hósdagur 1. oktober 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 69
10
Alex var føddur 1. okt. í
1930 og elstur av trimum
systkjum, Dagny og Jákup.
Hann er sonur Biddu (Elsa
Birgittu) úr Víkunum og
Palla (Jens Paula) Sólstein
av Uppsølum.
Ikki so sjáldan sigur
hann frá sínum góðu barn
aárum á Vágsheygnum og
úti í Víkunum, har omma
og abbi hansara búðu, og
har tey høvdu bakarí. Og
Alex hevur nógv at siga
frá, bæði vinum og fólki
har, frá krígnum, lækna
stríðnum og mongum góð
um og skemtiligum.
Alex er mentaður mað
ur. Í 35 ár røkti hann em
bætið sum skúlastjóri og
var settur yngsti skúla
stjóri í kongaríkinum, bert
21 ára gamal eftir umsókn
“til kongen”. Hann røkti
tað embætið, til hann fór á
Landsskúlafyrisitingina at
arbeiða við eftirútbúgving
av lærarum. Enn tann dag
í dag siga fólk mær søgur
um henda dugnaliga lær
aran, sum var so framúr í
máli og tónleiki. Og enn
fær Alex uppgávur at siga
frá ella týða, bæði fyri ein
staklingar og kommunu.
Ikki dugir hann at siga nei,
og onki vil hann hava
afturfyri
Minnið hevur hann
framúr, og gott enn í dag,
og sum skúlastjóri legði
hann seg eftir at kenna
navnið á øllum teimum
túsund børnunum, sum tá
gingu í skúlanum í Klaks
vík. Hann fylgir væl við í
øllum. Á teldlinum og
snildtelefonini; og ikki
minst í bilinum kring býin.
Og í Klaksvíkar hornork
estri so trúliga.
Hvør kennir ikki henda
mannin í slipsi, sum hvønn
dag prátar við øll, lágan
sum høgan? Gaman í er
ferðin nakað lægri enn há
marksferðin, sum plagdi at
vera, men nú reikandi frið
arliga og eygleiðandi um í
sínum heimstað. Uttan
landsferðirnar eru fækk
aðar, men tann vitugi ferð
aleiðarin og upplivarin er
ikki fyri ongum, júst kom
in aftur av íslandsferð við
allari familjuni á diamant
brúdleypsferð.
Skaldskapur, mál og
tónleikur eru hansara
hjartamál. Og har er hann
framúr dugnaligur. Er altíð
til reiðar at kjakast um
málið, sum jú onki skil er á
longur. Klaverið og fiólin
eru lívs fylgisneytar hans
ara. Hann og Katrin fara til
allar konsertir í býnum, at
lurta eftir børnunum í
tónlistaskúlanum, sum
hann var primus motor at
seta á stovn, og til Føroya
Symfoniorkestur,
sum
hann er stovnari av og
heiðurslimur í. Vakri sang
ur hansara hevur í øll hesi
ár ljómað í Christianskirkj
uni, har hann enn hevur
sína dagligu gongd og sig
ur frá kirkju og listaverku
num. Sum frásøgumaður
er hann sum tikin úr leik
um. Ja, sjálvt kongshúsið
hevur varnast gávur hans
ara at siga frá og bera
søguna um staðin og kirkj
una.
Ein betri abba kunnu
børn okkara valla fáa. Altíð
við tí góða og uppbyggj
andi orðinum. Altíð stund
ir til at práta og at spæla
og syngja fyri børnunum.
Og altíð í góðum lag. Tær
mongu søgur, hann hevur
lagt í tey, tann fyrimynd
arligi atburður og hug
burður til lívið og heim
staðin eru farin í arv, og vit
eru takksom. Saman við
Katrin hevur tú skapt eitt
fyrimyndarligt heim fyri
børn tykkara, verbørn og
ommu- og abbabørn.
Í kvøld gleða vit okkum
at eta eina góða máltíð
saman og hyggja at KÍ og
abbasoninum, sum tú
heldur so nógv av. Gævi tú
fært ta størstu gávuna á
vøllinum.
Hjartaliga til lukku við
degnum við tøkk og ynskj
um um fagrar dagar
Óluva
HENDRIK OG CRISTIAN KEYPT BILASØLUNA
Hendrik Egholm og Christian Nagata hava keypt P/F Bila
søluna frá Gunnari Justinussen og Rúna Lindberg. Hendrik
Egholm er nú stjóri, og Christian Nagata er nevndarformaður.
P/F Bilasølan umboðar Audi, Volkswagen, Skoda og Mazda.
Umframt mekaniskan verkstað, eigur Bilasølan eisini plátu
verkstaðin Prolakk. 30 fólk starvast á Bilasøluni/Prolakk.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Jákup Lindenskov,
Vágur, andaðist í heimi
num mánadagin 28. sep
tember, 69-ára gamal.
