týsdagur 29. september 2020síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
30. SEPTEMBER 2020 · NR. 68
Sosialurin
52
KOMMUNUVAL 2020
Ein serstøk
byggisamtykt
verður galdandi
fyri útstykkingina á
Middagsvarða. Eitt
av endamálunum
er, at øll, sum vilja
byggja í nýggju
útstykkingini, skulu
hava rímiligt útsýni
Vilmund Jacobsen
Sørvágs kommuna fer í næstum
at selja tey 17 grundstykkini,
sum nú eru gjørd byggibúgvin
við Middagsvarða. Kommunan
hevur seinnu árini havt ein
støðugan - tó varisligan -
fólkavøkstur, og hetta hevur
sett síni krøv til meira byggi
lendi.
Tað eru nøkur ár síðan, at
Sørvágs kommuna útstykkjaði
seinast, og tí kann hugsast, at
tað eru fleiri, sum nú bíða eftir
at sleppa í gongd.
Útgrevsturin á Middags
varða byrjaði í fyrru hálvu
av mai, og tað eru fleiri, sum
síðan tá hava vent sær til kom
mununa við fyrispurningum.
Umframt
tey
17
grundstykkini, sum nú verða
klár á Middagsvarða, hevur
Sørvágs kommuna eisini møgu
leikan at grava út fyri nøkrum
grundstykkjum aftrat.
Ávísar treytir
Í næstum fer kommunan at
bjóða fólki, sum hava skrivað
seg á ein lista við ynski um
grundstykki, til fundar.
Her vil kommunan hava at
vita, hvussu stórur veruligi
áhugi er, nú grundstykkini
skjótt verða klár at selja.
Ætlanin er nevniliga, at tey,
sum keypa stykkini, skulu
koma við umsókn um byggi
loyvi í seinasta lagi umleið
hálvt ár eftir tilsøgnina um
grundstykkið. Tá fólk lúka
hesar treytir, sleppa tey eisini
at keypa stykkini og byggja sær
hús.
Ein serstøk byggisamtykt
verður eisini galdandi fyri út
stykkingina á Middagsvarða.
Eitt av endamálunum við hes
um er, at øll, sum vilja byggja
í nýggju útstykkingini, skulu
hava rímiligt útsýni.
Eisini Bústaðir
Bústaðir eiga eisini eitt øki
Undir Bólheyggi, tey rópa,
sum Sørvágs kommuna hevur
planerað og síðan selt stovni
num.
Her er ætlanin hjá Bústøðum
at byggja fimm íbúðir við góð
um útsýni yvir bygdina og
Sørvágsfjørð, og ætlanin hevur
verið, at íbúðirnar skulu verða
klárar at flyta inn í longu tíð
liga næsta ár.
SKJÓTT KUNNU 17 NÝGGJ
GRUNDSTYKKI SELJAST
Í løtuni verður ein
gongutunnil lagdur
í vegin, sum gongur
millum Alvalon og
økið, har nýggja
vøggustovan
skal byggjast
Vilmund Jacobsen
Kommunurnar í Vágum, sum
eru Vága kommuna og Sør
vágs kommuna, samstarva
um eitt nú barnavernd, eldra
øki, ferðavinnu og 10. flokk,
sum er felags fyri báðar kom
munurnar.
Borgarstjórin
í
Sørvágs
kommunu, Aimé Jacobsen,
heldur, at samstarvið hevur
verið gott og hevur tænt báð
um kommununum.
Kommunurnar
starvast
hvør sær um dagstovnaøkið,
og her er barnagarðurin Alva
lon í Sørvági vorðin ov lítil.
Tískil skal nýggj vøggustova
nú byggjast.
- Hesi árini hava vit í kom
mununi verið noydd at tikið
nakrar stórar avgerðir, sum
kosta
nógvar
pengar,
og
millum hesar er ein nýggj
vøggustova. Tað hevur ikki
verið nógv togast um tey
neyðugu
tingini,
ásannar
borgarstjórin.
Hon vísir á, at frítíðarskúlin
í Sørvági er partur av Alvalon,
men er ikki í sama bygningi.
Frítíðarskúlin er í gomlu
sýslumansskrivstovuni, sum
eisini verður brúkt til ung
dómshús um kvøldarnar, tá
børnini eru farin heim.
Byggja gongutunnil
Nýggja
vøggustovan
skal
byggjast hinu megin vegin
við Alvalon, og tískil verður nú
ein gongutunnil bygdur undir
vegnum, soleiðis at lættari
verður
at
ganga
ímillum
stovnarnar.
Aimé Jacobsen sigur, at
vøggustovan er ikki boðin út
enn, men lendið er gjørt klárt,
og hon vónar, at arbeiðast
kann skjótt, soleiðis at hølis
tørvurin verður loystur.
- Vit høvdu sett pengar
av til stovnin í ár, men hesir
pengar verða ikki brúktir. Eg
vóni, at nýggja vøggustovan
stendur liðug næsta ár, men
tað tori eg ikki at lova.
Borgarstjórin leggur aftrat,
at tað eru nakrar kjarnuupp
gávur, sum mugu loysast,
og hesar eru eitt nú innan
barnaøkið, skúla-og eldraøkið.
Sørvágur skal hava nýggja vøggustovu
Øll, sum vilja byggja í nýggju útstykkingini á Middagsvarða, skulu hava rímiligt útsýni
Mynd: Álvur Haraldsen
Gongutunnilin, sum verður bygdur í løtuni, skal binda nýggja
økið, har vøggustovan skal byggjast, við dagstovnin, Alvalon
Mynd: Álvur Haraldsen