Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Stóri vøksturin í sølunu krevur nú meira pláss til Mjólkarvirkið Ongantíð áður hevur Mjólkarvirki Búnaðarmanna selt so nógv, sum tey gjørdu í fjør M BM seldi fyri góðar 157 milljónir krónur í nettsølu, sum er tað mesta nakrantíð. Fyritøkan hevur ment seg síð­ ani 1980, tá ið fyritøkan í fyrstu at­løga fór at selja mjólk til før­oy­ ingar, sum frammanundan í stóran mun høvdu livað av long­life mjólk ella mjólkapulvur. Í dag selir MBM tilsamans meira enn 60 mjólkaúrdráttir á føroyska marknaðinum umframt at føroyingar nú eru sjálv­forsýnandi við mjólk. -Tað hevur gingið skjótt, men nú eru vit eisini við at tørva meira pláss, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri í fyri­ tøk­uni. MBM heldur til í Hoyvík, men nú er heldur trongligt. Fram­leiðsluni tørvar pláss og tað sama ger handilin Búrøkt - Men tað er so at siga ómøguligt at vaksa um grund­økið hjá okkum her. Ein kann siga, at vit á ein ella annan hátt hava vaksið okkum so stór, at vit nú eru meira ella minni innibygd her, sigur stjórin. 50 ársverk eru á MBM. Mjólk av ymiskum slag fyllir sjálvandi mest, men alt hitt, sum virkið ger úr mjólk, fyllir meira og meira. 18-19 fjós lata í dag mjólk til MBM. Mjólkarvirkið heint­ar sjálvt mjólkina í fjósunum kring landið. Fleiri av fjósunum er nýmótans og krevja minni og minni man­ power, tí tey eru so automatiserað. Í dag er fóðring og framleiðsla stýrt við nýggjari tøkni. Mjólkaframleiðslan er rættuliga stór, tí MBM tekur ár­ liga ímóti á leið 75 milljónir litrum frá fjósunum kring landið Bøndurnir í Føroyum fáa hægri prís fyri mjólkina enn tað, sum til dømis bøndur í Danmark fáa fyri sama prod­ ukt. - Hetta ger, at vit mugu gera okkara allarbesta fyri at vera kappingarfør. Hetta ger seg serliga galdandi, tá ið tal­ an er um mjólkaúrdráttir, sigur Hákun Steingrímsson. Matvinnan ment seg Hesi seinastu árini hevur matvinnan ment seg nógv í Før­oyum. Matstovuvinnan er í stóran mun grundarlagið undir, at vit seinastu árini hava fingið nógv ferðafólk hend­ an vegin. Sjálvandi ber ikki til at reka føroyska matstovuvinnu uttan so, at matstovurnar hava veitarar, sum kunnu veita vørur við høgari góðsku. - Tað hava vit eisini megnað at gjørt og við tí menning, sum fer fram hjá okkum, so kunnu vit veita matstovunum eina tænastu við nógvum mjólkaúrdráttum, sigur Hákun Stein­grimsson. Mjólkarvirki Búnaðarmanna varð sett á stovn í 1977 og fór av álvara undir framleiðslu í 1980. Virkið er sum nevnt staðsett í Hoyvík, har eisini hand­ il­in Búrøkt, sum selir ymiskt til landbúnaðin, eisini heldur til. FYRITØKAN MENT MUNANDI SÍÐANI I HON VAR SETT Á STOVN Í 1977 Endamálið var upprunaliga, at fáa mjólk til vega til øll húsarhald í Føroyum, tá ið MBM varð sett á stovn N ógv tos var millum bóndurnar í Føroyum um at fáa skipaða mjólka­ framleiðslu í Føroyum, so vit kundu sleppa undan at innflyta mjólk. Viðurskiftini vóru vánalig tá hjá teimum, sum stríddust við mjólk­ neyt og úrvalið hjá teimum, sum vildu keypa føroyska mjólk og mjólkaúrdráttir var vánaligt. Menn tóku seg tí saman og settu Mjólkarvirki Bún­ aðarmanna á stovn. Alment komu visjónirnar um, at til bar at metta føroyska marknaðin við føroyskari mjólk í ein­um búnaðartátti í Útvarpinum, har Fritleif Joensen, bóndi, í Fuglafirði, greiddi frá ætlanunum. Um tað mundi vóru tað nógvir skeptikarar, sum ikki trúðu, at hetta fór at lata seg gera, men longu í 1980 var klárt at selja mjólkapakkar frá virkinum í Hoyvík. Kolvelting Í veruleikanum var talan um eina kollvelting í føroyskari matvøruframleiðslu. Í stóran mun høvdu føroysk hús­ar­ hald livað av danskari longlife mjólk og pulvuri, men nú bar til at keypa mjólkapakkar í handlunum við nýggjari mjólk. Ein luksus, sum føroyingar ikki høvdu kent til í fleiri ár. Menningin í fyritøkuni hevur verið stór hesi árini. Nú er ikki bert mjólk, sum kemur frá MBM, men fleiri enn 60 úrdráttir úr mjólk. Virkið tekur ímóti á leið 75 milljónum litrum av mjólk um árið og har eru 50 ársverk til arbeiðis í fyri­ tøk­uni. Reportasja