hósdagur 24. september 2020síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
skjótt yvir, leggur Beinta Rasmussen síðani aftrat.
– Tað er pláss fyri, at vit fýsa at hvørji aðrari viðhvørt.
Tað er í lagi, at vit ikki altíð eru samdar, tí vit hava onga
fasadu yvirfyri hvørju aðrari. Vit duga eisini at taka hvørja
aðra, eru tær báðar á einum máli um.
Korona ein smeitur
Ferðavinnan er hart rakt av koronu, og hóast ferðafólk eru
komin aftur til landið, er talið á gistingum á Havgrím undir
helvtina av tí, sum tað var í fjør.
– Í ferðavinnuni hevur jú verið tosað um, at 2020 fór at
verða árið, har umsetningurin fór at fara upp um milliard
ina, siga tær báðar.
– Tað hevur ávirkað meg, at eg havi sitið við avlýsingum
omaná avlýsingum í fleiri mánaðir. Tað ger eitt ella annað
við psykuna, sigur Beinta Rasmussen.
Avlýsingarnar byrjaðu spakuliga í februar, tá avlýsigar
komu úr londum í Asia. Síðani vant tað upp á seg.
– Til endans var tómt, sigur hon.
Tær fylgja tí væl við hvønn hósdag, tá danska uttanríkis
ráðið boðar frá, hvørji lond nú verða reyð øki, hvørji lata
upp og hvussu tað møguliga ávirkar Havgrím.
Árið hevur ávirkað fíggjarliga, og hóast Havgrím neyvan
hevur yvirskot, tá árið er av, eru tær tó bjartskygdar um
framtíðina.
Kaffihúsið koyrir sum vant, hóast ferðafólkini eisini
mangla har, men Havgrím hevur veruliga fingið ein smeit
hesar mánaðirnar, síðani koronufarsóttin fór at gera um
seg.
– Vit hava gjørt okkum nakrar tankar, og ætlanin er at
seta saman ymisk tilboð til føroyingar í vetur. Eisini er ein
hitapottur ávegis, sigur Lis Ekholm.
– Men tað er eingin loyna, at hotellið livur av ferðafólki,
sigur Beinta Rasmussen.
– Eg hugsi longu um næsta ár, og okkurt dato næsta ár er
longu útselt. Eg rokni ikki við, at næsta ár verður líka ringt,
sum árið í ár hevur verið, men tað verður ikki líka gott
sum í fjør. Tað ganga nøkur ár, áðrenn vit koma á sama
støði. Vit vóna eisini, at beinleiðis ferðaleið aftur verður til
Amerika úr eitt nú Íslandi, sigur Beinta Rasmussen.
Nógvir gestir úr Amerika
Korona hevur eisini ávirkað, hvørjir gestir nú vitja á Hav
grím, tí fyri koronu vóru tað nógv flest amerikanarar, ið
gistu á hotellinum. Nú um dagarnar eru alsamt fleiri danir,
sum vitja.
– Vit hava havt heilt ómetaliga nógvar amerikanarnar,
siga tær.
Hetta er ikki nakað, sum tær báðar beinleiðis hava lagt
seg eftir, men Havgrím appllerar til amerkanarar, greiða
tær frá.
– Teimum dáma, at tað er lítið, forkunnugt og at útsýnið
er vakurt. Hetta eru múgvandi fólk, og tey leggja minni í,
at gistingarhúsið er í dýrara endanum, siga tær.
– Vit fáa eisini nógv vitjandi úr Sveis og úr Fjareystri,
siga tær frá.
Áðrenn korona kom og órógvaði virkesmi, sóu tær báðar
týðiliga, at sesongin við ferðafólk í Føroyum er longd. Fyri
nøkrum árum síðani komu ferðafólkini í mai og fóru avstað
aftur í september.
– Nú er hon nógv longd og endar ikki fyrr enn hálvan
november, sigur Beinta Rasmussen vónrík, og hon greiðir
frá, at tær vænta at í 2024 er virksemið normalt aftur.
– Men eg kundi ikki hugsað mær nakað annað arbeiði.
Eg elski tað sum eg geri. Og so fer tíðin at vísa, um vit fara
at koma víðari við dreymunum og ætlanunum, sum vit
hava fyri Havgrím, sigur Lis Eklund.
– Ja, nú eru vit øll í hesi vinnuni í sama báti. Vit fáa
einki annað gjørt júst nú enn at bíða, leggur Beinta Ras
mussen aftrat.
BEINTA
UM LIS
– Beinta dugir ómetaliga væl at skipa fyri og er sera
effektiv, røsk, klók og arbeiðssom. Tá vit til dømis
hava stórar fundir ella veitslur, stýrir hon øllum, hevur
gott yvirlit og sær skjótt, um okkurt er áfatt. Beinta
dugir eisini nógv betur at fáast við sosialu miðlarnar,
og tá hugflogið er gott kemur nógv spennandi
burturúr. Hon er øgiliga skjót at spotta nýggjar trendir
bæði innan mat og upplivingar. Og so er hon stuttlig
og festlig, sigur Lis um dóttur sína Beintu.
LIS UM
BEINTU
– Mamma dugur sera væl við starvsfólkunum, tí
hon er meir empatisk enn eg. Skal okkurt sigast við
starvsfólki, verður tað betri móttikið, tá tað kemur
frá henni. Hon dugir væl við myndugleikasamskifti,
tí fíggjarliga, rokningum og hagtølum. Henni dámar
eisini væl, at alt er í lagi, hon sær smálutir, sum eg
ikki leggi merki til, so sum eitt borð, ið stendur skeivt
ella ein turran urtapott. Eg eri meir yvirskipað, meðan
hon sær detaljurnar, sigur Beinta um mammu sína Lis.
NAVN: Lis Eklund
ALDUR: 59
ÚTBÚGVING:
Marknaðarøkonom
MAKI: Johan í Niðristovu
BØRN: Beinta 36 ár, Petur 31
ár, Bára 23 ár og Eiri 16 ár
NAVN: Beinta Rasmussen
ALDUR: 36
ÚTBÚGVING: Tænari
MAKI: Chris Ørvarodd
BØRN: Óluva 17 ár og Silja 7
ár
FAKTA
Samrøða