Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 BROYTTAR UMSTØÐUR KREVJA TILLAGINGAR Fyritøkan Leif Mohr hevur ment seg gjøgnum árini. 100 fólk arbeiða í konsernini í dsag nú hon er 85 á S íðasni 1935 hevur fyritøkan P/f Leif Mohr verið kend í Føroyum. Leif Mohr hevur fyrst og fremst virkað í elvinnuni, men seinnu árini er virkisøkið vaksið rættuliga nógv Umleið 100 fólk starvast í fyritøkuni, sum held­ur til á Hoyvíksvegi í Havn, mem hevur eisini verk­ stað aðrastaðni í bynum. Harafturat hevur fyritøkan ein handil á Kambsdali. Upprunaliga var fyritøkan sett á stovn sum tað fyrsta el­innleggiingarvirkið í Føroyum, men hon hevur eisini broytt seg og ment seg gjøgnum árini, sum samfelagið hevur ment seg. Meðan tað mesta tey fyrstu mongu árini snúði seg um vanligar elinnleggingar til sethús og fyritøkur, so er støðan mun­andi broytt. Nú er KT og stýringar sum heild, eins tórur partur av virk­seminum hja einari fyritøku, sum Leif Mohr. Bæði hjá tí almenna og hjá privatu vinnuni hevur tað sum eitur el flutt seg og er vorðin ein bresdiðari markn­ að­ur enn tað var. P/F Leif Mohr og LM Elecric hava flutt seg gjøgnum ár­ini og er í dag ein hátøkni fyritøka við førleikum, sum røkka mundandi longri enn til vanligar elinnleggingar. LM Electric stendur í stóran mun fyri handverks­part­in­ um í fyritøkuni – íroknað projektering og annað. Leif Mohr er handlarnir (handilsvirksemi), bygn­ing­ ar­nir og fyrisitingin av báður fyritøkunum. Leivur Holm er stjóri í P/f Leif Mohr, Pauli Hofgaard í LM Electric. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND: ÁLVUR HARALDSEN Við smáum 100 starvsfólkum eru Leif Mohr og LM Electric ein stórur spælari í føroysku elvinnuni og í handverkavinnuni RISASTÓR FYRITØKA SUM Pauli Hofgaard, stjóri í LM Electric