týsdagur 29. september 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SLAKTIÐ
Seyðurin er spakur,
gløggur og forvitin.
Teir ganga regluliga í
haganum, so seyðurin
kennir røddina á
Jákup Paula. Seyðurin
kemur rennandi til og
væntar sær eitthvørt
gott úr posanum.
Tá ið tað útvalda lambið
er komið til, trívur
Jákup Pauli eftir tí.
Fylgið verður kveistrað
burtur, meðan Jákup
Pauli bindur lambið
niður og ber tað yvir
á eitt stað, har tað er
gott at standa og eitt
sindur av lívd fyri tí tráa
útsynninginum – hann
stakk júst vesturum.
Vindur og regn - Kristmar
E. Johannesen, Pól í
Skorini og lítli Dávur
bíða til blóðrunnið er.
Flett verður á vøllinum.
Kristmar hevur innvøl
og skinn í balju. Longri
niðri hómast Pól við
hvítum sekki, har
krovið og mørurin
varliga er lagdur í.
Løkur er skamt við
og teir vaska sær
hendurnar áðrenn farið
verður til gongu.