Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Aftaná at hava roynt at ment ymsar softwareloysnir til ymisk endamál gjøgnum eina tíð, valdi Alfred at fokusera upp á kjarnuskipanir til pensiónsfeløg burturav, tí hann sá møguleikar á hesum økinum. Fleiri góðar avtalur við kundar Alfred Joensen var einsamallur um fyritøkuna fyrstu tíð­ ina, og hetta hevði sína ávirkan. – Tað var nokkso ringt at sannføra stórar fyritøkur um at keypa kjarnusoftware frá einari so lítlari fyritøku. Tað tekur eisini øgiliga langa tíð at uppbyggja eitt álit á eina fyritøku sum okkara, tí okkara skipanir eru so kritiskar, og nógvir pengar eru í skipanini. Skipanin skal bara rigga. So tað tók tíð, áðrenn alt byrjaði at forma seg, fortelur Alfred. Fyritøkan vaks seg spakuliga størri árini aftaná 2007, og í 2015 broyttist alt, tá Alfred Joensen fekk eina avtalu í lag við ein kunda, sum nokk hevur verið tann týdningarmesti kundin á leiðini hjá NES Tech. – Eg tosaði við svensku fíggjarfyritøkuna Skandia, sum hevur eina deild í Danmark. Tey skuldu hava eina nýggja kjarnu­skipan, sum skuldi umsita teirra pensións­upp­spar­ ing­ar. Og tað eydnaðist at fáa eina avtalu í lag við tey. Aftaná hesa avtaluna byrjaðu fleiri møguleikar at vísa seg. Hann fekk eitt nú avtalu við stóra danska íløgu­bank­ an Saxo Bank, og føroyska tryggingarfelagið LÍV bleiv eis­ini kundi. Nú fyrst í september fekk NES Tech avtalu í lag við Aka­demikerPension, sum eisini má sigast at vera sera gott fyri fyritøkuna. Alfred hevur áður gjørt uppgávur fyri AkademikerPension, so her frá hevur felagið kent til NES Tech og uppbygt eitt álit á KT-fyritøkuna, sum jú er sera umráðandi í hesari bransjuni. Harumframt hevur NES Tech eisini gjørt eina stóra upp­gávu fyri føroyska Elektron. Hava eisini kapping NES Tech er sum fyritøka ikki einsamøll á danska markn­aðinum við pensiónsskipanarloysnum. Men Al­ fred Joensen hevur allatíð hildið, at tørvur er á onkrum nýggj­um. – Eg hugsaði, at mann væl kundi gera hetta eitt sindur bílig­ari. Mítt hugskot var at arbeiða eitt sindur meira effektivt, og eg haldi eisini, at vit hava prógvað, at tað ber til. Vit eru bara 20 fólk, og tað hevur eydnast okkum at gera kjarnuskipanir uppá stutta tíð og til lágan kostnað, sig­ur Alfred Joensen. – Tá mann sigur, at mann kann gera tað bíligari, so hugsa fólk ofta, at so er tað nokk ikki líka gott. Men so­ leiðis er tað ikki, tí vit arbeiða bara upp á ein annan máta, tá vit menna skipanir. Góð starvsfólk eru týdningarmikil Alfred Joensen gevur stóran part av ærunu fyri góðu gongd­ina til síni starvsfólk. – Í grundini er tað rættiliga banalt, men tá mann hevur tey røttu starvsfólkini, so er tað gott. Ein dugnaligur per­ són­ur kann gera meira enn 100 starvsfólk, sum kanska ikki duga líka væl. Tí snýr tað seg um at finna røttu fólk­ ini, sigur hann. Hann vísir á, at tað ofta krevur nógv fólk at arbeiða við so stórum verkætlanum, sum mann arbeiðir við í hesari bransj­uni. – Tað kann vera ringt at koordinera tað heila, um 300 fólk arbeiða uppá somu verkætlan. Um har eru færri fólk, sum hava røttu royndirnar og førleikarnar, so riggar tað bet­ur. Hetta er ein partur av, hví vit hava fingið tað at eydn­ast so væl, sigur Alfred Joensen. – Føroyingar eru dugnaligir Fleiri føroyingar arbeiða í NES Tech, og Alfred upplivir, at tað er ein fyrimunur at hava føroyingar í starvi. – Eg haldi, at føroyingar hava eitt kempi potentiali inn­ an fyri software. Mínar royndir vísa, at mentalitetur spælir ekstremt nógv inn, tá mann skal gera software, sigur hann og greiðir víðari frá, hvat hann meinar við. – Av tí at Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, so hev­ur mann instillingin, at øll mugu duga eitt sindur av hvørjum. Tá mann kemur til størri lond, so eru fólk meira specialiserað. Tann mentanin, sum føroyingar hava, rigg­ar bara ófatiliga væl í sambandi við software, sigur Al­fred Joensen. – Tú mást vera treiskur og tolin Hvat skal til fyri at byrja sína egnu fyritøku og koma víð­ari har frá? – Eg havi ofta hugsað um, hvør uppskriftin er, og hvat man skal kunna. Serliga áðrenn eg fór í gongd, og tá hugdi eg eftir, hvat onnur gjørdu. Men fyri mítt viðkomandi, so má eg bara siga, at tað hevur týdning at vera treiskur og tolin. Og ongantíð at geva upp, tá mann fer mótgongd. Tí hetta hongur saman, sigur Alfred Joensen. – Tá tú byrjar sum sjálvstøðugur, fert tú at uppliva at fáa "nei" til tíni hugskot túsund ferðir. Men tú ert noydd­ ur til at halda fram túsundogeina ferð. So knappliga er har ein, sum sigur "ja", og so kemur tú víðari. Tí snýr tað seg bara um at vera treiskur, tolin og blíva við. Vóna at røkka út um heim Alfred Joensen trívist væl í hesari bransjuni. – Tað kann gott ljóða eitt sindur keðiligt og óinter­ess­ ant, tá mann sigur, at mann ger software til pensiónsfeløg. Men tað er rættiliga avancerað software, og eg vil í roynd og veru kalla tað fyri high-tech. Út frá einum tekniskum sjón­armiði so er hetta sera spennandi at arbeiða við og krev­ur nógvan førleika, sigur hann. Alfred Joensen roknar við, at stóra fokusøkið hjá Nes Tech komandi árini enn fer at vera softwareloysnir til pensiónsfeløg. – Vit hava rættiliga nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, so tað skulu vit líka fokusera uppá fyrst. Men ætlanin er heilt sikkurt at fáa fleiri kundar. Tað er absolutt tað týdn­ingarmesta, sigur stjórin, sum brúkar sera nógva tíð uppá at tosa við møguligar kundar, og í hesum sambandi ferð­ast hann eisini nógv frá landi til land. – Vit vóna at fáa fleiri avtalur við fyritøkur í Danmark og Norðurlondum, men tað ultimativa er at fáa kundar longri úti í heiminum. Tað er málið. Har eru heilt sikkurt møguleikar uttanlands, sigur Alfred Joensen. Í oktober flytir NES Tech úr hølunum á Sankt Annæ Plads, tí tørvur er á størri plássi. Nýggju hølini eru á Amalie­gade, sum er eitt hanagleiv frá núverandi hølunum, og hetta gleða Alfred og starvsfólkini seg nógv til. Nøkur av føroysku starvsfólkunum í kontórinum hjá NES Tech mitt í Keypmannahavn Samrøða