Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 69 11 Tá klassikarar gerast nútímans – Minnist tú ‘Stýr tær’, ‘Turbo Petur’ og ‘Eitt forelskað par’? Hetta eru heitini á nøkrum av løg­unum á tón­leik­a­út­gáv­ unum, sum Ráðið fyri Ferðsl­utrygd stóð fyri í 80- og 90-ár­u­num, spyr Ferðsl­u­trygd Nú hava vit latið tón­leika­út­gáv­ ur­nar í talgildan ham og gjørt tær at­kom­u­ligar hjá einum nýggj­um ættarliði. Frá 30. sep­ tem­ber 2020 verða tón­leik­a­út­ gáv­ur­nar ‘Stýr tær’ og ‘Síðsta skríggj’ sostatt tøkar á øllum tal­ gildum pallum. Tónleikur sum amboð at tosa um ferðslutrygd Í 1987 gav Ráðið fyri Ferðslutrygd út ka­settubandið ‘Stýr tær’. Á band­i­num vóru tíggju løg. Níggju teirra vóru kendir popp­ sang­ir, sum vóru væl dámdir mill­um tey ungu. Meðan ný­ skriv­aði sangurin ‘Stýr tær’ varð gjørd­ur til høvið. Johannus á Rógvi Joensen og Martin Jo­en­ sen gjørdu lagið, meðan Joka fram­førdi. Bandið fekk sera nógva spælitíð í útvarpinum, og heilt víst eisini á mongum bil­túr­ um, har bandspælarin koyrdi við full­ari styrki. Júst tíggju ár seinni, í 1997, út­ gav RFF aftur tónleik við ferðsl­ u­trygg­um boðskapi. Kasettu­ band­ið var skift út við fløguna, sum í 90árunum var síðsta skríggj, og tað bleiv eisini navnið á út­gávuni. Á ‘Síðsta skríggj’ vóru 13 ný­ skriv­aði løg. Uni Arge átti orðini, með­an Johannus á Rógvi Jo­en­ sen stóð fyri tónleikinum. Karl Mart­in Samuelsen, Malan Eyð­ uns­dóttir og Rókur Jákupsson Jac­ob­sen eru nakrar av kendu rødd­u­num á útgávuni. Boðskapurin í sangunum er ferðslu­mentan í breiðari merk­ ing og siga eina søgu um biltúrar, at koyra skjótt, rúskoyring, at ansa sær, og um at missa í ferðsl­ uni. Ung fólk eru yvirumboðaði í hag­tøl­u­num fyri tey, sum doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsl­uni og tí vildi Ráðið fyri Ferðsl­u­trygd serliga røkka teim­ um ungu við sínum átøkum. Hetta eru tónleikaútgávurnar dømi um. Hóast ferðsluhagtølini eru betr­aði nógv, síðani ’Stýr tær’ kom út í 1987, eru ung enn yv­ir­ um­boð­aði í ferðsluvanlukkunum og ov nógv ferð og rúskoyring eru enn ein avbjóðing fyri ferðsl­ u­trygd­ina. Tí er boðskapurin hjá Ráð­num fyri Ferðslutrygd og sang­i­rnir á ‘Stýr tær’ og ‘Síðsta skríggj’ enn líka aktuellir. Kendir tónar – nýggjur miðil Nú vit skriva 2020 hava flestu okk­ara skift fløgu- og band­spæl­ ar­an út við talgildar miðlar. Vit stroyma og keypa tónleikin á teld­uni og á fartelefonini. – Tí hava vit bustað dustið av gomlu útgávunum og latið tær í nýggj­an talgildan ham. Á henda hátt gerast sangirnir atkomuligir hjá ein­um nýggjum ættarliði, sum kanska ikki kennir sang­ir­ nar – og hjá okkum, sum eru eitt sind­ur eldri, at endurhoyra gomlu klassikararnar, sigur Lov­ isa Petersen Glerfoss, leiðari á Ráð­num fyri Ferðslutrygd. JAN CHRISTIANSEN GER ENN EINA ROYND Jan Christiansen, fyrrverandi býráðslimur og borgarstjóri, stillar uppaftur til býráðsvalið i Havn. Hann hevur ikki verið í hópinum hjá Fólkaflokkinum í býráðnum síðani 2012, tá hann mátti víkja sæti fyri Boga Andreasen, sum var komin av tjóð­veld­is­list­an­um á fólkaflokslistan. Jan Christiansen hevði tá sitið í býráðnum síðani 1984. Hann var borgarstjóri frá 2001 til 2005. Karl Martin Samuelsen slapp ein túr við gamla bilinum hjá Poul Michelsen at greiða frá upptøkunum 1 KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Hjarta dukar, hálsurin spenn­ist, búk­urin melur, og heilin kók­ar. Tank­anir ferðast uttan tam­ar­hald við 200 km/t