Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 – Tá tú byrjar sum sjálvstøðugur, fert tú at uppliva at fáa "nei" til tíni hugskot túsund ferðir. Men tú verður noyddur til at halda fram túsundogeina ferð. So knappliga er har ein, sum sigur "ja" - og so kemur tú víðari, sigur Alfred Joensen, sum klárar seg væl við sínari fyritøku í Danmark 49 ára gamli Alfred Joensen av Hvíta­ nesi eigur og rekur fyritøkuna NES Technology, sum hevur nógv­an vind í seglunum fyri tíðina. Fyri­tøk­an heldur til í hjartanum í Keyp­manna­ havn á Sankt Annæ Plads, og í løtuni eru eini 20 starvsfólk í starvi har. NES Technology - ella NES Tech - er ein fyritøka, sum menn­ir kjarnuskipanir til pensiónsfeløg. Skipanin hjá NES Tech hevur navnið Polaris, og tað er í høvuðsheitum hend­an kjarnuskipanin, sum definerar fyritøkuna í dag. Í stuttum tekur Polaris sær av øllum tí, sum eitt pensións­ felag hevur brúk fyri í sínum arbeiði. Sum pensiónsfelag skal mann taka hædd fyri sera nógv­um detaljum, og tað er tí rættiliga innviklað at gera sovorðn­ar kjarnuskipanir, sum umframt góðar førleikar krevja stórt álit millum kunda og veitara. Alfred Joensen tyk­ist hava funnið røttu balancuna millum hetta, tí tað gong­ur rættiliga væl hjá NES Tech, sambært stjóranum sjálv­um. – Um eg sjálvur skal siga tað, so gongur tað ótrúliga væl. Fyritøkan varð stovnað í 2007, so tað er ein nokkso gom­ul fyritøka eftir hondini. Men tey síðstu fýra til fimm árini er verulig gongd komin á, sigur Alfred Joensen. Byrjaði fyritøkuna einsamallur Sum blaðungur flutti Alfred Joensen fyrst í 90’unum nið­ur í lestrarørindum, og hann hevur búð í Danmark líka síðan. Hann las til civilverkfrøðing á DTU, har hann eisini skrivaði eina Ph.D. eftir lokna útbúgving. Aft­aná hetta fór hann beint út á arbeiðsmarknaðin og fekk sær nakrar royndir. Hann arbeiddi við software hjá yms­um fíggj­arfyritøkum, og her sá hann, hvussu mann gjørdi soft­ware til eitt nú bankar, tryggingarfeløg og pensións­ feløg. Í 2007 stovnaði hann fyritøkuna NES Tech, tí hann vildi sleppa at menna ymiskt slag av KT-loysnum. Navnið NES Tech hevur sín uppruna av Hvítanesi - NES vísir til Hvít­a­NES. Harumframt eru onnur elementir í hug­skot­ in­um til navnið, eitt nú at nógvar KT-fyritøkur brúka tríggj­ar bókstavir. At byrja við visti Alfred ikki heilt, hvat fyri software fyri­tøkan skuldi gera. – Málið var bara, at fyritøkan skuldi menna software­ prod­uktir. Men eg visti, at tað skuldi vera okkurt innan fyri tað økið, sum eg kendi til, sigur hann og sipar til roynd­irnar aftaná lestrarárini, har hann hevði ment loysn­ ir til bankar, tryggingarfeløg og pensiónsfeløg. Alfred Joensen leggur stóran dent á at gera snotiligar og brúkaravinarligar skipanir til kundar sínar TEKSTUR PÆTUR HJALMAR EVENSSON MYND ÁLVUR HARALDSEN Menna kjarnuskipanir til pensiónsfeløg