Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Mary Bodil Hansen andaðist og varð jarða. Hjartans tøkk til tykkum, sum trúføst ringdu, vitjaðu og vístu henni umsorgan. Tøkk fyri góð og troystarrík orð, í kapellinum, í Berøa og í kirkjugarðinum. Tøkk til tykkum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimið – Norðurstovu, fyri umsorgan og kærleika, ið tit góvu henni, tað tíðina hon var har. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til á ein hvønn hátt, bakaðu, spældu, berarar og tit ið stroymdu jarðarferðina. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til “Nýggja Berøa”. Tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Vegna familjurnar. Jesmar, Marin, Ingrid og Benny TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaði sonur, beiggi, svágur, mammu- og pápabeiggi Jónsvein Haraldsen f. 12.05.1959 d. 13.04.2020 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Heiminum á Grønanesi, ið vóru so væl um hann seinastu tíðina. Takk til Mariu Summers við Skipá, prest og kirkjutænararnar allar. Takk fyri blómur og kransar og peningagávur til Heimið á Grønanesi. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Mamma Majken, Ann og Jákup Aksel við familjum TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða móður, omma og langomma okkara Martha Nolsøe Fámjin f. 13.09.1937 d. 03.01.2020 andaðist og varð jarðað. Eina hjartans tøkk til starvsfólkini í Fjálgalon, fyri kærleika og umsorgan, tøkk til Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prest, fyri troystarrík orð til jarðarferðina. Eina stóra tøkk til Martu, ommudóttir, fyri góð orð í kirkjuni, tøkk til sangkórið, og tøkk til Lillian, Unu og Senøvu, fyri vøkru sangirnar og undirspæl. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og uppringingar, og til tykkum ið fylgdu Marthu til hennara seinasta hvíldarstað. Harrans ríku signing til tykkum øll. Familjunar vegna Anna C og Jógvan TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Martin Múller Vágur f. 03.08.1939 - d.04.07. 2020 andaðist og varð jarðaður. Eina hjartans tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri góða umsorgan, tøkk til Lars Djurhuus fyri góð orð í Kappelinum og til Magnus Joensen, John í Skemmuni, Poul Færø og John Absalonsen fyri góð, uggandi og troystarrík orð í Bethel og á grøvini. Tøkk til Tórhild og Fríða fyri vakran sang og undirspæl. Takk fyri vøkur minningarorð í bløðunum. Tøkk til familju og vinir, sum trúgv vitjaðu Martin á hansara longu sjúkralegu. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar og peningagávur til Bethel, og til tykkum mongu, sum fylgdu Martin til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Harrans ríku signing til tykkum øll. Elinborg Jacob Eli, Erhard, Lars og Amy við familju List og bøkur til sølu Vegna flyting selist list eftir m.a. J. Waagstein, Chr. í Geil, Gudmund Hentze, Eivindi Mohr og øðrum. Somuleiðis hópin av føroyskum antikvariskum bókum. Ring tel. 59 22 67 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo fyrst og fremst www.in.fo