, kom hon á heimavitjan hjá mær, sigur hon. Læknin spyr Ullu, hvussu hon hevur tað og staðfesti, at Ulla hevði tørv á praktiskari hjálp. Ein ung kvinna í donsku arbeiðsloysisskipanini kemur at hjálpa Ullu, og hóast hon einki veit um børn og ansing, er tað ein stór hjálp at fáa onkran annan í húsið eisini í nakr­ar mánaðir. – Eg mátti læra hana alt, men hon var hjá mær í átta mánaðir, og hon lærdi nógv og bleiv góð við børnini. Tað var ein lætti, at eg nú kundi fara ørindi og annað, uttan at eg skuldi taka trý smábørn við mær, sigur Ulla Joensen. – Tað er ótrúligt, hvussu nógv vit menniskju megna, tá ið á stendur. Í roynd og veru megna vit meir, enn vit halda. Eg haldi, at hetta er galdandi fyri øll fólk, sigur hon. Ulla Joensen var heima hjá tríburunum í 15 mánaðir, og tá hevði hon tørv á at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. – Eg minnist, at leiðarin segði mær, at tað var í lagi, um eg hevði tørv á niðursettari tíð, men eg minnist, hvussu tað næstan kendist, sum var eg í feriu, tá eg slapp til ar­ beið­is aftur, flennir hon. Tríburarnir hjá Ullu og Ingolf eru 21 ár í dag. Gent­ur­ nar eru í Danmark at lesa, og sonurin arbeiðir í Føroyum. – Tað hevur verið virkuliga stuttligt, og eg gerist glað nú, tá eg síggi, hvussu væl tey eru komin seg. Tað man hava gingið væl kortini tað heila, sigur hon brosandi. Elektron Í 2002 sær Ulla í einari lýsing, at føroyska KT fyritøkan Elektron søkir eftir fíggjar- og fyrisitingarleiðara. Hon søkir, fær starvið og familjan byrjar nýggju tilveruna heima í Føroyum. Í 2016 fer táverandi stjórin í Elektron frá, og Ulla verð­ ur sett sum fyribils stjóri, og sum hon búnast í leik­lut­in­ um, sær hon, at hetta megnar hon væl. »Varð eg spurd í 2016, um eg vildi verða stjóri í Elektron, hevði eg nokk biðið nevndina funnið ein annan« Samrøða