Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 57

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 25 land­ingarmiðstøðum, sum lata fiskin pakka hjá Barðinum í Havn og størsti parturin, sum fer heilur av landinum, er hýsa, men eisini svartkalvi og annar flatfiskur. Meginparturin av fiskaútflutninginum í Føroyum verður av­skipaður í Havn, og tí kann tað eisini vera høgligt at lata fisk­in pakka hjá Barðinum, tá hann kortini verður avskipaður í høvuðsstaðnum. Ein uppboðssøla Í Føroyum hava vit bara eina uppboðssølu, og tað er upp­boðs­ sølan hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Men, tað er ikki all­ur fiskur, sum verður landaður, ið fer um uppboðssøluna. Vanligt er, at eitt nú upsi, sum gjarna kemur í stórum nøgd­ um, verður seldur beinleiðis millum skip og virkir. Her er kravið tó, at fiskurin fer um eina góðkenda innvigingarskipan, og hana hevur landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju í Havn. P/F Barðið leigar hølini, har landing og pakking fara fram, frá Tórshavnar havn, men felagið eigur Ísvirkið, sum varð keypt frá P/F Poul Hansen fyri nøkrum árum síðan. Barðið byrjaði í 2011 Tað var pápi Pola, Vinjard Falkvard Joensen, sum doyði 58 ára gamal í 2003, ið legði lunnar undir landingarmiðstøðina, sum í nøkur ár var í Sørvági. Í Sørvági byrjaði virksemið í 1998, og tá pápin doyði, tók Napol­en Falkvard Joensen yvir. Eftir at hava rikið landingarmiðstøðina í Sørvági í nøkur ár, sá Poli, at tørvur og umstøður vóru til eina landingarmiðstøð í Havn, og í 2011 læt P/F Barðið upp í gomlu hølunum hjá Bacalao. Djúpar røtur í vinnu Napoleon Falkvard Joensen er uppvaksin í Havn, og her býr hann eisini. Foreldrini fluttu til Sørvágs at búgva, tá pápin byrj­ aði landingarmiðstøðina har. Mamma Pola er Marjun, dótt­ir Napoleon Johannesen, sum er ein av navnframu hvanna­sunds­ brøðr­unum. Brøðurnir, Napoleon og Svenning, høvdu trolbátin, Marjun, sum eitt nú fiskaði í Eystursjónum í nøkur ár. Teir skiftust um at føra bátin, og ofta vóru báðir við. Vinjard Falkvard Joensen hevði í fleiri ár línubátin Barðið, sum seinni varð umbygdur til trolbát. Umframt at starvast í vinnuni á landi, hevur Napoleon Falk­ vard Joensen eisini verið sjómaður, og hann sigldi eitt nú við Enni­bergi í nøkur ár. Tað hoyrir við upp í søguna, at vinnuligu røturnar hjá stjór­ an­um á Barðinum stinga djúpt, og tær røkka nógv longur enn aftur til abban, Napoleon Johannesen, tí bæði Mortan - langabbin - og Hans Pauli Johannesen, oldurabbin, søktu eis­ini sjógvin. Bæði ung og tilkomin Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at ein høvuðsstaður hevur eina landingarmiðstøð, sum hevur væl av fólki til arbeiðis, tá landing er, og fiskur verður pakkaður. Napoleon Falkvard Joensen sigur, at ein vanligan arbeiðsdag, tá nógv er at gera, eru einir 20 mans til arbeiðis. - Vit hava jú bæði landing, skiljing, pakking og ís, og tá nógv­ar landingar eru, og fiskur eisini verður pakkaður, hava vit eisini skúlanæmingar at hjálpa okkum. Stjórin sigur, at tað er ikki minst góðum og dugnaligum fólki at takka, at arbeiðið hevur gingið so væl hesi árini. - Jú, eg havi gott fólk at hjápa mær, og uttan hesi hevði hetta ikki borið til. Her