hósdagur 24. september 2020síða 61
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Reinari frárensluvatn
Í samband við, at krøvini til frárensluvatn eru vorðin
strangari, hevur Nomatek ment útgerð til reinsing av
frárensluvatni frá pelagisku virkjunum og frá kryvjing
av laksi. Her er tað serliga feitt í vatninum, sum er ein
trupulleiki, og her hevur Nomatek í nógv ár støðugt ment
nýggja útgerð.
- Vit reinsa í dag frárensluvatnið frá øllum pelagisku
virkjunum og frá kryvjing av laksi. Frárensluvatnið verður
fyrst filtrerað, og síðan verður tað reinsað við sonevndari
DAF-flotatión, har smáar luftbløðrur verða blandaðar inn
í vatnið fyri at fáa feitt og partiklar til at flóta upp til vatn
yvirflatuna. Síðan verða partiklar og feitt skavað omanav.
Ragnar Magnussen sigur, at á henda hátt verður størsti
parturin av feittinum og partiklunum skilt frá, áðrenn
vatnið fer á sjógv.
Vaskimaskina til alinótir
Í løtuni er Nomatek í holt við at byggja eina nýggja og
stóra nótavaskimaskinu til Vónina. Áður hevur fyritøk
an bygt tvær slíkar maskinur til Vónina - eina við eini
vaskitrumlu á 30 rúmmetrar og eina við einari vaski
trumlu á 40 rúmmetrar. Nýggja nótavaskimaskinan hevur
eina vaskitrumlu á 60 rúmmetrar.
- Vaskivatnið frá vaskimaskinunum krevur eina serstaka
reinsing, har ávís evni skulu takast úr vatninum.
Ragnar Magnussen vísir á, at til filtrering, bæði í sam
band við flotatión, til frárensluvatn frá smoltstøðum og
vaskivatni frá nótavaski, hevur Nomatek ment eitt nýtt
sonevnt bandfiltur við nýggjari tøkni við vakum, sum
gevur eina betri turking av tí, sum verður filtrerað frá
vatninum.
- Tað er stórur áhugi í útlandinum fyri okkara útgerð
til nótavask og reinsing av frárensluvatni, leggur stjórin í
Nomatek aftrat.
Sóttreinsað drekkivatn
Nomatek hevur í nógv ár projekterað og framleitt vatn
reinsiverk við filtrering og sóttreinsing av vatni, og í dag
reinsar útgerð frá fyritøkuni vatnið hjá umleið 50 bygdum
í Føroyum, og beint í løtuni ger fyritøkan eitt reinsiverk
til Dal og eitt til Húsavík.
- Vatnið verður fyrst reinsað í sandfiltrum fyri at taka
partiklar úr vatninum, og síðan verður vatnið strálað við
UV-geislum, ið drepa bakteriurnar. Vatnið í Føroyum er
yvirflatuvatn og inniheldur sostatt altíð stórt tal av bakterium,
eitt nú e.coli, sum ikki mugu finnast í drekkivatni ella fiski.
Stjórin í Nomatek sigur, at hesar bakteriur doyggja av
UV-strálunum.
Í dag er tað lógarkrav, at ein vatnveitingarskipan skal
hava løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Øll reinsiverkini hjá okkum liva upp til hesi krøv,
og í hesum sambandi hava vit serstaka útgerð og fólk til
yvirvaking og stilling av reinsiverkunum fyri at tryggja,
at reinsingin lúkar treytirnar, sigur Ragnar Magnussen.
Svimjihylar og reint vatn
Sum eitt náttúrligt framhald av vatnreinsing projekterar
og veitir Nomatek eisini kompletta útgerð til reinsing av
vatni í svimjihylum.
Her eru eisini strong krøv, sum skulu tryggja, at svimj
ing ikki verður ein smittukelda.
Vatnið verður reinsað við sandfiltrum fyri at fáa hár
og annað úr vatninum. Eisini verður vatnið reinsað við
kolfiltrum fyri at taka burtur kloraminir. Hesi geva sviða
í eygunum.
Klor verður tilsett fyri at drepa bakteriur og virus.
Privati marknaðurin
Nomatek hevur eisini framleiðslur og tænastur til tann
privata marknaðin, og fólk eru altíð vælkomin at venda
sær til fyritøkuna við hugskotum og fyrispurningum.
Her eru nógvir ymiskir møguleikar úr rustfríum stáli,
eitt nú altanir og terassur við rekkverki úr glasi ella stáli,
trappur, stór og smá portur og ymiskt annað.
- Tað er bara hugflogið, sum setir mørkini. Møguleik
arnir eru nógvir, har viðskiftafólk kunnu velja snið, stødd
og tilfar, sigur stjórin í Nomatek, Ragnar Magnussen.
Eitt av starvfólkunum vísir okkum nýggju nótavaskimaskinuna
»Stórur
áhugi er í
útlandinum
fyri útgerðini
hjá Nomatek
til nótavask
og reinsing av
frárensluvatni«
Ragnar Magnussen hevur verið stjóri í
Nomatek síðan 2008, og tað er hann, sum í
dag eigur fyritøkuna, ið hevur 32 fólk í starvi