Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 12 ÁRNI GREGERSEN T að var við einum ja­ lig­um tón, at lands­ stýris­maðurin við fíggjar­málum, Jørgen Niclasen, legði uppskot til fíggjarlóg fyri 2021 fram. -Hevði tú spurt meg á jólum um eg hevði verið nøgdur við støðuna hjá búskapinum, sum hon er nú, so hevði eg als ikki verið nøgdur. Hevði tú spurt meg í mai, so hevði eg ikki trúð, at við vóru komin so væl fyri okk­um aftur. Jørgen Niclasen vísti undir fram­løguni á, at búskapurin hevur tað gott, og at føroyski bú­skapurin helst er sloppin eina frægast gjøgnum korona­ kreppuna og hevur reist seg aftur. -Men óvissan er framvegis stór, segði landsstýrismaðurin. Fígg jarmálaráðið metir, at BTÚ í ársins prísum aftur kann vaksa trý-fýra prosent í 2021. Avgerandi fyri gongdina verður, hvussu korona breiðir seg í komandi tíðum, og um tað eydnast at finna koppingarevni ella heilivág. Hagtøl um arbeiðsloysi, løn­ takarar og inn- og útflutning benda á, at føroyski búskapurin er millum teir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgn­ um koronufarsóttina. Júst nú er talið á teimum , sum fáa arbeiðsloysisstuðul úr Arbeiðsloysisskipanini 297 fólk. Onki eyka gjald Mangan er tað soleiðis, tá ið fíggjar­lógir verða lagdar fram, at borgarin skal gjalda meira til landskassan – tað kann vera í skatti ella í avgjøldum av ymisk­ um slag. Soleiðis er ikki hesa ferð, sigur landsstýrismaðurin. -Borgarin skal ikki netto gjalda eina tí einastu krónu eyka kom­andi ár, sigur hann. Hann sigur tó, at landið noyðist at taka eitt sindur meira inn til Heilsutrygd og til barsils­ skipanina, tí út­reiðsl­ur­nar eru vaksnar so nógv hjá hesum stovnunum. Í sambandi vikð Heilsutrygd stavar vøksturin fyrst og fremst frá, at fleiri kommunulæknar eru settir í starv. Hetta fyri at bøta um tænastuna í pirmera heilsu­geiranum. Í sambandi við barsils­skipan­ ina er støðan tann, at útreiðsl­ ur­nar stutt sagt eru hægri enn tað, sum verður goldið inn í skipanina. Harafturat er sam­ tykt, at barsilstríðin skal leingj­ ast úr 48 vikum uppí 52 vikur. Landsstýrismaðurin sigur, at tað meira sum skal gjaldast inn til Heilsu­trygd og barsilsskipanina er júst tað sama, sum gjaldið til ALS lækkar. -Í sambandið við, at ALS- skipanin hevur yvirskot aftur í ár, hóast korona, so er semja millum stýrið fyri ALS og polit­ isku skipanina, at nú er stundin at lækka inngjaldið. Skipanin eigur um eina milljard krónur, so samstundis er avgjørt, at hækka útgjaldið úr skipanini úr 17.500 krón­um uppí 18.500 krónur. -Hetta ger, at tað sum borg­ arin skal gjalda minni til ALS ger, at netto er gjaldið tað sama sum frammanundan, sigur lands­ stýrismaðurin Jørgin Niclasen. Minni hall Tá ið korona herjaði ógvusliga í vát, sóu búskaprligu útlitini ikki serliga jalig út. Upprunaliga metti fíggjar­ mála­ráðið, at hetta fór at geva eitt hal yvir í ár og næsta ár millum 800 milljónir og 1,5 milljard­ir krónur. Tá ið Búskaparráðið gjørdi sína heystfrágreiðing var mett, at hallið fyri í ár og næsta ár fór at liggja um eina hálva milljard hvørt árið. Hóast korona hevur ávirkað búskaparligu gongdina í ár ógvusliga, so metir landsstýrið útlitini fyri komandi ár rættuliga jalig LANDSSTÝRIÐ LANDSSTÝRIÐ METIR ÚTLITINI METIR ÚTLITINI FYRI BÚSKAPINUM FYRI BÚSKAPINUM Í 2021 JALIG Í 2021 JALIG