Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hugskotið tvey kontór til etableraðar íverksetarafyritøkur – Vanligt er at 20 prosent av teimum, sum húsast á íverksetaradepli eru royndir íverksetar, soleiðis at vitanin á staðnum verður varðveitt longri. Hetta hevur Hugskotið eisini arbeitt við í longri tíð, og nú verður tað veruleiki. Ein av fyritøkunum, sum nú flytir í fasu tvey høli hjá Hugskotinum er nýggja telefyritøkan Tosa, sum fer at veita føroyingum nýggjar tænastur og lægri prísir Á Vestaru Bryggju í Havn er Hugskotið karm­ur um fleiri íverksetarafyritøkur – bæði nýggjar og eisini fyritøkur, sum er komn­ar í eina fasta legu. Høvuðsvirksemið hjá Hugskotinum er at veita ráðgeving til íverksetar og fyri­tøkur, men Hugskotið veitir eisini innivist og atgongd til kveikjandi arbeiðsumhvørvi við øllum vanligum skriv­ stovu­hentleikum fyri ein sámuligan kostnað til nýggjar íverk­setarafyritøkur í fyrstu fasu. Tá fyritøkurnar síðani eru komnar seg so mikið væl, at tær klára at standa á egn­ um beinum – eisini nevnt fasa tvey -verður vanliga flutt út úr Hugskotinum í egnin høli. Hetta inntil nú, tí nú byrjar Hug­skotið eina nýggja deild til fyritøkur í fasu tvey. Fasa tvey – Higartil hevur Hugskotið bert verið eitt fasu eitt um­ hvørvi. Vit hava pláss fyri 40 íverksetum, sum fáa stól í einum høli saman við øðrum íverksetum. Hesi fasuni vaksa fyritøkur seg naúrliga úr, tá ein tíð er fráliðin, og tær seta starvsfólk og byrja at selja men kortini eru í start-up fasuni og ynskja netverkið, sum er í einum íverk­set­ara­um­ hvørvi. Nú hava vit gjørt eina nýggja deild til tað, sigur Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum. Hon greiðir víðari frá, at endamálið við einum staði sum Hugskotinum er, at tey, ið húsast har kunnu netverka og luta vitan millum sín, og tað verður úrslitabetri, um all­ar fyritøkurnar ikki eru í somu fasu. – Vanligt er at miðja ímóti, at 20 prosent av teimum, sum húsast eitt slíkt stað eru royndir íverksetar, soleiðis TEKSTUR ANNIKA KUNOY IM MYND ÁLVUR HARALDSEN 22 22 Samrøða