Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 9 UPPGÁVAN HJÁ ARBEIÐSPLÁSSINUM – Arbeiðsplássið kann hjálpa einum starvsfólki við at skapa forútsigiligheit, karmar og ráðlegging. Eisini kann arbeiðsplássið skapa eitt ADHD vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum ljóðviðurskiftum og greiðum reglum, har tað ber til at sita í egnari skrivstovu ella avbyrgdur í einum horni, sigur forkvinnan í ADHD felagnum, Bjørg Dam. – Eisini er gott hjá arbeiðsgevara og arbeiðsplássi at hava í huga, at tað hjálpir fólki við ADHD við greiðum arbeiðslistum, har størri uppgávur eru brotnar niður í smærri. Um arbeiðsplássið ognar sær vitan og vísur opinleika um ADHD, og at starvsfólk við ADHD hava ein fastan mentor/kontaktpersón, sum kennir til ADHD, og at arbeiðstíðin er styttri ella fleksibul arbeiðstíð ella starvsfólkið við ADHD fær bjóðað at arbeiða heimanífrá, sigur hon eisini. SYMPTOMIR Fólk við ADHD brúka ofta meira orku til somu ting samanborðið við onnur, og tey troyttast skjótari. Hugsa um, at tú starvast við einum menniskja, ið hevur avbjóðingar við at: Skapa yvirlit Hugsavna seg Leggja arbeiðið til rættis Tíðarstýring, tí viðkomandi er tíðaroptimist. Minnast, tí viðkomandi gloymir, hvat hann er í gongd við. Samskifti. Hava lætt at misskilja, duga verri at avlesa óbeinleiðis talu og sosialar reglur. Fólk við ADHD eri ofta slóðarar og íverksetarar. Tað sigst, at ein triðingur av íverksetunum í Silicon Vally hava ADHD. Tí er ADHD als ikki nøkur forðan fyri einum góðum og langum arbeiðslívi. STYRKIR OG VANSAR VIÐ ADHD Vanliga tosa vit um, at fólk við ADHD hava nógvar fyrimunir og styrkir Styrkir Stóra orku Skjótt hugsandi Kreativ Skapandi Væl talandi Nýhugsandi Rættvís Moralsk Trúfest Sera arbeiðssom um áhugi er fyri uppgávuni. AVLEIÐINGAR AV ÓVIÐGJØRDUM ADHD: Danski Rockwall fondurin hevur gjørt upp, at óviðgjørt ADHD kostar danska samfelagnum fimm milliardir um árið. Tí uttan hjálp og viðgerð minkar lívsgóðskan sera nógv, og persónsavleiðingarnar eru stórar. Man sær at fólk við óviðgjørdum ADHD oftari enn onnur: Verða fyrr foreldur Eru verri útbúgvin Eru lægri lønt Skifta ofta arbeiði Fáa psykiskar hjásjúkur so sum angist og tunglyndi Eru oftari misnýtarar Eru oftari í kriminaliteti Gera oftari sjálvmorð