hósdagur 24. september 2020síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
24
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
Barðið skapar nógv arbeiði
á Vestaru Bryggju í Havn
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at ein høvuðsstaður hevur eina landingarmiðstøð,
sum hevur væl av fólki til arbeiðis, tá landing er, og fiskur verður pakkaður.
– Hetta hevði ikki borið til, um eg ikki hevði dugnalig fólk aftrat mær, sigur
stjórin, Napoleon Falkvard Joensen
N
apoleon Falkvard Joensen, vanliga
róptur Poli, er stjóri á P/F Barðinum,
sum er landingarmiðstøðin á Vestaru
Bryggju í Havn.
Barðið hevur, sum aðrar landing
armiðstøðir, eina góðkenda innvig
ingarskipan, og felagið bæði landar, skilir og pakkar fisk
fyri viðskiftafeløg. Felagið veitir eisini ís til skip og bátar.
Fiskurin, sum verður landaður á Barðinum og verður
keyptur til framleiðslu á føroysku fiskavirkjunum, fer út
um landið í bilum og ferjum, har fjørður skilir oyggjarnar.
Keyparar av fiskinum, sum verður landaður í Havn, eru
bæði framleiðsluvirkir og fiskaútflytarar.
Pakka fyri kundar
Men, Barðið tekur sær eisini av at pakka fisk, sum
fiskakeyparar og útflytarar keypa til útflutnings, og tá eru
tað fólk hjá landingarmiðstøðini, sum pakka í hølunum
á Vestaru Bryggju. Her verður fiskurin skildur, ísaður og
pakkaður og soleiðis gjørdur klárur til útflutnings.
Tað eru eisini fiskakeyparar, sum keypa fisk á øðrum