Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 SLAKTIÐ Hetta er eitt risastórt frambrot fyri seyðin SEYÐAHALD Hesi seinastu 25 árini er seyðurin batnaður heilt munandi, og tað er serliga einum ávísum tiltaki fyri at takka, heldur Óli í Hjøllum ÁKI BERTHOLDSEN Tað er stórur munur á, at seyð­urin nú á døgum er betri enn hann var fyri 25 árum síð­ani. Tað heldur Óli í Hjøllum. Umframt at hann altíð hevur fingist við seyð, hevur hann altíð havt ein serligan áhuga fyri seyði og seyðahald. Tí vóru eisini eftir honum, tá ið farið var undir at hava seyðasýningar í ymsum bygd­ um. Óli í Hjøllum er dómari á seyðasýningum í øllum bygd­ um í Suðuroy - uttan í Pork­ eri. Har hevur hann sjálvur seyð, so har eru tað aðrir sýns­menn. Hann er eisini dóm­ari á landsseyða­sýning­ un­um. Í Porkeri vóru tær fyrstu seyðasýningarnar í 1995 og fyrstu ferð, at teir bestu seyð­ irnir fingu steyp, var í 1997. – Tann dagin, seyða­sýn­ing­ ar eru, er hátíðardámur yvir bygdini, og tá ið sýningin er liðugt, er samkoma í bygd­ ar­húsinum við mati og drekka, og har vinnararnir verða avdúkaðir og steypini verður. Seyðasýningar eru nógva staðni kring landið og úrs­ litið av tí er, at seyðurin er heilt munandi vakrar og betri nú, enn hann var fyri 25 árum síðani. Seyðasýingarnar hava verið eitt risa frambrot fyri seyða­haldið, heldur Óli í Hjøllum. Bara sjey fingu virðisløn Óli í Hjøllum minnist væl tær fyrstu seyðasýning­ar­ nar í Suðuroy. Eitt tað fyrsta árið, seyða­sýning var í Hvalba, vórðu næstan 130 seyðir sýnaðir, men bara sjey av teimum vóru nóg vakr­ir til at fáa fyrstu virð­ is­løn. –  Tað hevði ikki komið fyri í dag, tí nú eru tað minst ein fjórðingur av seyðinum, og aloftast væl fleiri enn tað, sum eru feilfrír og sum fáa fyrstu virðisløn. –  Tað skerst ikki burtur, at sum heild hava vit nógv vakrari seyð nú enn vit høvdu fyri 30 árum síðani, sigur Óli í Hjøllum. Seyðasýningar eru kring landið, og teir seyðirnir, sum eru nummar eitt, tvey, ella trý í lokalu sýningunum, kunnu melda seg til lands­ seyða­sýningina, sum fer fram á Bún­aðarstovuni. Seyðirnir, sum verða sýn­ að­ir, eru býttir í tríggjar bólk­ ar, lomb, veturgamlir veðrar og eldri veðrar. Men treytin fyri at flyta seyð á Búnaðarstovuna, er at blóðroynd verður tikin av seyðinum og sendur Heilsu­ frøði­lugu Starvsstovuni til kann­ingar. Útgerðin til tað fæst frá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni og endamálið er at vita, um seyðurin er mót­ støðuførur ímóti ridluskriða, tí tað er ein treyt fyri at sleppa við. Her eru minstukrøvini Skal eitt lamb fáa fyrstu virðisløn, skal tað lúka nakrar heilt ávísar treytir. Eitt lamb skal vera minst 17 sentimetrar um mjóryggin og tað skal vera minst 79 senti­metrar runt um bring­ una. Ein veturgamal veðrur skal vera minst 20 senti­metr­ ar um mjóryggin og minst 95 sentimetrar um bringuna og ein eldri veðrur skal vera minst 22 sentimetrar um mjó­ ryggin og minst 102 senti­ metr­ar um bringuna. Bringumálið skal mátast við einum trýsti upp á seks kilo. Tað merkir, at vekt er í endanum og so verður táttað í til hon vísir seks kilo. Óli í Hjøllum sigur, at hetta eru minstukrøvini til at ein seyður kann fáa fyrstu virð­is­ løn. Seyðir, sum standa hesi mátini kunnu fáa fyrstu virðis­løn, men tað er eisini treytað av, at onnur viður­ skifti eisini eru, sum tey skulu vera. Í hesum sambandi verður hugt eftir um ullin er tøtt, so at tað ikki sæst niður á skinnið. Tað verður eisini hugt eftir, hvussu seyðurin ber høvdið, hvussu hornini veksa og hvussu beinini eru. Í sambandi við beinini, hev­ur tað týdning, at seyð­ur­ in hevur rættar kongar, at sperr­urnar ikki koma saman, men teir skulu heldur ikki »júlla«, sum hann kallar tað. Eru øll hesi viðurskifti eis­ ini, sum tey skulu vera, fær seyðurin virðisløn, sigur Óli í Hjøllum. Ein seyður skal lúka heilt ávísar treytir fyri at fáa vakurleika-virðisløn. Sjálvur hevur Óli í Hjøllum eitt ótal av steypum, sum bera boð um at hann hevur eina hepna hond í so máta. Her stendur hann steypinum, hann er fegnast fyri, tí hetta var fyrsta steypið, hann fekk Tað hevði ikki komið fyri í dag verð­ur krovið dálkað. Kjøtið skal passast væl Eitt er at røkta seyðin, men Oli í Hjøllum heldur tað hevur líka stóran nógv at siga at røkta kjøtið, tá ið tað er komið í hjallin. –  Tað skal ansast líka væl eft­ir kjøtinum, sum tað verður ansað eftir seyðinum, sigur hann. Óli sigur, at hann letur altíð krovini hanga í garasjuni í nakr­ar dagar, áðrenn tey verða hongd í hjallin. –  Eg haldi, at tað smakkar betri, tí hanga tey inni, skund­ ar tað undir at fáa ræsingina ígongd. Verður tað hinvegin hongt út í hjallin beinanvegin, er vandi fyri at tað bráðtornar, og so er púra eingin smakkur í tí, sigur hann. –  Eg haldi eisini, at tað hevur týdning, at krovin ikki eru vát, tá ið tey verða hongd í hjall­in, og tað er eisini ein orsøk til, at tey fyrst hanga nakr­ar dagar í garasjuni og torna. Krovini vera penari og tað er betri fyri smakkin, held­ ur hann Men hann ansar væl eftir, at tað ikki verður heitt, tí so kann vandi vera fyri botul­ ismu. Tí hevur hann viftu, sum hann setur til, verður tað neyð­ ugt. Tá ið krovini eru komin í hjallin, ansar hann eftir, at einki kemur á tey. Kemur ein blettur á kjøtið, verður hann turkaður av, tí tað, sum legst á kjøtið, ávirkar smakkin, sigur hann. Men hann heldur eisini, at eitt, sum ávirkar seyðin, er, hvat hann hevur gingið. –  Abbi mín vildi altíð hava lomb, sum hevði gingið á skuggasíðuni, hóast tey kanska ikki vóru tey størstu. Hann segði, at tað smakkaði betri enn seyður sum gekk á sólsíðuni. – Eg havi gjørt somu roynd­ ir, tí trøðin hjá mær er á skugga­síðuni og tað plagdi royn­ast skak væl, sigur Óli í Hjøll­um. Eg leggi dent á ikki at skifta um, tí so verður krovið dálkað