Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Steinar Patursson Fyri trimum døgum síðani kom nýggi Detti­ foss­ur hjá Eimskip inn á Havn­ina og legði at við nýggju Skansabryggjuna. Fyriuttan russiska trolaran Yantarny, ið varð lagd­ur við Skansa­ bryggju­na, har hann kundi larma í friði og náum, er Dettifossur fyrsta skipið, ið hevur hevur lagt at har - Detti­ foss­ur er í øllum fyrsta skip­ið, ið hevur lastað við nýggju bryggjuna. Og sambært Boga P. Nielsen, stjóra á Skipa­ felag­num, so eydnaðist væl. – Tað gekk væl. Tað royndist øgiliga væl, og tað nýggja økið er gott at arbeiða á. Eitt øki á 120 metrar av keiini er gjørt, so har halda vit okkum innan­fyri, sigur Bogi P. Nielsen um nýggju bryggju­na. Og neyðugt er eisini at leggja Dettifoss at við nýggja bryggjuna, tí skip­ið stingur ov djúpt til gamla bryggjuplássið innan­fyri. Innan fyri molan eru níggju metr­ar á botn, og av tí at Detti­ foss stingur 12 metrar, er neyðugt at leggja at við nýggju bryggjuna, har dýpið er um 15 metrar. Brúarfossur og Dettifossur Umframt Dettifoss letur Skipafelagið eisini Brúar­ foss byggja, og aftrat teim­um er eisini Tukuma Arctic. Skipini eru bygd í Kina, og tey eru munandi størri enn skipini, ið tey loysa av. Tey eru 180 metrar lang og 31 metrar breið, stinga max 12 metr­ ar og lasta 2.150 TEU. – Eitt TEU svarar til eina 20-fótsbingju. Okkara gamla skip var um 1.400 TEU. So hetta er hálv­trýss prosent størri enn gamla skipið, sigur Bogi P. Nielsen. Hóast talan eisini var um eina roynd at leggja skipið at og vita, hvussu tað gekk við nýggju bryggju­ni, var eisini tørv­ ur á at lasta, ger Bogi P. Nielsen greitt. – Vit høvdu so nógvan farm, so vit høvdu brúk fyri at fáa skipið at bryggju, sigur Bogi P. Nielsen, og leggur aftrat, at skipið kom úr Grøn­ landi og Íslandi til Føroya. 40 dagar til Føroya Dettifossur kemur kort­ ini ikki aftur á Havnina í oktober mánaði. Bíð­að verður nú eftir, at Brúar­ fossur kemur í flotan, og so fer felagið at seta skipini inn í siglingar­ ætlan. – Skipið kemur nokk ikki aftur fyrr enn í novem­ber mánaði. Brúar­ fossur kemur úr Kina nú - tað loysir í næstu viku - og so siglir tað yvir til okkara. Tað tekur eini 40 dagar. So fara vit í gongd síðst í november ella fyrst í desember, har Tórs­havn er partur av siglingar­ætlanini. Nýggja Skansa­ bryggjan skuldi upp­runa­ liga verið liðug í fjør, men arbeiðið hevur verið nógv seinkað. Ein partur av bryggjuni er tikin í brúk, og tað er tann parturin, har Dettifossur legði at. Alt arbeiðið við teirri bryggjuni skal eftir ætlan vera liðugt um hálvan novem­ber. DETTIFOSS ROYNDAR­ KOYRDUR Á SKANSABRYGGJU Tað gekk væl at lasta Dettifoss við 100 bingjum, hóast bert ein partur av bryggjuni er tikin í nýtslu. Í november kemur systirskipið Brúarfoss til Føroya, og skipini verða sett í fasta siglingarætlan Jónsvein Lamhauge, havna­meistari í Tórs­ havnar Havn, letur eisini væl at royndarsiglingini við Dettifossi leyg­ar­ dagin. Tað gekk væl at av­ greiða Dettifoss, ið fekk 100 bingjur við, sigur Jón­svein Lamhauge. Hóast royndar­sigl­ing­ in gekk væl, ger Jónsvein Lamhauge greitt, at talan er um eina kei, sum fram­vegis er í ger. – Tað er vert at við­ merkja, at keiin er ikki liðug, men vit hava øgi­ liga stóran tørv á at kunna leggja skip til har, tí tað er so nógv trýst á. Tí hava vit gjørt soleiðis, at tað ber til at avgreiða skip á einum lítlum parti av havnaøkinum. Tað eru um 200 metrar, ið Havnin brúkar av nýggju bryggjuni, sigur Jónsvein Lam­ hauge, sum vónar, at rest­in av innaru bryggju­ni verður liðug í heyst. – Alt er ikki asfalterað. Tað er bara økið, sum vit arbeiða á, sum er asfalterað, og tað mugu vit bara læra okkum at liva við, til alt kemur upp á pláss. Tað er ikki eins greitt, nær restin av Skansa­ bryggjuni verður liðug, men vónað verður, at alt stendur klárt eina­ferð seint í vár, sigur Jón­ svein Lamhauge. Stórur tørvur á nýggju bryggjuni