Gurli Rustin Larsen,
ættað úr Fuglafirði,
búsitandi í Århus,
andaðist leygardagin 26.
september, 58 ára gomul.
Arngrím Zachariasen,
ættaður úr Skopun,
andaðist í heiminum í
Langå 26. september, 74
ára gamal.
Osla Patursson, fødd
Skaalum úr Hvalba,
andaðist á Handarastovu
á Lágargarði leygardagin
26. september, 90 ára
gomul. Jarðarferðin
verður lýst seinri.
Alisa Joensen, fødd
Hovsdal, Hov, andaðist
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
leygardagin 26.
september, 92 ára gomul.
Kathrina Hansen, í
Sandavági, ættað úr
Vestmanna, andaðist
á Sýnini í Miðvági
fríggjadagin, 89 ára
gomul.
Hans Karl Hansen,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 29.
september, 65 ára gamal.
Oddvør Hjalmardóttir
Joensen, ættað av
Syðradali á Kalsoynni,
búsitandi í Tórshavn,
andaðist hósdagin 24.
september, 75 ára gomul.
Hildibjørg Weihe,
Tórshavn andaðist á
Landssjúkrahúsinum
hósdagin 24. september,
78 ára gomul.
Hanna Mortensen,
Tórshavn, fødd Kallsberg,
andaðist 23. september,
82 ára gomul.
Johan Michael Strøm,
Trongisvágur, andaðist
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
mikudagin 23. september,
80 ára gamal.
Ruth Sandoy, Sandi
andaðist á Áargarði
mánadagin 21. september,
79 ára gomul. Tey, ið
vilja minnast Ruth,
kunnu lata kirkjuni á
Sandi eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Fríði Karstensson
Christiansen, sonur
Sóleyð Christiansen
og Karsten Jensen,
andaðist í heiminum
mánamorgunin 21.
september, 27 ára gamal.
Louis Nielsen, búsitandi
í Odense, andaðist
mánadagin 21. september,
83 ára gamal.
Brynhild Hansen, á
Ryggi í Miðvági, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 91 ára gomul.
Elinborg Christiansen,
ættað av Húsum,
búsitandi á Tjaldrafløtti
í Klaksvík, andaðist á
Klaksvíkar sjúkrahúsi
sunnudagin 20.
september, 87 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
ANDLÁT
Alexandur Petur Sólstein níti ár í dag
Fotostudio flutt
og vaksið
Føroya størsta fotofyri
tøka, Fotostudio, er flutt í
nýggj høli í Smiðjugerði 1 í
Havn, og nú eru tey trý,
sum eiga og reka fyritøk
una.
Fotostudio var uppruna
liga sett á stovn í 2009, men
telur nú tríggjar eigarar,
sum umframt Per á Hædd,
sum hevur verið við alla
tíðina, nú eisini telur Pavlu
Eliasen og Sunrid í Gong.
Samstundis er Fotostudio
flutt í nýggj og tíðarhósk
andi høli í Smiðjugerði 1 í
Havn, har el-deildin hjá
Tekniska Skúla áður helt
til.
Sjálvur hevur Per á
Hædd havt egið virki síðani
1982, og telist millum roynd
astu fotografar í landinum.
Pavla Eliasen hevur verið í
fotovinnuni síðani mið
skeiðis í 90-unum, og síðani
2016 hevur hon havt egið
studio á Tvøroyri. Sunrid í
Gong fór í læru sum
fotografur í 2003 og hevur
síðstu 12 árini havt egið
virki við studio í Saltangará.
Nú hava hesi trý funnið
saman og harvið styrkt
grundarlagið undir Foto
studio, sum frá byrjan hev
ur sett sær fyri at loysa all
ar hugsandi fotouppgávur
við góðum hugflogi og
tryggum handalagi, men
nú verður alt gjørt við tal
gildari tøkni, og myrka
kamarið er ikki til longur.
Við trimum royndum og
fjølbroyttum fotografum,
ið hvør hevur sína fakligu
styrki, fevnir Fotostudio
um allar uppgávur og av
bjóðingar – eingin ov stór
og eingin ov lítil. Í sam
bandi við, at Fotostudio
hevur fingið nýggjar eigar
ar og nýggja adressu, verð
ur seinni skipað fyri mót
tøku, men í nakrar mánaðir
hava tey húsast í Smiðju
gerði, har øll eru vælkomin
inn á gólvið.
Per hevur nú Pavlu og
Sunrid aftur at sær
Per á Hædd, Pavla Eliasen og Sunrid í Gong eiga nú
Fotostudio í felag