er talan bæði um tilkomið fólk og ungar menn, ið byrjaðu her sum skúlanæmingar eftir skúlatíð, sigur Napole­on Falkvard Joensen. Bæði skip og bátar Millum skipini, sum leggja veiðina upp í Havn, eru eitt nú trol­bátar, partrolarar, línubátar, garnabátar og útróðrarbátar, bæði úr Havn, Argjum og aðrastaðni. - Hetta er ikki eitt arbeiði, sum bara er frá 08 til 16, tí tú veitst jú ongantíð, hvussu dagurin verður, og eingin dagur er eins. Vit plaga at siga, at vit taka ímóti landingum frá árla á morgni til klokkan 19.30 á kvøldi, men vit hava eisini eina vakt­telefon, sum vit skiftast um og sum ringjast kann á, sigur stjór­in, Napoleon Falkvard Joensen. HEVUR ARBEITT Í FISKI Í 42 ÁR Tað eru 42 ár síðan, at Absalon Olsen byrjaði at arbeiða í fiski á Vestaru Bryggju, og her er hann framvegis, nú hann er komin í pensjónsaldurin - Absalon Olsen er mín høgra hond. Hann hjálpti mær í gongd, tá landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju læt upp. Hann kendi hølini, og hann kendi maskinurnar, sum vóru her. Tað sigur Napoleon Falkvard Joensen, stjóri á P/F Barðinum. - Eg byrjaði á Bacalao í 1978, og tá Faroe Seafood yvirtók virksemið í kreppu­ár­unum fyrst í nítiárunum helt eg fram. Minn­ist eg rætt, helt tað virksemið fram til 2010, og í 2011 læt so P/F Barðið upp land­ingarmiðstøð í hølunum. Tað sigur argjamaðurin, Absalon Ol­sen, sum soleiðis hevur verið knýttur at fiski­vinnu­ virkseminum á Vestaru Bryggju í Havn í samfull 42 ár. - Poli kom beinanvegin eftir mær, tá hann hevði í hyggju at lata upp land­ing­armiðstøð, og nú eri eg blivin 67. Eg havi trivist væl í fiski, og mær dámar væl at koma tíðliga til arbeiðis, sigur Absalon. Sjávur sigur stjórin, at høgra hondin hjá hon­ um - Absalon Olsen - altíð er fyrstur til arbeiðis, og hann er tann, sum fer sein­ast­ur til hús. - Eg havi altíð koyrt trukk, men tá nógv er at gera við landing, soleiðis sum tað er her á bryggjuni viðhvørt, havi eg ein meira samskipandi leiklut. Tað eru nógv ting, sum skulu hanga saman, um alt skal ganga skjótt og væl fyri seg, og skipini skulu sleppa avstað aftur skjótast tilber. Absalon Olsen sigur, at hann øll árini hevur verið væl behandlaður av sínum arbeiðs­gevarum, eingin undantikin. - Eg havi roynt at gjørt mínar skyldur hesi mongu ár, og eg havi yvirlivað nógvar stjórar, sigur hann brosandi. Høgra hondin hjá Napoleon Falkvard Joensen vísir á, at hann tekur onkran frí­dag inn ímillum, tá minni er at gera, og hetta passar honum væl. - Hóast eg eri komin til pensjónsaldur, ætli eg mær at hanga í eina tíð enn, um heil­san loyvir tí, sigur Absalon Olsen. Absalon Olsen er álitið hjá stjóranum, Napoleon Falkvard Joensen - og á Ísvirkinum hevur hann Gudmund Gudmundsen. Ein av ungu monnunum, Búi Heinesen, ið byrjaði sum skúlanæmingur, er eisini ein av álitismonnunum á Vestaru Bryggju í Havn - Eg havi roynt at gjørt mínar skyldur hesi mongu ár, og eg havi yvirlivað nógvar stjórar, sigur Absalon Olsen brosandi Reportasja Absalon Olsen er álitið hjá stjóranum, Napoleon Falkvard Joensen - og á Ísvirkinum hevur hann Gudmund Gudmundsen. Ein av ungu monnunum, Búi Heinesen, ið byrjaði sum skúlanæmingur, er eisini ein av álitismonnunum á Vestaru Bryggju í Havn