hósdagur 24. september 2020síða 59
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
kenna seg fullvís í, at okkara reingerðarevni eru ment við
serligum atliti til umhvørvið. Ovurviðkvæmi er ein stórur
og veksandi trupulleiki í dag, men eingin av okkara húsar
haldssápum innihalda evni, sum standa á listanum hjá ES
yvir allergielvandi evni.
Debes Petersen hevur víst á, at Kemilux alla tíðina ar
beiðir við at umhvørvis-og heilsumerkja vørur, sum fyri
tøkan framleiðir til húsarhaldini, og tískil hevur fyritøkan
eisini leingi kunna framleitt húsarhaldssápu uttan lit og
anga.
- Litevnini, sum vit brúka í okkara húsarhaldssápum,
eru tey somu, sum verða brúkt í matvøruframleiðslu.
Okkara hugsjón er, at jú færri kemisk evni, sum latin
vera út í umhvørvið, tess betri er tað.
Øll reingerðarevni, sum skulu loysa sína reingerðar
uppgávu, innihalda virkin evni, men her leggur Kemilux
stóran dent á at fara væl um við at brúka lætt niðurbrótilig
og náttúrlig evni úr plantuoljum í húsarhaldsvørunum.
Føroyar og útheimurin
Kemilux hevur egna starvsstovu ella laboratorium, og fyri
tøka hevur samstarv við altjóða serkunnleika, sum hevur
dagliga eftirlitið við, at allar reglur verða fylgdar.
Men, fyritøkan framleiðir sjálvsagt ikki bara til hús
haldini, tí Kemilux er eisini góðkendur veitari til sera
kravmiklu oljuvinnuna. Umframt at framleiða til føroyska
privatkundamarknaðin, stovnar og vinnulív í Føroyum,
hevur fyritøkan eisini ein veksandi marknað uttan fyri
landoddarnar, har føroysku vørurnar vera seldar í fleiri
ymiskum londum.
Allar uppskiftir hjá framleiðaranum eru føroyskar, og
vørurnar verða framleiddar við føroyskari arbeiðsmegi í
Føroyum.
Hjá Kemilux eru tey ikki sørt errin av sínari framleiðslu
og sínum vørum, og tey eru errin av, at henda framleiðsla,
sum nú hevur meira enn 50 ár á baki, framvegis megnar at
kappast við aðrar vørur á marknaðinum, bæði her heima
í Føroyum og uttanlands.
- Høga góðskan í samansetingini av okkara vørum
hevur alt at siga fyri okkum, og hetta er eisini høvuðsor
søkin til, at vit megna at taka kappingina upp við aðrar
veitarar, sigur Debes Petersen, stjóri í Kemilux.
Longu í byrjanini var fiski-og sjóvinna høvuðsmarkn
aðurin hjá Kemilux, og framvegis í dag er vinnan høvuðs
grundarlagið undir framleiðsluvirkseminum.
Framleiða eisini dunkar
Framleiðslan hjá Kemilux er býtt í tvey, har ein partur
fevnir um sjálva framleiðsluna av reingerðar-og sóttrein
anarevnum, og hin parturin fevnir um framleiðslu av íløt
um ella dunkum.
Meðan vit vitja á virkinum, vísir framleiðsluleiðarin,
Dávur Restorff Hansen, okkum, hvussu dunkarnir verða
framleiddir. Her er lítil spilla - skilt á tann hátt, at petti,
sum verða skorin frá í endunum, enda aftur í maskinuni
og framleiðsluni av nýggjum dunkum.
- Vit hava hugsað um endurnýtsluloysnir, soleiðis at
dunkarnir møguliga kunnu latast inn aftur og endurfyllast
- ella møguliga umstoypast - men her eru vit ikki komin
á mál, sigur framleiðsluleiðarin.
Hóast fyritøkan stoypir ein stóran part av dunkunum,
tey brúka, so verða kortini proppar og pumpur innflutt,
og í hesum korona-tíðum hevur verið trupult at skaffa
nóg mikið av pumpum til hondsápu og spritt.
- Vit framleiða dunkar til eitt nú upp-og-niður vask,
og hesir eru tá hvítir, brúnir og bláir. Haraftrat framleiða
vit eisini størri dunkar, sum eru gráligir á liti. Teir kláru
dunkarnir verða innfluttir, og í hesar tappa vit eitt nú
spritt, har eftirspurningurin snøgt sagt er eksploderaður,
síðan korona-kreppan tók seg upp í vár, sigur Dávur
Restorff Hansen.
SØLAN AV
SPRITTI
EKSPLODERAÐI
Tá korona-farsóttin tók seg
upp, vaks eisini sølan av eitt
nú vaskievnum, hondsápu og
gróðurreinsi
G
óðskuleiðarin, Jóhanna
Zachariasen, vísir á, at
sprittið, sum Kemilux sel
ur, verður innflutt í størri
nøgdum, og síðan verður
tað virkað til ávikavist
hondspritt og yvirflatuspritt, sum verður
brúkt til at turka borð, stólar og annað við.
Glyserinið, sum verður sett til sprittið ger,
at hendurnar ikki torna.
Hon vísir á, at alt sprittið, sum tey senda
á marknaðin, er denatuerað, sum hon rópar
tað, og tað merkir, at tað er gjørt ódrekkandi.
Men, tað er ikki bara nú, korona-farsóttin
hevur herjað, at spritt verður brúkt.
- Spritt verður brúkt alla tíðina, tó at sølan
seinasta hálva árið er eksploderað. Ídnaðurin
brúkar nógv yvirflatuspritt, og eitt nú
tannlæknar og barnagarðar brúka eisini nógv
spritt.
Jóhanna Zachariasen vísir á, at Kemilux sel
ur spritt, sum er í 75 ml dunkum og upp í 5
litur dunkar.
- Seinastu tíðina hevur sølan kortini ikki
verið so ekstrem, sum hon var, tá sølan var
upp á tað mesta. Nú er líkt til, at fleiri koronu-
tilburðir eru aftur, og tí kann hugsast, at sølan
aftur fer at veksa, sigur góðskuleiðarin.
Sápa og gróðurreins
Síðan korona-kreppan tók seg upp, er sølan
hjá Kemilux av eitt nú vaskievnum, hondsápu
og gróðurreinsi eisini vaksin.
- Í byrjanini av umfarssóttini vóru fólk
meira við hús. Mong arbeiddu heimanífrá,
og skúlar og barnagarðar vóru stongd í
rúma tíð. Hugsandi er, at meira varð vaskað
innanveggja, eins og líkt er til, at fólk eisini
fóru út í tún at vaska hús og kring húsini við
gróðurreinsi, sigur góðskuleiðarin, Jóhanna
Zachariasen.
Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari, Dávur
Restorff Hansen, framleiðsluleiðari og Ann Tordis
K. Hellisdal, handils-og marknaðarleiðari
Mynd: Álvur Haraldsen
27