týsdagur 29. september 2020síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
30. SEPTEMBER 2020 · NR. 68
Sosialurin
51
Vilmund Jacobsen
Seinasti
bygningurin,
sum
pláss er fyri á ídnaðarøkinum
í Sørvágs kommunu, er nýggi
bilverkstaðurin
hjá
Nielsi
Nattestad, sum eigur og rekur
Carro Bilverkstaðin.
Bygningurin, sum er á til
samans 645 fermetrar, varð
reistur í gjár, og hann stendur á
einum grundøki, sum er umleið
4000 fermetrar stórt.
Beinagrindin
til
nýggja
verkstaðsbygningin
er
ein
stálkonstruktión, klødd við
elementum, sum er keypt frá
veitara í Danmark og er leverað
av Sandavágs Timburhandli.
Tað er Heri Müller úr Kvívík,
sum stendur fyri arbeiðnum.
Teknistovan Westtech í Sør
vági hevur teknað og projekt
erað, umframt at Niels Natte
stad sjálvur hevur sett síni
fingramerki á, hvussu verk
staðurin er innrættaður.
Brendi í 2017
Carro Bilverkstaður húsaðist
annars í Sandavági, tá eldur
kom í bygningin í 2017. Síðan
hevur verkstaðurin hildið til
í hølum hjá pápa Niels, Leivi
Nattestad í Miðvági, ið arbeiddi
sum vvs-maður í mong ár.
Niels Nattestad vísir á, at
tað hevur verið trongligt, síðan
verkstaðurin brendi, men við
skiftafólkini hjá teimum hava
verið sera trúgv hesa tíðina.
- Eg havi hugsað um ymiskar
møguleikar, síðan verkstaðurin
brendi, og nógv hevur verið
uppi og vent. Hetta bleiv so tað,
og í gjár - týsdagin - varð nýggi
verkstaðurin reistur á ídnað
arøkinum í Sørvági. Men, tað
hevur verið langur vegur fram
til henda dag, ásannar Niels
Nattestad.
Nútímans verkstaður
Nýggi verkstaðurin verður í
allar mátar ein nútímans bil
verkstaður.
- Hetta verður ein mekan
iskur verkstaður, har vit um
framt at taka okkum av øllum
mekaniskum uppgávum, eisini
fáa bestu umstøður til plátu
arbeiði og lakkering.
Verkstaðurin
verður
út
gjørdur til at taka sær av øllum
bilumvælingum, stórum sum
smáum uppgávum.
- Vit hava eisini verið á
skeiðum, sum ger okkara fólk
før fyri at veita tænastur til el-
bilar, soleiðis at vit nú kunnu
veita tænastur til allar bilar,
sigur Niels Nattestad.
Bestu umstøður
Men, tað verður ikki bara á
gólvhæddini, at umstøðurnar
verða framúr. Tað verða tær
eisini í tí partinum av bygn
inginum, sum verður í tveim
um hæddum, og hetta er í
endanum, sum vendir oman
eftir.
- Í ovaru hæddini verður
góð kantina, og her verða hølir
til umsiting umframt wc-og
brúsu fasilitetir.
Carro
Bilverkstaður
ger
eisini umsýn fyri Akstovuna,
sum
hevur
sýnshøli
á
ídnaðarøkinum í Sørvági, og
verkstaðurin kann eisini góð
kenna bilar, sum hava verið til
sýn. Haraftrat gera vit skaðar
aftur fyri tryggingarfeløgini.
- Vit leggja stóran dent á at
hava eina góða kundatænastu,
og nú vit fáa nýggjan, rúmligan
og nútímans verkstað fyrst í
komandi ári, verða umstøður
nar at røkja okkara trúgva
kundaskara nógv betri enn
nakrantíð áður, sigur Niels
Nattestad.
Lærdi hjá systkinabarni
Niels Nattestad lærdi til bil
mekanikara á bilverkstaðnum
hjá systkinabarni sínum, Nein
birna Nattestad, sum framvegis
hevur verkstað í Miðvági. Her
byrjaði hann at læra í 1986
og fór at arbeiða sum sjálv
støðugur bilmekanikari longu
í 1992.
- Vit vóru tveir í byrjanini,
men seinni keypti eg makk
aran út, sigur maðurin, sum nú
ger eina stóra íløgu á ídnaðar
økinum í Sørvági.
Hann vónar, at verkstaðurin
fer at fáa so mikið nógv at gera,
tá alt er komið upp at koyra, at
brúk verður fyri eini 6-7 fólkum
í føstum starvi.
CARRO
BYGGIR
NÝTT Í
SØRVÁGI
- Eg havi hugsað um ymiskar møguleikar, síðan verkstaðurin
brendi, og nógv hevur verið uppi og vent. Hetta bleiv so tað,
og í gjár varð nýggi verkstaðurin reistur. Men, tað hevur verið
langur vegur fram til henda dag, ásannar Niels Nattestad
Nýggi bilverkstaðurin hjá Carro á ídnaðarøkinum í
Sørvági verður ætlandi liðugur fyrst í komandi ári
Mynd: Álvur Haraldsen
Soleiðis kemur verkstaðsbygningurin at síggja út, tá hann stendur liðugur
Vilmund Jacobsen
Nú nýggjur og stórur bil
verkstaður verður bygdur á
ídnaðarøkinum í Sørvági, er alt
lendið bygt, sum Sørvágs kom
muna ræður yvir.
Tað eru nøkur ár síðan, at
ídnaðarøkið varð gjørt klárt til
bygging.
Frammanundan eru fýra
bygningar komnir upp á øki
num, og nú er bara pláss fyri
bilverkstaðnum aftrat.
Sørvágs kommuna hevur
onkrar
fyrispurningar
um
byggiøki til vinnulív og ídnað,
men nú vil kommunan fyrst
hava greiði á, um grundarlag er
fyri at veksa um økið, áðrenn
møguliga verður lagt upp til
keyp av meira lendi.
Borgarstjórin
í
Sørvágs
kommunu,
Aimé
Jacobsen,
heldur, at tað ber til at veksa
um ídnaðarøkið, men so má
jørð keypast frá haganum, sum
ídnaðarøkið liggur uppat.
- Ídnaðarøkið kann veksast, men so má jørð
keypast frá haganum, sigur borgarstjórin
Nú er alt bygt á ídnaðarøkinum