týsdagur 29. september 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SLAKTIÐ
SEYÐAHALD Fyrr gekk tað mest út
upp á at hava stóran seyð, men so
er ikki longur, sigur toftamaðurin í
Porkeri, Óli í Hjøllum. Hann heldur, at
tann, sum fær sær seyð, átekur sær
samstundis eina heilt serliga skyldu
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað var ongantíð ætlanin, at
eg skuldi verða suðuroyingur.
Tað sigur Óli í Hjøllum í
Porkeri.
Upprunaliga er hann av
Toftum har hann var lærari,
og har høvdu hann, og konan,
Jónhild Bech úr Porkeri, eisini
bygt í 1981.
Í 1987 fluttu tey suður til
Porkeris, men ætlanin var at
flyta norður aftur árið eftir.
Men so vóru boð eftir Óla at
fara til Vágs at taka við sum
fyribils skúlastjóri í Vági.
Tað skuldi bara vera í nakrar
vikur, men vikurnar blivu til
mánaðir, og mánaðirnir blivu
til ár, og nú, yvir 30 ár seinni, er
hann enn í Porkeri.
Hann sigur, at konan hevði
einki ímóti at flyta suður, og
sjálvur treivst hann væl í skúl
anum í Vági, so tey samdust
um at verða verandi. Sostatt
bygdu tey aftur í nýggja bý
linginum á Hólavegi í Porkeri.
Tað var fyrst í nítíárunum, og
har hava tey búleikast líka síð
ani.
Heilt síðani hann var smá
drongur, hevur Óli í Hjøllum
havt stóran áhuga fyri seyði
og ígjøgnum eitt langt lív hev
ur gjørt sær nógvar royndir, og
nógvr áhugaverdar eygleiðing
ar um seyðahald og alt, sum
har uppi í hongur.
Í barnaheiminum á Toftum
høvdu tey annars ikki so nógv
an seyð. Tey høvdu eitt gerði,
har tey høvdu kúgv, sum fór
við tí mesta av hoynum. Men
tey høvdu altíð eina heimaær
og onkuntíð eisini okkurt horna
lambið.
Tá ið hann varð lærari, fekk
hann sær altíð nøkur veður
lomb at føða inni til veðrar og
tá ið kúgvin varð dripin, var
nokk av fóðuri til seyð.
Tá ið tey so høvdu gjørt av
at búsetast í Porkeri, keypti
hann tvær traðir sunnan fyri
bygdina og hann keypti sær
eisini nakrar gyllin í haganum.
Og á bróstinum á lítlu skriv
stovuni heima, hevur hann
fleiri hillar, sum eru rokaðar
við steypum, sum ein sjóligan
vitnisburð um, hvussu nógva
orku, hann leggur í seyðin.
Fekk 33 lomb undan 20 óm
Nú hevur hann so gott 20
áseyðir og hann hevur gott 30
seyðir at drepa um árið.
– Í vár hevði eg 20 ær at
lemba og 13 av teimum vóru
tvílembur, sigur Óli. Sostatt
fekk hann 33 lomb undan 20
óm.
Hann sigur, at hann passar
seyðin væl, men hann hevur
eisini havt tvílembulomb til
brund og tað fekk hann so úrs
litið av í vár.
Hann sigur, at skalt tú fáa
nakað burtur úr tvílembum,
skal tað passast væl og tað er
bara í undantaksføri, at tey
fara í hagan, annars hevur
hann tey á trøðini.
Hann hevur eisini altíð
einar seks til níggju veðrar og
tað er tað sama í ár.
Hann sigur, at hesi seinastu
nógvu árini hevur hann altíð
havt ein eldri veðr, ein tvævet
urs veðr, men er talan um úr
valsseyð, kann hann gott finna
upp á at hava hann í trý ár.
Teir veðrarnir verða brúktir til
brund.
Størri seyður nú
Óli í Hjøllum sigur, at fyrr gekk
tað mest út upp á at fáa so
stórar veðrar sum gjørligt.
– Á Toftum kappaðust vit
eisini um at hava tann tyngsta
veðrin, men vit royndu altíð
eftir at brúka eina ávísa vekt,
tí hon royndist best, flennur
hann.
Men vektin var kortini ikki
líka góð tá á døgum, sum hon
er nú. Óli sigur, at tað var ikki
fyrr enn í 1978, at tað eydnaðist
honum at fáa ein veðr, sum
vigaði 80 pund.
Í dag er tað púra vanligt og
Óli heldur, at tað er medisinið,
sum eigur ein stóran heiður
fyri tað.
– Fær seyðurin medisin,
trívist hann betur, og tað sæst
aftur í vektini, sigur hann.
Men heldur enn bara at
hugsa um vektina, leggur Óli
stóran dent á at hava penan
seyð og tí hugsar hann seg
eisini væl um, áðrenn hann
setur veðurlomb við.
Í hesum sambandi hyggur
hann eftir, hvussu mátini eru
um bringuna og um mjóryggin.
Hann hyggur eisini eftir um
horn, ull og bein eru sum tey
eiga at vera.
– Eg leggi størri dent á at
seta penan seyð við, enn eg
leggi dent á vektina. Tað, eg
seti við, skal helst verða eitt
lamb, sum fær fyrstu virðisløn
á seyðasýningum, leggur hann
afturat.
– Og so verða veðrarnir
passaðir væl. Teir fáa hoyggj
og kraftfóður. Eg gevi seyðin
um grasperlur og seyðafóður,
men veðrarnir fáa mest strukt
ur-fóður. Seyðurin, sum stend
ur inni, fær tvær ferðir um
dagin. Hann fær hoyggj um
morgunin og so aftur hoyggj
og kraftfóður um kvøldið.
– Eg haldi, at tað er ov lítið
at geva seyðinum eina ferð um
dagin. Tað nyttar ikki bara at
fylla krubbuna við hoyggi, tí
seyðurin andar í hoyggið, og so
etur hann tað illa.
– Tá er tað betur at geva
honum minni, og at passa
nøgdina soleiðis, at hann etur
upp hvørja ferð. Eg billi mær
inn, at seyðurin trívist betur,
tá ið hann ikki skal standa
uppi yvir gomlum hoyggi, og
tá fer eisini nógv minni hoyggj
til spillis, sigur hann.
Porkenningar
verða
ofta
argaðir við, at teir geva veðr
unum putursukur fyri at fáa
teir feitar. Men Óli í Hjøllum
sigur, at tað er ein skrøna, tí
tað passar ikki.
Minni munurin
Eitt, sum hevur serstakliga
stóran týdning, tað er, hvat
hoyggj teir fáa, sigur Óli. Og
hann sigur, at her má tað før
oyska hoyggið lúta fyri tí ís
lendska hoygginum
– Tað íslendska hoyggið, ser
liga teir smáu ballingarnir, er
so nógvar ferðir betri enn tað
føroyska hoyggi, tí tað er nógv
meiri fóðurvirði í tí.
– Eg hugsi, at tað hevur við
terran at gera. Tað er ofta so
vátt í Føroyum, at grasið liggur
ov leingi á bønum og tá minkar
fóðurvirðið munandi.
– Tá ið gras skal ballast, skal
tað vera eitt sindur turt. Er
grasið vátt, verða ballingarnir
Eitt reint og nossligt seyðahús, hevur alstóran týdning fyri trivnaðin, bæði hjá
seyði og teimum, sum hava seyð, heldur Óli í Hjøllum, sum hevur fingist við seyð
alt lívið, og sum hevur gjørt sær nógva eygleiðingar um seyð og slakt
SEYÐAHÚSIÐ OG T
ERU MÍTT ANNAÐ