Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SLAKTIÐ Kjøtið skal passast líka væl sum seyðurin SEYÐAHALD Tað er ikki alt tað gamla, sum er gott, men eg havi eisini ringar royndir av onkrum av hesum nýggja, sigur Óli í Hjøllum ÁKI BERTHOLDSEN Skalt tú hava gott kjøt, eru tað eru nøkur viðurskifti, sum hava ein serliga stóran týdn­ ing. Tað heldur Óli í Hjøllum í Porkeri. Hann hevur altíð fing­ ist við seyð og í tí smbandi hev­ur hann gjørt sær ymsar eyg­leiðingar, og tað heldur hann, hevur roynst honum væl. Óli sigur, at tey plaga at fletta góðar 30 seyðir um árið. Hann sigur, at tey flestu av teimum minstu lombunum verða tikin til feskt, tí tað er ofta tað, sum verður etið best. Men restin verður hongt upp at ræsa og turka. Ikki ein góður máti Tað var pápi Óla, sum lærdi hann at fletta og tað var upp á tann gamlan mátan – Tá ið seyðurin var flettur, varð krovið skivað og skorið varð niður á hálsin og upp við há­rygginum. Øll síðan varð loyst frá og síðani varð válg­ar­ in og herðablaði loyst, og so varð tað hongt upp. Tað gjørdi hann eisini ta fyrstu tíðina eftir at hann var fluttur til Porkeris, men tað gavst hann skjótt við, tí hann heldur ikki, at tað er ein góður máti. –  Tað er nógv skjótari at verða hýggjuskotið og tað er nógv skjótari at fáa maðk í kjøtið upp á handan mátan. –  So nú eru krovini púra heil, tá ið tey verða hongd upp og tey verða ikki skorin sundur fyrr enn eina ferð í november. Óli sigur, at fyrr stroyddi hann altíð salt á krovini, áðr­ enn hann hongdi tey upp. Men tað ger hann heldur ikki long­ ur, tí hann heldur, at saltið held­ur kjøtið feskt og steðgar ræs­ingini. Fer illa við kjøtinum Óli í Hjøllum sigur, at hann hev­ur eisini roynt hendan ný­ mótans máta at fletta upp á við at draga skinnið av seyð­in­ um við elektriskum spæli. Men tað er hann eisini givin við, tí hann heldur at tað fer ov illa við kjøtinum, í hvussu so tí kjøt­inum ið skal hongjast upp. – Sama, hvussu varisliga tú dreg­ur skinnið av, hendur nakað við kjøtinum, tá ið tað verð­ur drigið av við elektr­isk­ um spæli. Tað koma bløðrur í og vøddarnir loysna, og so er tað so skjótt, at tað verður inni í. –  Tí eri eg farin aftur til at tumma við hond upp á gamlan máta, sigur hann Fasta mannagongd Reinførið hevur alt at siga fyri kjøtið, og Óli í Hjøllum sigur, at sum heild er tað batnað mun­ andi hesi seinastu árini. Sjálvur fylgir hann nøkrum ávís­um mannagongdum fyri at halda kjøtið reint. – Eg fylli ikki sperðlar ímeð­ an vit fletta. Skal eg havi ein sperð­il, taki eg hann frá og skoli hann út í flógvum vatni, og so verður hann fyltur seinni inni í køkini. Tað er ein fínur máti, tí tú sleppur frá at fáa skarn upp á hendurnar ímeðan tú flettur. –  Tá ið eg fletti, brúki eg altíð tað, at tá ið hálsurin er loyst­ur, balli eg hann inn í eitt reint handklæði, ella eitt viski­ stykki, so at eingin ull kemur at. – Eg leggi eisini stóran dent á, at tann hondin, sum er á skinninum, verður verandi á skinn­inum og ikki kemur at krov­inum, og so verður hin hond­in - og bara hin hondin - brúkt at tumma við. Eg leggi dent á ikki at skifta um, tí so Hann heldur ikki, at tað er ein góður máti Óli í Hjøllum hevur góðar royndir av kjøti av seyði, sum gongur í skuggasíðuni, har sólin ikki stendur so nógv á. Tann morreyði veðrurin hann hevur fingið í hornini á, er tvævetur, men hann er so vakur, at hann fær helst eitt ár afturat, og sleppur at brunda aftur í vetur