við ó­dám­ligum mynd­ um. Jalousi er uttan iva ein tann mest ótolandi og ræðandi kensl­ an, sum er ! Ein kensla, ið kann oyð­i­leggja parløg og vin­a­bond, um hon fær loyvi til tess. Jalousi er tað reina krás inn­an filmslistina, tí tað legg­ur upp til drama og spenning. Á føroyskum verður jalousi nevnt sum sjúka: Svartsjúka og øv­ und­s­júka. Sambært orðabókini hjá Orða­ bók­a­g­runninum er loyvt at skriva sja­lusi, men Í hesum føri velji eg at skriva orðið ja­lo­u­si! Tí tað er nevn­ liga munur á jalo­usi og JA - lousi. Vit eru øll fødd við egin­leik­ a­num at merkja jalousi. Í all­ari mannasøguni er kensl­an jalousi nevnd sum ein grundleggjandi drív­ megi. Ja­l­ousi-drama millum Káin og Ab­el ella tann útihýsta slang­an í Ed­ens hava. Og tó, enn tann dag í dag slepp­ur kensl­an at liggja sum eitt fjalt fyri­brigdi. Jalousi er ein natúrlig kensla, sum kann koma millum systk­in, vin­ir, starvfelagar, for­eld­ur ella partn­ar­ar. Jalousi trív­ist væl í okk­ ara nú­tímans sam­tíð, millum kjatt og vera úti á netinum. Hvussu velja vit brúka okkara tíð? Hvat er jalousi í grundini ? Og hvat merkir JA - lousi? Og hvat eru tað fyri kenslur, sum eru upp á spæl ? Jalousi ​hevur við sær nógvar ym­isk­ar sam­an­tvinn­að­a­r kenslur. Kensl­an er sum ein maska, og und­ir mask­uni er tað at vera jaloux sam­ an­sett av nógv­um ymiskum. Líka sum karry er samansett av nógvum ym­isk­um kryddurtum. Vit kunnu ikki fara út og henta eina karry­plantu! Í karry eru nógv­ ar ym­iskar ur­tir, og við at blanda allar hesar ur­tir saman, kem­ur hesin væl­kendi smakkurin, lukt­ urin og tann guli liturin. Innan listina hevur tann guli litu­r­in millum annað eis­ini fingið ímyndina av kensl­uni jalousi. Fløktar og margbroyttar kensl­ur Jalousi kann kennast sum “tann skeiva kenslan,” tó at ong­in kensla er skeiv. Tað kann vera torført at við­ur­ kenna, at ein merkir jal­o­usi, tá tað ofta verður mett sum mann­mink­ andi, skamm­i­ligt og vanvirt. Jalousi kann bæði vera sunt og ó­sunt. Onkuntíð hevur jalousi rót frá for­tíð­ini. Kenslan kann koma sum eitt snar­ljós og fara líka so skjótt, sum hon kom. Aðrar tíðir kann jal­o­usi liggja sum eitt óbroytiligt lang­drig­ið órógv í tí dagliga, og sum í long­d­ini blívur ósunt og oyð­i­leggj­ andi. Sunt JA-lousi er Drívmegi til at handla. Ein nat­ úr­lig reaktión, sum kemur frá ver­ u­ligum upplivingum úr nú­tíð­ini, ið kann hava út­gangs­tøði í einum sviki ella vand­a­num fyri at missa ein, sum mann elskar. Um tín partn­ari hevur sagt tær at hann/ hon hevur verið úti og fiska, men tú finn­ur eina hot­el rokning ístaðin í rusk spann­ini. Sunt JA-lousi er ein á­var­ing­ar­klokka, sum ringir, tá ið vit kenna okkum hótt, og síðan kunnu finna útav, um hótt­an­in er verulig ella tóm. JA-lousi verður eisini brúkt sum krydd millum pør, sum hvíla í sær sjálvum, av tí at hetta kann geva spenning. JA-lousi er við til, at vit ikki sovna og taka tingini fyri givið. Kenslur, sum kunnu vera upp­ á spæl: ósikkurheit, vreiði, ótti, dapurleiki, sjálvseymkan, tung­ lyndi, sorg­blídni, einsemi, glat­an, troyst­arloysi, máttloysi, kensl­an av at vera ónøktandi ella ó­full­kom­in, illnati, saknur, longsul, sorg, par­ anoia, útihýsing og svik. Hetta eru alt brigdi, sum kunnu skapa kensl­ una jal­ousi, tá tey eru samansett á ym­isk­an hátt. Jalousi er ein innbjóðing til ein og hvønn okkara at hyggja inneftir í ar­beiðs­handskum. Ja, jalousi er ein part­ur av lívinum. Kann jalousi vera ein jalig kensla?