hósdagur 24. september 2020síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Reportasja
Nomatek arbeiðir við
tøkniligum loysnum
Í meira enn 40 ár hevur Nomatek projekterað og framleitt útgerð til fiski- og
alivinnuna og reinsiverk til drekkivatn til kommunurnar
N
omatek, sum hevur skrivstovu, tekni
stovu, goymslu og framleiðsluhølir -
alt undir somu lon - húsast við Sandá
1, og her hevur fyritøkan hildið til
síðan 1993.
Men, røturnar eru væl eldri enn tað.
Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, sum burtur av fór at
projektera og framleiða úr rustfríum stáli til fiskivinnuna,
byrjaði Nomatek sítt virksemi í 1979 - ella fyri stívliga 40
árum síðan.
Øll árini síðan 1979 hevur Nomatek ment og framleitt
nýggja útgerð til fiskavirkir, fiskiskip, alivinnu og til
vatnverk kring um í landinum - alt úr fyrsta floks tilfari.
Ragnar Magnussen hevur verið stjóri síðan 2008
og eigur í dag Nomatek. Fyri at tryggja framtíðar
menningina keypti fyritøkan í fjør heyst eisini grundøki
og bygning, har fyritøkan hevur alt sítt virksemi.
32 starvsfólk hjá Nomatek
Á Nomatek starvast í dag verkfrøðingar og projektleiðarar,
sum menna, projektera og standa fyri framleiðsluni - við
nógvum og royndum handverkarum, sum eitt nú eru
serkønir í sveising av rustfríum stáli og arbeiði við plast
rørum.
- Vit leggja sera stóran dent á góðskuna og útsjóndina,
har vit altíð hugsa um, at útgerðin skal kunna brúkast til
matvøruframleiðslu og vera løtt at reingera, sigur Ragnar
Magnussen, stjóri í fyritøkuni.
Hann vísir á, at Nomatek er eitt virki við nógvari
servitan innan tøkni og loysnir til fiski- og alivinnuna.
Á virkinum starvast í dag 32 fólk, og framleiðslan økist
alla tíðina. Tað hevur ongantíð verið trupult at fáa dugna
ligar handverkarar.
Tiðning av frystum fiski
Øll árini hevur Nomatek verið ein dyggur veitari til før
oysku fiskivinnuna við rustfríum flutningsbondum, kør
um, kassatømimaskinum og øðrum.
Ragnar Magnussen vísir á, at hesi seinnu árini hevur
fyritøkan lagt seg enn meira eftir í samstarvi við vinnuna
at gera lidnar loysnir til framleiðsluna.
- Eitt nú hava vit ment útgerð til tiðning av fiski, sum
í dag er vorðið meira og meira aktuelt, nú vit fáa fitt av
heilfrystum fiski frá línubátum, ið fiska á Flemmish Kap,
Íslandi og Grønlandi.
Stjórin sigur, at føroysku virkini eisini eru farin at
keypa meira av frystum fiskin úr eitt nú Noregi fyri at
tryggja støðugt arbeiði á virkjunum.
Veitingar til alivinna
Føroyska alivinnan hevur havt nøkur góð ár, og alivinnan
hevur á ymiskan hátt skapt nógvar ringvirkningar kring
um í samfelagnum - í fyrsta lagi í arbeiðslønum til tey
mongu, sum starvast hjá feløgunum, og í øðrum lagi í
keypi av alibátum, aliringum og ymiskari útgerð til stóra
virksemi, sum vinnan skapar.
Alivinnan er soleiðis eisini ein partur av grundarlagnum
undir Nomatek, har fyritøkan við Sandá 1 bæði veitir ráð
geving, projektering og framleiðslu av ymiskari útgerð til
vinnuna.
- Veitingarnar til alivinnuna eru serliga í samband við
kryvjing, flakaskering, smoltstøðir, resirkulering av vatni
og sóttreinsan av blóð-og prosessvatni, sum tað verður
nevnt.
Ragnar Magnussen vísir á, at í dag eru krøv um eitt nú
typugóðkenning av útgerð til reinsing av blóð- og prosess
vatni frá kruvdum laksi.
- Hetta er fyri at byrgja upp fyri møguligari smittu
spjaðing, og her hevur Nomatek í dag fleiri anlegg og
skipanir, sum eru typugóðkend av Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni.
Nýtt slam-reinsiverk
Nomatek hevur eisini gjørt reinsiverk til inntak av frísk
um vatni á smoltstøðunum í Føroyum.
- Her verður vatnið reinsað við filtrum, ozon og UV-
strálum. Ozon verður framleitt úr ilt (oxygen). Hetta ger
vatnið klárari og lættir um sóttreinsingina, samstundis
sum laksurin á landi trívist betur í tí klára vatninum.
Ragnar Magnussen vísir á, at Nomatek í løtuni er í holt
við at royndarkoyra eitt nýtt slam-reinsiverk til smoltstøð
ina hjá Bakkafrosti á Strond, og hetta verk er ment saman
við alifyritøkuni.
- Verkið samlar upp slam frá smolstøðini og reinsar
frárensluvatnið, áðrenn tað fer út á sjógv. Slammið skal
síðan brúkast til framleiðslu av biogassi á virkinum Førka
hjá Bakkafrosti á Sandvíkarhjalla.
Tangarnir, sum síggjast á myndini, er vatnreinsiverkið til Húsavíkar kommuni
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
28