Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 - Fólk eru glað fyri at vit eru her Tað hevur altíð verið soleiðis við bedingsarbeiði, at tú sjáldan veitst, hvat er fyri framman. - Onkran dag er fult á bedingini, og nakrar dagar seinni er bedingin tóm. Men, her verður í hvussu er nokk at gera eina tíð enn, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr O nkur býráðspolitikari í Havn hevur tikið til, hvussu lívsjáttandi tað er at síggja glógvandi ljós og hoyra smiðjuljóð av bedingini hjá Mest í Havn, tá menn fáast við sveising og bedingsarbeiði annars. Stjórin í Mest, Mouritz Mohr, sigur, at tey ongantíð í hansara tíð hava merkt nakað til, at smiðjuvirksemi ikki hevur verið vælkomið í høvuðsstaðnum. - Vit hava bara merkt vælvild í samband við okkara virksemi, bæði frá borgarum og kommunu, og eg haldi, at fólk sum heild eru fegin um, at slíkt virksemi eisini er í høvuðsstaðnum. Vit merkja einki trýst. Tað er heldur hinvegin, at fólk fegnast, og tað eru vit sera fegin um. Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri í Mest. Nógv bedingsarbeiði Í longri tíð hava fólk, sum hava ferðast fram við J.C. Svabosgøtu í Havn, sæð, at nógv skip hava staðið uppi á bedingini. Stjórin í Mest vísir á, at nógv bedingsarbeiði hevur verið seinastu tíðina, og soleiðis verður í øllum førum eina tíð enn. - Men, tað hevur altíð verið soleiðis við bedingsarbeiði, at tú sjáldan veitst, hvat er fyri framman. Onkran dag er fult á bedingini, og nakrar dagar seinni er bedingin tóm. Men, vit vita, at her verður so nakað at gera enn, og eitt nú skulu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, takast upp til van­ligt viðlíkahald. Mouritz Mohr sigur, at bedingsarbeiði ofta er knýtt at árstíð og soleiðis eisini fiskiskapi, har skipaeigarar velja at taka skipini upp til viðlíkahald ímillum vertíðir. - Skipini, sum hava verið uppi seinastu tíðina, hava í fyrsta lagi verið til vanligt viðlíkahald. Onkur skip hava staðið fyri klassing, og í øðrum føri hevur okkurt verið áfatt við maskinarínum. Stjórin vísir til stuttleikar á, at ísfiskatrolarin, Grønanes, her­fyri kom upp, og tá skipið fer av aftur bedingini, hevur tað bæði broytt lit og navn. Grønanes kallast nú Smaragd. Mouritz Mohr, stjóri í Mest TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN