týsdagur 29. september 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68
SLAKTIÐ
– Eri uppvaksin við at fara burtur í haga væl
fyri vanliga fjalltíð um heystarnar at taka eitt
lamb. Vanliga var tað eitt gimbrarlamb, og
komst tað av, at tað kemur væl við hjá einari
gimbur at kunna sleppast í góðari tíð áðrenn
veturin, sigur Jákup Pauli Johannesen, sum
aftur í ár var í Skarðhaga á Hellunum, har
hann er røktingarmaður, og tók ein av seyðun
um, sum gongur har, fletti hann og bar hann
heim. Seyðurin varð síðani heilgrillaður og øll
familjan boðin til døgurða, tá pápi Jákup Paula,
Evald Johannesen, fylti 93 ár 3. september.
– At taka smátt er gomul siðvenja, og vit
hava hildið fast við hesa siðvenjuna, sigur
hann.
– Eg minnist mangar slíkar túrar sum smá
drongur og hálvvaksin saman við pápa og
yngra beiggja mínum, og altíð eydnaðist tað at
fáa tikið lambið, ið farið varð eftir. Tey seinnu
árini hevur tað fyri tað nógva verið eitt
tvílembulamb. Vit royna at gera væl við seyðin
– millum annað við at føða inni um várarnar,
og blíva flestu ærnar rættiliga spakar, sigur
hann.
Gongur mann nógv burtur í haga og ong
antíð kløkkar seyðin kemur hann heilt til og
lombini við, so tað liggur væl fyri at taka eitt
lamb úr fylginum.
– Fyrr var at reka ær og lamb í tippi ella rætt
og so leiða lambið heim at fletta, og kundi tað
vera møðsamt og tvørligt og ringt fyri seyðin.
Seinnu árini hava vit bara tikið lambið mitt í
haganum og flett tað har. Tá lambið er tikið,
kústa vit fylgið burturfrá og fletta lambið –
reinari og vakrari flettingarrúm fæst ikki,
greiðir Jákup Pauli Johannesen frá.
Tá lambið er flett verður tað tikið sundur
omanfyri mjóryggin, bakparturin stungin við
mjórygginum fyri inn í bringuna og alt koyrt í
ein plastposa, og so í ein góðan ryggsekk og til
gongu. Hetta ger tað munandi lættari at fáa til
hús og í hjallin, har tað helst skal hanga í eini
tvey samdøgur.
Góður matur hevur eina søgu, og best er
hann í góðari samveru - ikki minst hugnaligari
familjusamveru. Tað er vert at gera sær ómak
við.
– Tað, at pápi okkara hevur føðingardag 3.
september. haldi eg hevur stuðlað undir at
gera nakað burturúr og savna familjuna til
eina gjóða máltíð. Einki er jú sum føroyskt
lambskjøt, og verður tað rætt handfarið og
gjørt til fæst ikki betri biti. Ikki minst tá tað úr
øllum ættum koma fólk við øllum góðum
tilhoyri: nýupptikin føroysk kókað, ovnsteikt
og rómabakað epli, føroyskar røtur og gula
røtur og annað grønmeti, súltað rót og reyðkál,
og mangt annað, sum verður tilgjørt við nær
lagni, sigur hann frá.
VIT HAVA HILDIÐ
FAST Í SIÐVENJUNI
Myndareportaga:
LAGT TIL RÆTTIS: ANNIKA KUNOY IM · ANNIKA@SOSIALURIN.FO MYNDIR: KLARA JOHANNESEN