Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SLAKTIÐ – Tað er partur av føroyskari mentan at fara á fjall, fletta og at fáast við seyð annars, men vit mugu eisini fata, at partur av hesum virkseminum má professionaliserast, tí sum nú er verður ov lítið av tilfeinginum gagnnýtt, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur ANNIKA KUNOY IM annika@sosialurin.fo Tað er partur av føroyskari mentan at fara á fjall, fletta og at fáast við seyð annars, men vit mugu eisini fata, at partur av hesum virkseminum má pro­fessionaliserast, tí sum nú er verður ov lítið av til­feing­in­ um gagnnýtt, og hóast or­søk­ir­ n­ar til tað eru ymiskar, verður end­in, at tað, sum nú endar í rusk­ílatinum, dettur millum fingrarnar hjá okkum og úr før­oysku mentani. Har er nógvur góður matur og nógv virði, sum fer til spillis, og tað er eitt tap fyri Føroyar, greiðir Jóan Pauli Joensen, fólka­lívs­ frøðingur, frá. Seyðahald er heimligt Meðan neytahald í Føroyum at kalla er farið í søguna – hó­ ast tað, sum eftir er er ídn­að­ar­ gjørt – er seyðahald í Føroyum í høvuðsheitunum ikki broytt síð­ani 1298. – Tað er moderniserað við tíð­ini, men er í høvuðs­heit­un­ um, sum tað altíð hevur verið, sigur Jóan Pauli Joensen. – Onkursvegna er tað eisini ein romantiskt hugmynd at sleppa at fara á fjall við øllum tí, sum tað hevur við sær av sosialum løtum og sið­um. Tað er ein lítil partur av føroyingum, sum enn fæst við seyð, men man má skilja, at tað enn er ein áhugi fyri slíkum, men man má eisini skilja, at tað eru mong, sum einki hava við seyð at gera. Hevur tú ong­ an­tíð fingist við slíkt, verður áhug­in eisini minni, sigur hann. Seyðahald hoyrir enn til tað heimliga og er ikki ídn­að­ar­ gjørt. Tað er stuttligt at fáast við og nógv halda tað vera áhugavert, hóast færri og færri hava stundir til at fáast við tað. Sjálvandi skulu tey, sum hava tíð og hug at fáast við seyð framhaldandi kunna gera tað, men tað kann vera, at tíð­in eisini er komin til, at vit Matmentanin á veg Tíðin er komin til, at hetta verður stýrt, og verður tað ikki gjørt, dettur tað burtur úr mentanini, og eingin veit hví