hósdagur 24. september 2020síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Samrøða
ARBEIÐIR KRING ALT LANDIÐ
S
jálvdan eru stór arbeiðir í gongd í Føroyum,
uttan at LM er millum arbeiðstakararnar.
Tey hava ikki altíð alt elarbeiðið, men tað
er ómetaliga sjáldan, at tær størstu verkætl
anirnar verða fraamdar uttan, at fyritøkan
við Hoyvíksvegin í Havn, er ein partur av
arbeiðnum.
Leif Mohr er í tveimum pørtum, men feløgini eru
undir somu lon og arbeiða tætt saman.
P/f Leif Mohr hevur handlarnar í Havn og í Kambsdali,
eigur allar bygningarnar og stendur fyri allari fyrisiting
hjá báðum feløgunum.
LM Electric stendur fyri handverkarapartinum, men
ger eisini verkætlanir og leggur til rættis, tá ið talan er um
størri verkætlanir.
- Vit kennast frá lestrartíðini í Keypmannahavn, sigur
Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr.
- Pauli Hofgaard hevði ætlanir um at flyta heim til Før
oyar um aldarskifið, men vildi fegin byrja fyri seg sjálvan
uppá onkran máta. Tað var grundin til, at vit settu LM
Electric á stovn, sum Pauli Hofgaard eigur 50 prosent
av og Leif Mohr hini 50 prosentini, sigur Leivur Holm.
Breið fyritøka
Tey flestu kenna helst best fyritøkuna gjøgnum
handlarnar, men ein ómetaliga stórur partur av virk
seminum gongur fyri seg gjøgnum LM Electric.
- Ja vit eru sum oftast partur av stórum verkætlanum,
men vit leggja eisini streym inn í nýggj hús, sigur Pauli
Hofgaard.
Hann sigur, at fyritøkan broytist, tí ein so stórur partur
av nýggjum verkætlanum eru nýmótans og har tøkni
spælir ein alt størri leiklut.
- Tað ger, at okkara fólk eru noydd at fylgja við og
menna seg á fleiri økjum, men tað haldi eg eisini vit hava
megnað at gera, leggur hann afturat.
Avbjóðinganar í vinnuni eru vorðnar meira breiðar.
Vitan telur ómetaliga nógv, tí tøknin mennist so skjótt.
- Í dag er ein elektrikari ikki bara ein elektrikari. Hann
er sjálvandi upplærdur í at duga gamla handverkið, men í
dag skal hann vita so ómetaliga nógv afturat fyri at kunna
ganga í fremstu røð, sigur Pauli Hofgaard.
Hendan gongdin hevur við sær, at neyðugt er at
dagføra vitanina hjá starvsfólkum ofta við eftirútbúgving
av ymiskum slag.
- Í Danmark er tað soleiðis, at innanfyri okkara fak eru
fýra útbúgvingar, meðan vit Sher í Føroyum hava eina
útbúgving.
- Hinvegin er hon sett soleiðis saman, at okkara fólk
fáa eina breiðari útbúgving. So tey duga eitt sindur av
hvørjum. So ger áhugin og evnini, at tey velja at menna
seg í serligum pørtum í fakinum, Hetta ger, at vit hava
ein starvsfólkahóp við nógvum fólki við servitan, hvør á
sínum øki, sigur Pauli Hofgaard.
Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr