Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 26 Kemilux fingið svanamerki á gerandisvørur - Tað eru mong húsarhald og nógvir ymiskir stovnar, sum velja føroysku vørurnar, og nú kann so eisini brúkarin, sum kanska líður av ovurviðkvæmi, keypa og brúka okkara uppvask, hondsápu og upp-og-niður vask, sigur Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari hjá Kemilux, sum fegnast um nýggju umhvørvismerkingina K emilux, sum er framleiðari av ymiskum rein­gerðarevnum, fær nú eina serliga um­hvørvisgóðkenning á nøkrum av sín­um gerandisvørum. Í mong ár hevur sitrónuppvask, sum er at finna í flestu húsarhaldum í Før­oyum, verið eitt av flaggskipunum hjá fyritøkuni, men Kemi­lux hevur eisini nógvar aðrar vørur, sum eru høgt í met­um, bæði her heima og uttanlands. - Vit hava nú fingið svanamerki og astma-og allergi­ merki á uppvaskið, hondsápuna og upp-og-niður-vaskið. Hetta eru vørur við ongum liti og ongum anga, sum ann­ ars eru somu vørur, ið tær, sum hava lit og anga. Tað siga Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari, Dávur Rest­orff Hansen, framleiðsluleiðari og Ann Tordis K. Hellis­dal, handils-og marknaðarleiðari hjá Kemilux, sum vit hava skift orð við. Standa enn sterkari Ein av uppgávunum hjá góðskuleiðaranum, Jóhonnu Zach­ariasen, sum hevur starvast á Kemilux í 16 ár, er at taka royndir av framleiðsluni, sum Dávur Restorff Han­ sen stendur fyri. Her verður eitt nú kannað, um fram­ leiddu vørurnar standa mát við tað, sum sagt verður í vøru­lýsingini. Arbeiðið hjá góðskuleiðaranum spennur víða, og nú arbeitt hevur verið fyri at fáa svanamerki og astma-og allergimerki, er hetta ikki nakað, sum hendi frá degi til dags. - Nú vit hava fingið hesa umhvørvismerking, og fyrstu vør­urnar koma á marknaðin í dag, kemur Kemilux eisini at standa enn sterkari sum útbjóðari til vask og reingerð - eitt nú innan eldraøkið, skúlar og barnarøkt. Tað eru mong húsarhald og nógvir ymiskir stovnar, sum velja før­oysku vørurnar, og nú kann so eisini brúkarin, sum kanska líður av ovurviðkvæmi, keypa og brúka hesar vørur. Jóhanna Zachariasen heldur, at sjálvandi eigur ein fyri­ tøka sum Kemilux eisini at venda sær til tilvitaða brúk­ar­ an, sum ikki ynskir anga og lit. - Vit fara tó framvegis at hava vørurnar við liti og anga í okkara konsepti, tí tey eru eisini mong, sum ynskja, at tað angar, tá vaskað verður, leggur hon aftrat. Kemilux tekur atlit Hóast áðurnevndu húsarhaldsvørur hjá Kemilux nú hava fingið svanamerki og astma-og allergimerki, merkir tað ikki, at fyritøkan ikki hevur havt ein grønan profil, um vit so kunnu siga. Stjórin og høvuðseigarin av fyritøkuni, Debes Petersen, hevur áður sagt, at málið hjá fyritøkuni altíð hevur verið, at framleiðslan skal vera so grøn og allergivinarlig sum gjør­ligt, og allar húsarhaldssápur hjá fyritøkuni hava leingi lokið treytirnar fyri grønu merkingini, sum danska Heilsu­stýrið viðmælir. - Vit vilja, at viðskiftafólk, stovnar og virki skulu TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN Reportasja