Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 SLAKTIÐ eyðvitað nógv tyngri at fáast við. Men bakteriur liva betri í vátum grasi, so tað er skjótari at fáa sjúkan seyð, tá ið grasið er ov vátt. –  Tað er eisini dýrt at fáa fólk at balla fyri seg, so í summ­um førum er tað kanska minni munurin á at keypa hoyggj úr Íslandi og at hava sítt egna hoyggj – eisini tí at fóð­urvirðið í hoynum úr Ís­ landi er so gott, at tað krevst minni av kraftfóðuri. Men hann heldur eisini, at í nógvum førum fara føroyingar ov seint í bøin. –  Bøurin skal helst sláast áðr­enn tað blomstrar, ella fyri ólav­søku. Og tá ið grasið er sligið, skal tað fáast turt, ella ball­ast skjótt, tí tá varðveitir tað fóðurvirðið best. –  Tað loysir seg at sláa tíð­ liga, hóast grasið kanska ikki er so loðið, tí er fóðurvirðið tott, er tað heldur ikki neyðugt at geva so nógv – og tá verður eis­ini minni av tøðum at taka upp. Óli í Hjøllum leggur dent á, at skalt tú hava góðan seyð, hev­ur tað alstóran týdning at ansa eftir, hvørji gimburlomb verða slept. –  Nettupp tað haldi eg, at tey, sum fáast við seyð, eru far­ in at ansa betri eftir. Sostatt verða tey lombini lúkað burt­ ur, sum ikki hava tey røttu mát­ini um bringuna og um mjó­ryggin. ella sum hava vána­lig bein, ella vánaliga ull. – Seyðurin er nógv úti, og er ull­in ikki góð, serliga á bak­in­ um, mistrívist hann, so eg haldi, at tað er rætt at lúka øll tey ljótu gimburlombini frá og bara at seta tey penastu lomb­ ini við. –  Og tá ið seyður so fer í hag­an, er neyðugt at ansa eftir, hvar seyðurin gongur, so at ikki ov nógv av seyði fer í hag­ an, sum gongur sama stað. Seyð­ur eigur at verða sleptur í hag­an, soleiðis at hann gongur spjadd­ur um allan hagan. Og syrgt eigur at vera fyri at seyð­ urin fer í hagan, og ikki bara liggur í undirhaganum, tí hann skal vera til seyðin at ganga á um heystið. – Tí hevur tað alstóran týdn­ ing, at tann, sum hevur seyð­in, kennur hann, sigur Óli í Hjøll­ um. Í Porkeri liggur seyðurin brakk allan veturin, tí at kalla all­ur seyðurin er heima. Og hann ivast í, hvussu gott tað er, tí hann heldur, at grasið eigur at vera bitið meiri niður, so at nýtt gras kann veksa upp. –  Eg haldi eisini, at vit saktans kundu havt nøkur ross í haganum, sum ordiliga kundi bitið grasið niður fyri at fáa nýtt gras at veksa betur. Men hann heldur eisini at vit áttu at endurskoða skipanina, tí hann heldur, at í summum førum er ov nógvur seyður í haganum –  Hevði áseyðatalið í Suðuroy verið skert ein triðing, vænti eg, at tað hevði verið ein vinningur í longdini. Vektin hevði batnað munandi, seyðurin hevði klárað seg bet­ ur í haganum, so tað hevði ikki verið neyðugt at givið so nógv afturat, heldur hann. Átaka sær eina heilt serliga skyldu Óli í Hjøllum sigur, at skalt tú hava seyð, og fáa eitt gott úrs­ lit, eru tað nakrar fortreytir, sum helst skulu vera til staðar. – Hjá mær hevur tað hevur tað havt stóran týdning, at eg eri uppvaksin við seyði og djór­haldi. Eg haldi eisini, at tað hev­ur stóran týdning, at kon­ an er áhuga, tí seyðurin fer við rætti­liga nógvari tíð. – Hjá okkum er tað so heppið, at verpápin fekst nógv við seyð, so konan er upp­vaks­ in við jarðarbrúki og hon veit, hvat tað krevur av tíð, so tað góð­tekur hon. Hjá mær eru trøðin og seyða­húsið mítt annað heim, og hevði eg ikki undirtøku frá kon­uni, gongur tað ikki. Og kann konan ikki taka eina hond í tá ið tað stendur á, gong­ur tað heldur ikki, sigur Óli.  – At hava seyð er nevniliga ómeta­liga bundið og tú ert, meiri ella minni, upptikin av tí at kalla hvønn dag í árinum. Hansara sannføring er, at tann, sum átekur sær at hava seyð, átekur sær eisini eina ser­liga skyldu til at fara væl við honum. –  Tann, sum hevur seyð, hev­ur eisini skyldu til at ansa eftir, at seyðurin hevur nokk av fóðuri og nokk av vatni. Og tað skal eisini syrgjast fyri, at seyðurin, sum er inni, stendur reint og turt. Og so ger hann eisini vart við eini viðurskifti, sum ikki øll geva sær far um, og tað eru kleyvarnar. – Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá seyðinum, at kleyvarnir verða skornir. Tað verður gjørt ov lítið av at ansa eftir kleyvunum, bæði ímeðan seyðurin stendur inni um veturin, ella í ullarroytingini. –  Seyður við penum kleyv­ um trívist betur enn seyður, sum gongur og beklar tí at kleyv­arnir ikki verða passaðir. Tað er eisini ymiskt, hvussu seyð­ur slítur kleyvarnar. Er gólvið í seyðahúsinum av trær­ im­um, slítur hann næstan ikki kleyv­arnar. Tá eru jarnrimar kanska frægari, men mær dám­ar mær ikki jarnrimar tí tað er kalt hjá seyðinum at leggja seg á. Nú fæst so annað und­irlag av plasti og sagt verð­ ur, at tað er gott. Hinvegin heldur Óli Í Hjøll­ um at myndugleikarnir áttu at fylgt við, hvussu seyðurin kring landið hevur tað. Og nú vit hava fingið eina nýggja djóra­verndarlóg, heldur hann, at myndug­leikarnir áttu at gjørt meiri burtur úr at at havt fólk, sum ferðaðust runt at kanna viðurskiftini fyri at vita, hvussu seyður, og onnur hús­djór, hava tað. Men sum heild heldur hann, at seyðahúsini nógv betri nú enn tey vóru fyrr, og at seyð­ ur­in, sum heild, eisini hevur tað nóg betri nú. – Tað hevur stóran týdning at hava eitt gott seyðahús, har tað er reint og turt. Tá ið seyð­ urin hjá mær fer út um várið, verður húsið reinsað fyri tøð og trýstspulað innan. Sam­ stundis verður tað eisini málað innan at kalla á hvørum árið. Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá seyðinum, at tað er reint og turt og tað er eisini ein stór sjúkufyribyrging í tí. – Men tað hevur eisini týdn­ ing fyri tey, sum hava seyð, at tey trívast í seyðhúsinum og tíma at vera har, tí tað er ein for­treyt fyri at passa seyðin væl, heldur Óli í Hjøllum. Eg leggi størri dent á at seta penan seyð við, enn eg leggi dent á vektina Óli í Hjøllum á veg í seyðahúsið, sum er avbera nossligt, bæði uttan og innan Óli í Hjøllum hevur nógv steyp sum ein sjónligan vitnisburð um, at hann brúkar nógva tíð og orku upp á seyðin. Onkur av steypunum hevur hann kortini vunnið í fimleiki í sínum ungu døgum. TRØÐIN HEIM