Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 13 Nú sær út til, at hallið í ár verður um eina hálva milljard, men nýggjasta metingin hjá fíggjar­málaráðuinum vísir, at hallið á fíggjarlógini næsta ár verður 172 milljónir krónur. -Tað vísir seg, at tað gekk skjótt niður á bakka, tá ið korona kom, men vit hava eisini víst, at vit duga væl at reisa okkum aftur, sigur landsstýrismaðurin. -Hetta eiga føroyingar sum heild æruna fyri, tí vit megna væl at laga okkum til broyttar um­støður. Hann ger tó vart við, at í upp­ skotinum til fíggjarlóg, sum er lagt fram, er onki sett av til korona, skuldi hon herja aftur. -Tað er næstan ómøguligt at gera, tí vit vita onki – heldur ikki um koppseting ella heilivág, leggur hann afturat. Búskaparfrøðingar vónaðu, tá ið korona leyp á, at hetta ikki fór at vera áhaldandi fyri búskapin. Tá var tosað um, at tað hevði verið gott um búskapurin fór skjótt niður, men so eisini líka skjótt uppaftur. Tað var nevnt at gongdin heldur skuldi verða sum eitt V enn eitt U. V er skjótt niður og skjótt upp, meðan U hreldur var skjótt niðir og har so hann var í eina tíð áðrenn tað gekk upp­eftir aftur. Í sambandi við framløguna av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár,verður fegnast um, at gongdin var sum eitt V held­ur enn sum eitt U. -Onkursvegna duga vit før­ oy­ingar væl at umskipa okkum og laga okkum til umstøðurnar, sum vit hava. Hetta hevur havt við sær, at føroyska samfelagið og samfelagsbúskapurin er komin nógv skjótari fyri seg enn vit tordu at vóna um, sigur Jørgien Niclasen. Raksturin tálmast Sjálvt um tað sær út til, at gongd­in er vend, so er neyðugt at tálma vøksturin í rakstrinum nakað. Mett verður, at búskapurin fer at vaksa trý-fýra prosent, men rakstrarútreiðslurnar vaksa skjótari enn landsstýrið held­ur vera skynsamt. Rakstrarútreiðslurnar vaksa ov skjótt og mugu tálm­ast. Tí verða átøk framd til tess at minka um vøksturin í út­ reiðslunum. Hetta gevur rúmd fyri rað­ festingum, sigur landsstýrið - Sjálvur raksturin næsta ár, verður fimm milljónir lægri enn hann hevur verið í ár, men tað er torført at samanbera, sigur landsstýrismaðurin. Í samanberingini her eru korona útreiðslurnar í 2020 tiknar við, meðan onki er sett av til korona fyri næsta ár. -Fer ein at taka tøl burturúr so er samanberingin ikki altíð heilt neyv, men siga vit at vøksturin í rakstrarútreiðslunum í ár verður um trý prosent, so er ætlanin at væksturin næsta ár skal verða helvtina av tí, sigur lands­stýrismaðurin. Tá ið hann legði uppskotið fram, brúkti han ein super­tank­ ara, sum mynd uppá bú­skap­in. Tað tekur drúgva tíð, at rætta búskapin til, tí tað ber ikki til at gera alt ov stórar broytingarí senn. -Ein vinmaður hjá mær eer skipari á einum supertankara. Eg spurdi hann nær hann skuldi taka ferðina av um hann skal leggja at í Sørvági? Hann svaraði, at tað var neyðugt at gera vestanfyri Mykines, for­ taldi landsstýrismaðurin. Hann samanber tað at taka ferðina av einum stór­um skipi við tað at tálma rakstar­út­ reiðslunum hjá tí almenna. -Alt kann ikki gerast í senn. Tað má gerast so við og við, sigur Jørgen Niclasen. Íløgurnar Samlaði karmurin til løgur og løgu­kendar útreiðslur næsta ár er 522 mió. kr. Hetta er á sama stigi sum í fíggjarlógini fyri 2020. Eitt nú verða pengar settir av til bú­ stovnar, tunlar Norður um Fjall og Fámjinstunnilin. Ein triðingur av íløgu­karmi­ num verður brúktur til at gera H-bygningin á Lands­sjúkra­ húsinum lidnan. Mett verður, at samlaðu inn­ tøk­urnar hjá landinum næsta ár verða 5.826 mió krónur. Útreiðslurnar til rakstur, løgur og rentur verða sam­ bært metingini 5.997 mió. kr. Hetta merkir, atfíggj­ar­lógar­ uppskotið fyri 2021 vísir eitt hall á 172 mió. krónur. Skjóta vendin í samfelagnum gevur sterkan búskap aftur Hóast lkúsingurin frá korona var harður í vár, so er vend longu hend aftur í føroyska búskapinum