Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 SLAKTIÐ pro­fessionlera seyð og seyða­ hald, heldur hann. Professionaliseringin kundi verði gjørd við sláturhúsum, sum høvdu fingið nógv meir burturúr slaktaða seyðinum, sum bóndir ikki hava tíð og orku til í dag, tá tað heldur ikki ber til at løna fólki at hjálpa teimum, greiðir hann frá. – Hóast ein profession­al­is­ er­ing fer fram, nýtist tað ikki at verða soleiðis, at øll steðga við at fáast við seyð. Tey sum hava seyð kunnu halda á við sín­um arbeiði, men vit føroy­ ing­ar áttu at spakuliga at lagt hesa professionaliseringina til rættis við framtíðini í huga, heldur hann. – Fólk fara á fjall og fáast við seyð og annað í viku­skift­ um og í frítíðini. Nú má tað laga seg eftir gerandisdegi við ar­beiði, frítíðarítrivum, ítrótti og øðrum, greiðir han frá. Hetta merkir so eisini, at seyður og seyðahald er vorðið ein partur av føroysku bygda­ ment­anini, har tey fáu fáast við tað, og hini fegin vilja gjalda fyri at fáa tað. Tað er stutt­ligt fyri tey, sum tíma, men tað eru fleiri, sum als ikki tíma ella orka, og sum síggja ein fyrimun at fáa tað flett og kunna rinda fyri tað. – Okkum dámar enn at fáa turkað og ræst føroyskt kjøt, men tíð er ikki til at fáast við restina av seyðinum. Tað er lætt­ari fyri modernaða før­oy­ ing­in at keypa matin, sigur hann. Tíðin, sum hevur riggað best til føroyska samfelagið var slupptíðin fyri 100 árum síð­ani, tí tá vóru mennirnir burt­ur um summarið og komu aft­ur um heystið. Tað vóru fólk í bygdunum til at taka sær av bygdararbeiðinum. Í dag ar­ beiða bæði menn og kvinnur, og nógv er, sum tey mugu brúka lønirnar til. Eitthvørt má broytast Jóan Pauli Joensen heldur, at tað er syndarligt, at vit í Før­oy­ um ikki hava professionella útgerð, so slaktið verður effekt­ ivari, og meir av virð­in­um verð­ur gangnýtt. Hann minnist aftur á eina ferð í Fraklandi, har hann í glugganum hjá slaktarinum sá alt slag av mati, sum vit før­ oyingar ótu nógv av fyri bert fáum árum síðani. – Eg var í Fraklandi og hugdi í vindeygað á slaktarahúsinum. Har var alt frá møri til hvíta­ nýru og annað, sum vit eis­ini kenna frá føroyskari matgerð, til sølu, sigur fólka­lívs­frøð­ing­ urin. – Hetta átti eisini at verið sølu­vøra í Føroyum, tí er tað til taks og verður borðreitt, læra vit eisini at eta og at dama tað. Tí smakkur kemur ikki av sær sjálv­um, sigur hann og leggur síðani aftrat, at atkomuligheit hevði havt við sær, at føroysk matgerð gjørdist partur av før­ oyskari mentan og ikki bert eini selktivari mentan hjá teim­um, sum tíma at fáast við seyð. – Tað er synd, at vit í dag ikki kunnu keypa alt tað góða føroyska í matvøru­handl­un­ um. Har er okkurt, sum má broyt­ast, sigur fólkalívs­frøð­ ing­urin. – Tíðin er komin til, at hetta verður stýrt, og verður tað ikki gjørt, dettur tað burtur úr ment­anini, og eingin veit hví, sig­ur hann síðani. Hann heldur eisini, at tað rætta hevði verið, at vit í Før­ oy­um gerast fullkøn í ment­an­ ararvi okkara, og tað høvdu vit verið um ein profession­alis­er­ ing fór fram. – Tað er umráðandi, at man hevur stýr á broytingunum, sum henda, og ger tær so góð­ ar, sum møguligt, sigur hann. Øll menniskju liva í bólkum, og tað er ein lítil bólkur av samlaða fólkatalinum, sum hev­ur við seyð, fallgongu og fletting at gera, hini vita knapt nokk, hvat tað er, greiðir fólka­ lívs­frøðingurin eisini frá. Tað er ikki neyðugt at strika hendan partin úr føroysku ment­anini, men neyðugt er at gera okkurt, sigur hann aftur. Spurdur um hvør hann heldur eigur ábyrgdini av hes­ um, sigur hann, at tað kann vera, at tað er ein almenn upp­ gáva og tørvur á byrjunarstuðli til tey, sum hava hug til dyrvi til at liggja framvið. – Eg vænti tó ikki, at hetta verður broytt sum tað fyrsta í nærmastu framtíð. Fólk vilja framhaldandi hava kjøt, men áhugin fyri øðrum í slaktinum er dalandi, samstundis sum før­oysku matvanarnir broyt­ ast, sigur Jóan Pauli Joensen. millum fingrarnar Man má skilja, at tað enn er ein áhugi fyri slíkum, men man má eisini skilja, at tað eru mong, sum einki hava við seyð at gera Er tað til taks, og verður tað borðreitt, so læra vit eisini at eta og at dama tað. Tí smakkur kemur ikki av sær sjálvum