Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

55 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 TAKK Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Bergtóra Poulsen 05.12.39 - 24.05.2020 andaðist og varð jarða Takk til Patrick prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Takk til tykkum sum skipaðu fyri ervinum og hjartans tøkk fyri bakstur. Takk fyri mongu heilsanir, blómur, kransar, uppringingar og peningagávur til krabbameinsfelagaði. Takk til sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til Dorrit Bech Joensen, lækna fyri títt stóra hjálpsemi. Familjurnar vegna Eli, Poul Johannes, Birgit og Suna við familjum TØKK 13. juni 2020 andaðist okkara elskaði og fitti pápi, verpápi og abbi Herman Bærentsen Vit vilja bera eina hjartans tøkk til starvs­ fólkini og búfólkini á Boðanesheiminum. Hesi síðstu 3 árini babba búði á Boðanesheiminum, hevur tað verið o kkara næsta heim. At síggja, hvussu góð tit vóru við hann, og hvussu góða røkt og umsorgan hann fekk, var rørandi og trygt hjá okkum at uppliva. Síðstu tíðina, áðrenn hann andaðist, var ein serlig tíð fyri okkum, tí vit sóu, hvussu nógv hjørtu, hann hevði rørt hesi árini, hann búði á Boðanesheiminum. Takk fyri, at tit fingu hesa síðstu tíðina at verða serliga ríka, virðiliga og trygga fyri hann og okkum. Takk til tykkum, sum trúføst hava vitjað Herman. Vit vita, hvussu stóran týdning tað hevði fyri hann at fáa vitjan, og hvussu takksamur hann var fyri hetta. Takk til tykkum, sum komu at fylgja Herman. Takk fyri gávur til Parkinsonfelagið. Takk til tykkum, sum vístu okkum samkenslu í sorgini. Takk til Hanus á Gørðum, sóknarprest. – Takk fyri, at tú vildi standa fyri jarðarferðini og takk fyri troystarrík orð. Takk til kirkjutænararnar. Takk til Leif Hansen, urguleikara, fyri vakurt urgulspæl og serstakliga takk fyri præludiumið: ”Alt hann átti á fold.” Góðu Hjørdis og Thomas. Takk, at tit vildu syngja og spæla sangin, sum Gunnvá Mortensen, systir Herman, yrkti: ”Verið vakin, verið varin.” Takk góði Guð fyri dýrabær og rík minnir. Takk, at babba hevur givið og lært okkum so nógv. Hann er og verður høgt elskaður og nógv saknaður. Takk Guð, fyri vónina um hitt æviga lívið heima hjá tær. ” Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur.” Fil: 1,21. Familjunnar vegna: Ann Hermansdóttir og Beinta Bærentsen Nolsøe. TØKK Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Jona Olsen, Rituvík f. 25. mars 1933 – d. 30. mars 2020 andaðist og varð jarðað. Vit takka Meinhardi Bjartalíð presti, kirkjutænarum, Magga og Steingrund Akustik fyri hjálpina við jarðarferðina. Takk tit fáu, sum vegna serligu umstøðurnar kundu fylgja henni til gravar. Eisini takka vit tykkum mongu, sum fylgdu við á netinum. Tøkk fyri uppringingar, heilsanir, kransar og minnisgávur til Rituvíkar missiónshús. Eina serliga tøkk veita vit tykkum á Vesturskyni, sum vóru so væl um Jonu, ta tíðina, hon var har. Vegna familjuna Jastrid, Bergfríð, Jógvan Páll, Aref og Pálin TØKK Óli Kristian Jóhan Debes F.19.08.1944-D.18.03.2020 Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaði maður, fostur pápi,-verpápi, -abbi og -langabbi okkara andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til heimasjúkrasystranar Tøkk til Emil Olsen, prest og tykkum fáu, sum vegna serligar umstøður kundu fylgja honum til gravar og eisini tykkum mongu, sum stroymaðu við á netinum. Ein hjartans tøkk fyri allar uppringingar, troystandi orð, heilsanir, kransar og minnis gávu til Gjáar kirkju. Familjunnar vegna: Nicolina, William, Petur, Jørgin, Birgir og Sigrun Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR