Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 55

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MÓTTØKAN Í HAVN HEVUR VERIÐ GÓÐ Í umleið hálvtannað ár hevur P/F Borg handil í Havn, eftir at felagið keypti gamla Havnar Timburhandil. Stjórin í felagnum, Rodmund Nielsen, letur væl at móttøkuni, sum teir hava fingið í høvuðsstaðnum B eint fyri jól í 2018 keypti P/F Borg við høvuðs­ sæti í Runavík eitt av elstu parta­feløgunum í land­inum, Havnar Timb­ur­handil. Handilin á Hálsi í Havn skifti síðani navn til Borg og bleiv tann triði Borg handilin í landinum. Hinir báð­ ir eru í ávikavíst Runavík og í Klaksvík. Vit hava fingið eina góða móttøku í Havn. Vit hava sjálvandi gjørt nakrar tillagingar, og tað tekur sína tíð, men eg haldi, at vit kunnu siga, at tað hevur bara gingið væl, sigur Rodmund Niel­sen, stjóri í Borg. Hann greiðir frá, at tað er stuttligt at yvirtaka ein handil við so ríkari søgu. Faktisk hava allar tríggjar deildirnar hjá okkum eina rætti­liga langa og ríka søgu í sínum lokalumhvørvi, sigur hann. Rodmund Nielsen sigur, at tað tykist sum at bæði viðskiftafólk og starvsfólk eru glað fyri handilin, men hann dylur ikki fyri, at tað henda allatíðina onkrar smávegis broytingar. Vit hava gjørt nakrar tillagingar, og yvirhøvur hevur tað gingið heilt væl. Vit mangla kanska at fáa eitt sindur meiri av syn­ergi-effekt av at hava tríggjar handlar, so tað arbeiða vit við, sig­ur stjórin í Borg. TEKSTUR TERJI NIELSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN at vit­anin verður varðveit longri. Hetta hava vit arbeitt fram ímóti í longri tíð, men vit hava ikki havt umstøðurnar, sig­ur hon. Hugskotið hevur í fyrstu syftu pláss til at húsa tveimum fasu tvey fyritøkum. Fyritøkurnar hava leigusáttmála í tvey ár við møguleika til at leingja hann tvey ár aftrat. Tvær fyritøkur flyta Ein av fyritøkunum, sum nú flytur í fasu tvey høli hjá Hug­skotinum, er nýggja telefyritøkan Tosa, sum fer at veita føroyingum nýggjar tænastur og lægri prísir. Hetta verð­ur gjørligt, tí Tosa ikki fer at gera stórar íløgur í at byggja net, men ístaðin er ætlanin at keypa tann kapasit­et­in, ið tørvur er á frá teimum, ið longu hava bygt net í Før­oyum. – Við nýggjari tøkni og nýhugsan fara vit at kollvelta før­oyska telemarknaðin fyri at betra um korini hjá tí einstaka føroyinginum. Tosa er á veg á føroyska markn­að­in nú, sigur Tummas við Skipá, stjóri í Tosa. – Televeitan er jú eitt glóðheitt øki, og nógv fokus hev­ur verið á tí í miðlunum seinastu tíðina. Vit eru ein nýggj fyritøka, og vit gleða okkum til avbjóðingina. Tað er hent nógv á marknaðinum, men av tí at tað bert eru tveir spælarir, hevur kappingin manglað, sigur Tummas við Skipá. Á marknaðin ein av døgunum Tilgongdin at seta hugskot í verk hevur verið long. Enn manglar ein lítil teknisk uppseting, og stjórin í nýggju telefyritøkuni er varin, tá spurt verður, nær vit kunnu vænta, at teir eru á marknaðinum. –Tað kann verða rættliga skjótt, men eg tori ikki at seta dato á enn, tí nógv kann henda, sigur hann. Umframt Tummas við Skipá eru Tróndur Hentze Sør­ensen og Kurt Samson andlitini handan nýggju tele­fyri­tøk­una. Teir leggja dent á, at gjøgnumskygni eisini verður ein partur av handilsætlanini hjá Tosa. – Vit ætla at varpa ljós á, at tað sum kundin fær rokning fyri er reelt, sigur Tummas við Skipá. Halda áfram í Hugskotinum Tummas við Skipá greiðir frá, at Tosa hevur hildið til í Hugskotinum í rúma tíð, og tað hevur verið gevandi at húsast saman við øðrum í somu støðu men við øðrum før­leikum. – Vit eru ein telefyritøka og hava tí eisini trygdarkrøv og tørv á at kunna tosa privat við kundar okkara, sigur hann og leggur aftrat, at teir tó eru fegnir um møguleikan at framhaldandi húsast í Hugskotinum. – Umhvørvið er tiltaladi og gevandi. Vit vilja eisini fegn­ir geva av vitanini, sum vit hava ognað okkum gjøgn­um alla fasu eitt. Fara vit úr Hugskotinum, hvørvur tann vit­anin. Vit høvdu nógvar spurningar til ymisk viðurskifti, tá vit byrjaðu, og tá hevði tað verið gott fyri okkum, um onk­ur var í fasu tvey í húsinum tá, sigur Tummas við Skipá, stjóri í Tosa. 23