Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nú verður ostur gjørdur burtur úr føroyskari mjólk MBM ger nú ost burtur úr føroyskari mjólk – ostarí gjørt inni á virkinum í Hoyvík T á ið føroyingar fyrr høvdu kúgv í so at siga hvørj­um kjallara, gjørdu fólk ost sjálvi. Síðani hetta ikki bar til longur, og flestu neyt vórðu dripin, er ostur vorðin ein útlendsk handils­vøra, sum vit keypa í handlinum. Ost­ur verður fyri tað mesta innfluttur úr Dan­mark, Noreg, Bretlandi, Sveis og Italia. Men nú ber aftur til at keypa føroyskan ost. MBM hevur sett sær fyri at gera ost til føroyska heima­ marknaðin, og ostur úr Hoyvík fæst longu til keyps kring landið. Fyribils er framleiðslan avmarkað, og bert eitt slag av osti verður gjørt. At gera ost krevur nógva mjólk. Vanliga verður sagt, at fyri at fáa eitt kilo av osti, so skal tú brúka 10 litrar av mjólk, so tað sig­ur seg sjálvt, at tað er dýrt at gera ost. Tí er ostaframleiðsla í Føroyum munandi dýrari enn í Dan­mark, tí hvør litur av mjólk er fleiri krónur dýrari, enn hann er í Danmark. - Tað skal tó leggjast afturat, at hóast vit eru í harðari prís­kapping, so verða punktgjøld løgd á innflutta ostin eins og á onn­ur mjólkaprodukt, sum verða innflutt, sigur stjórin á MBM. Í løtuni verður arbeitt við at menna ostaframleiðsluna enn meira, men hvat talan er um, vil stjórin ikki siga nakað um júst nu. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND: ÁLVUR HARALDSEN