hósdagur 24. september 2020síða 51
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Kennibókstavirnir - VN - eru skiftir út við KG, og skipið hevur
fingið JFK-litirnar.
200 fólk í Havn
Av teimum stívliga 450 fólkunum, sum í dag starvast fyri Mest-
samtakið, eru eini 180-200 fólk í høvuðsstaðnum. Umframt
smiðju-og bedingsarbeiði, hevur Mest eisini sína sølubúð og
goymslu í Havn, og her er eisini høvuðsskrivstovan.
Í umsitingarliga partinum starvast eini 20-25 fólk, og tá er
teknistovan við átta fólkum íroknað.
Í Havn starvast maskinsmiðir, menn sum fáast við stál og
sveising, og her eru eisini nógvir arbeiðsmenn, sum taka sær av
vanligum viðlíkahaldi av skipum og bátum.
- Vit hava sjálvsagt eisini okkara virksemi á Skála og í
Runavík, og haraftrat hava vit í løtuni umleið 70 mans, sum
starvast fyri Pam Offshore í Noregi.
Mouritz Mohr vísir á, at aftrat øllum hevur hevur Mest eisini
sína sleipitænastu við Pressaranum og Samson.
- Sleipararnir hava heimstað í Havn, men fara um alt landið
- alt eftir, hvar uppgávurnar eru. Sleipararnir gera ymiskar
tænastur, sum eitt nú sleip-og loðsuppgávur.
Størsta starvsfólkatal, sum Mouritz Mohr veit um hevur
verið knýtt av Mest, er umleið 500 fólk, og hann heldur, at
talið í løtuni nærkast hesum, tá alt samtakið verður tikið við.
- Tað eru mong, bæði vinnufyritøkur og einstaklingar, sum
vitja okkara sølubúð og goymslu, og tað er ikki so sjáldan, tú
hoyrir fólk siga, at tað, tú ikki fært aðrastaðni, fært tú kanska
hjá Mest, sigur stjórin brosandi.
Aðrar uppgávur
Í høvuðsstaðarøkinum hevur Mest eisini aðrar uppgávur, sum
einki hava við sjóvinnu at gera.
- Vit hava soleiðis arbeitt nógv fyri Fjarhitafelagið, har vit
hava sveisað meginpartin av stóru fjarhitarørunum saman fyri
felagið. Vit gera einki við grevstur og jørðarbeiði, men hava
burtur av tikið okkum av sveisingini.
Ein onnur uppgáva, sum er lutfalsliga nýggj hjá Mest, er, at
skipasmiðjan er farin í samstarv við fyritøkuna Enercon, sum
er veitari av vindmyllum í Føroyum.
- Vit hava havt nakrar mans á skeiði hjá Enercon, bæði
í Svøríki og her heima í Føroyum, og samstarvið við
vindmylluveitaran snýr seg um, at vit skulu hava viðlíkahaldið
av 18 vindmyllum, sum fyritøkan higartil hevur í Føroyum,
13 í Húshaga og fimm í Neshaga, sigur Mouritz Mohr, stjóri
í Mest-samtakinum.
Bedingsarbeiðið kann vera rættiliga skiftandi.
Viðhvørt er bedingin full, og viðhvørt er einki
skip uppi, sigur Mouritz Mohr, stjóri í Mest
Mynd: Álvur Haraldsen
20 FÓTS
BJÁLVAÐ
BINGJA
DKK
29.500,-
Góðkendum lási (Flexlock) + DKK 2.750,- u/mvg
Elpakki (1 kombirele, 1 avbrótara og 2 armatur) + DKK 4.500,- u/mvg
u/mvg
FAROEXPO
VITJA OKKUM Á
21.-23. oktober
2020
info@dc-supply.dk
www.dc-supply.dk
Virkelyst 8 · DK-9400 Nørresundby
+45 70 23 13 80
Fæst í ymiskum farvum við:
Nira Sp/f
Smærugøta 9A
100 Tórshavn
fartel. 51 44 99
nira@nira.fo
www.nira.fo
www.grafikmaster.fo
Tel. 51 44 99
Dygdargóð ráðgeving
Nira er altíð til reiðar at veita eina dygdargóða vinnu
ráðgeving til størri og smærri fyritøkur. Vit leggja
alstóran dent á eina persónliga og málrættaða
ráðgeving, sum er í trúnaði, og sum hevur til enda
máls at geva fyritøkuni eitt enn betri fíggjarligt úrslit.
Vit hava royndir og førleikar at loysa uppgávur av
alskyns slagi. Ongin uppgáva er ov stór, ov lítil, av
bjóðandi ella trupul fyri okkum. Vit loysa upp gávuna
væl og virðiliga innanfyri ásettu tíðarfreist og sam
bært avtalu við kundan.
Vinnuráðgeving
Birgir Nielsen
Slag: .................Skrivstovuhølir
Stað: ...................Jekaragøta 10
Stød: ................................240 m2
Til leigu
Slag: .................Skrivstovuhølir
Stað: ......................Skálatrøð 16
Stød: ................................600 m2
Til leigu
Keyp og søla av fyritøkum
Fíggjarlig ráðgeving
Vinnuráðgeving
Søla av vinnuognum
Slag: .............. Vinnubygningur
Stað: .......Brekkutún 4, Hoyvík
Stød: .............................1.358 m2
Prísur: .................... 14,5 mió. kr.
Bygningur til sølu
Nýggjur
prísur
Nýtt
leigumál
Hølir í
serflokki
Reportasja