hósdagur 24. september 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Stórar avbjóðingar at
finna fólk við førleikum
Valið var ímillum at brúka útlendska arbeiðsmegi
ella at útbúgva fleiri føroyingar
S
tóra ferðin á føroyska búskapinum hevur
gjørt, at stórir partar av vinnuni hevur
mangla fólk við neyðugum førleikum.
Serliga var eitt skifti torført at finna út
búnar elektrikarar, tí teir fóru í hópatali til
Noregs at arbeiða.
Krónuvirðið á norsku krónuni var gott, lønin var góð,
og arbeiðsviðurskiftini vóru serliga góð.
Frítíðin var samanhangandi, tí teir arbeiddu langar
dagar, meðan teir vóru í Noreg.
- Tað var eitt skifti, har tað var rættuliga torført hjá
okkum at finna fólk, sigur Pauli Hofgaard, stjóri í LM
Electric.
Hann sigur, at tey í fyritøkuni kendu, at tey høvdu
tveir kostir í at velja: annaðhvørt at royna at fáa hendur
á útlendskum elektrikarum – ella taka fleiri lærlingar inn
og útbúgva teir í fakinum, sigur hann.
Nógvar lærlingar
Eftir at hava tugt eitt sindur uppá hetta, varð avgjørt at
velja seinnu loysnina – altso at seta fleiri lærlingar og læra
teir upp í føroysku skipanini.
Fyritøkan hevur seinnu árini havt millum 25 og 30
lærlingar í senn. Í løtuni er meðalaldurin á teimum, sum
standa í læru, 22 ár.
-Tað spennir sjálvandi eitt sindur vítt, tí summi koma
í læru sum 16-ára gomul, meðan onnur hava verið á ar
beiðsmarknaðinum og gjørt annað í nøkur ár. Vit eru
ómetaliga glað fyri lærlingarnar, tí hesi halda eisini fyri
tøkuna unga og ger at vit tilkomnu alla tíðina noyðast at
halda okkum up-to-date, sigur Pauli Hofgaard.
Í fyritøkuni verður stórur dentur lagdur á, at lærlingar
nir fáa eina upplærling, sum elektrikarar, fingu fyrr, har
ein stórur partur av fakinum var at gera innleggingar í
hús og fyritøkur, men nú telur so nógv annað við eisini.
- Stýringar av ymiskum tólum telur ómetaliga nógv í
dag og flestu nýinnleggingar hava stýringar í dag, sigur
Pauli Hofgaard.
Verður hugt eftir hvat hendir kring okkum, so hava so
at siga allar nýinnlegginar í dag fleir stýriskipanir.
- Alt í nýmótans heimum kann í dag stýrast við teldum
og snildfonum og tað síggja vit alt meira av í Føroyum
eisini, leggur hann afturat.
ALIVINNAN OG
UPPSJÓVAR
VINNAN
PARTUR AV
VIRKSEM
INUM HJÁ LM
Fleiri virkisøkir komin
í fyritøkuna við
yvirtøku av tveimum
smærri feløgum við
serførleikum
T
á ið stórar verkætlanir eru í gongd
í Føroyum, er LM so at siga altíð
ein partur av hesum.
Upprunaliga fevndi fyritøkan
fyrst og fremst um el og elinnlegg
ingar, men gjøgnum tey seinnu
árini er arbeiðsøkið víðakað.
Fyritøkan keypti virkið hjá Meinhard Haldansen
og kom tann vegin inn í elektronikvirksemi, sum nú
er ein stórur partur av virkseminum.
Eyðun Jespersen keypti fyritøkuna hjá Meinhard
Haldansen. Seinni keypti Leif Mohr pf. fyritøkuna
hjá Eyðuni Jespersen og kom tann vegin inn í virk
semi, sum hevur við alivinnuna at gera.
Í dag er ein stórur partur av virksminum tænasta
til alivinnuna og til uppsjóvarvinnuna.
Tá ið tað snýr seg um aling er tað serliga smolt
alingin, hugsað verður um. Í smoltalingini er tað
neyðugt at brúka ilt ella oxygen, og tey anleggini
kann LM seta upp og veita tænastur til.
Í uppsjóvarvinnuni er fyritøkan veitari við lut
um og vørum innan el, elmekanikk og trýstluft.
-Tað sigur seg sjálvt, at so hvørt hesar vinnunar
hava ment seg, so hava vit ment okkum við, tí tað
eru vit noydd at gera, skulu vit fylgja við, sigur
Leivur Holm sum millum annað vísir á, at tey -
altso Leif Mohr – millum annað hava verið veitarar
til iltskipanina á smoltstøðini á Fútakletti.
Fyriteiking og tilrættalegging
Tasnn minni kendi parturin av fyritøkuni er tað
arbeiðið, sum LM bjóðar sær at gera, áðrenn nógv
arbeiðir fara í gongd.
-Tað vil siga, at vit ofta gera verkætlanir, har vit
tekna og projektera tað, sum hevur við el og stýr
ingar at gera. Tað hoyra vit kanska ikki so nógv um,
men vit hava fólk og førleikar til júst slíkt arbeiðið,
sigur Pauli Hofgaard.
Verður hugt eftir so sæst, at LM hevur verið ein
stórur partur av teimum størru verkætlanum, sum
eru gjørdar í Føroyum seinnu árini.
Reportasja