hósdagur 1. oktober 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
8
ANNIKA KUNOY IM
O
ktober er ADHD Aware
ness month, sum er
eitt afturvendandi al
tjóða tiltak har feløg,
stovnar, einstaklingar og onnur
varpa ljós á neuropsykiatrisku
diagnosina ADHD. Umleið fimm
prosent av børnum og tvey og eitt
hálvt prosent av vaksnum hava
ADHD sambært World Health
Organization, og tí er heims
herferðin til frama fyri upplýsing
og tilvit fyri hundatals milliónum.
Føroyska ADHD felagið
hevur spurt seg fyri hjá Mál
ráðnum, sum hevur skotið upp,
at »ADHD Awareness Month« á
føroyskum veður kallað »ADHD
Tilvit«. Umfram tað hevur
ADHD felagið gjørt búmerkið,
sum sipar til altjóða tiltakið.
Føroyska ADHD felagið hev
ur arbeitt við tiltakinum síðani
í fjør, tá forkvinnan, Bjørg Dam,
varð boðin til endatiltakið hjá
Íslendska ADHD felagnum. Við
ADHD Tilvit setur felagið and
lit á ADHD, leitar sær nýggja
vitan, framleiðir tilfar, skapar
sambond og netverk.
Í Sosialinum fara vit eisini
at seta sjóneykuna á ADHD
hendan mánaðin, og vit fara við
persónligum søgum og fakta
frá serfrøðingum at skapa eina
rætta mynd av lívinum við
ADHD, tá ymisk viðkomandi
evni verða viðgjørd í Vikuskiftis
Sosialinum komandi vikurnar.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í OKTOBER ER
SJÓNEYKAN
VEND Á ADHD
Í Sosialinum fara vit eisini
at seta sjóneykuna á ADHD
hendan mánaðin, og vit fara við
persónligum søgum og fakta
frá serfrøðingum at skapa eina
rætta mynd av lívinum við
ADHD, tá ymisk viðkomandi
evni verða viðgjørd í Vikuskiftis
Sosialinum komandi vikurnar
Ársins
viðurkenning
ADHD Felagið ynskir eisini at heirða einum
fólki ella stovni, ið hevur gjørt ella ger okkurt
serligt fyri onkran persón við ADHD ella
fyri ADHD sum heild. Felagið heitir á
fólk um at senda uppskot við einari
grundgeving til adhd@adhd.fo.
HELDUR TÚ, AT TÚ
HEVUR ADHD?
Heldur tú, at tú hevur ADHD, ber til at fara til kommunulækna
at biðja um ávísing til útgreinan á Psykiatriska deplinum.
Summi velja at leypa longu køina um og fara privat.
Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum, greiðir frá, at besta
viðgerðin er kognitiv- og atferðarlæra, DAT og sosiallæra, ofta
saman við heiligvági.
– Heiligvágurin er sum brennievni, ímeðan tað kognitiva er
venjingin sum skal til fyri at læra nýtt. Lær tínar avbjóðingar og
styrkir at kenna, so kanst tú fáa strategiir til at fáa eitt líka gott
lív sum onnur, sigur hon.
UM ADHD
ADHD er í 80 prosentum av førunum arvalig
neuropsykiatriskt diagnosa og er torfør at
skilja, tí tað líkist nøkrum, sum øll kenna.
Tað merkir, at vit hava torført við at skilja,
og tí undirmeta vit avbjóðingarnar, sum eru
ósjónligar.
– ADHD kann samanberast við dunnuna. Tað
sær so ótrúliga lætt og lítið krevjandi út, tá hon
fer svimjandi. Elegant glíðir hon nærmast eftir
vatninum. Umhvørvið sær ikki, hvussu beinini
spjálka hartarbeiðandi undir flatuni, sigur Bjørg
Dam metaforiskt.
Tvey og eitt hálvt prosent av vaksnum hava
ADHD, og tað merkir, at tey liva upp til
kriteriuni. Fimm prosent av børnum hava
ADHD, og tað merkir, at tað eru umleið helvtin
av børnunum, sum ikki liva upp til kriteriuni
fyri ADHD, tá tey eru vaksin.
Uttan strategiir og viðgerð kann ein við ADHD
troyttast skjótari og brúka longri tíð enn
starvsfelagarnir upp á at gera sama arbeiði.
Man tosar um at verða pseudoproduktivur, sum
merkir, at ein virkar orkufullur og er í gongd
við nógvar uppgávur, men av tí man verður
avleiddur allatíðina, so verður einki liðugt.
Man hevur lyndi at loypa til næstu og meiri
spennandi uppgávuna, áðrenn fyrsta er liðug.
– Tað er sera týdningarmikið at læra strategiir
fyri at kunna og megna tað sama sum hini.
Hugsa, at tú ert ein sprintari og ikki
langteinarennari. Hevur tú drúgvar uppgávur,
so brót tær í smærri uppgávur. Arbeið í stuttum
sprintum fyri at halda fokus. Eitt, sum hjálpir
er at brúka ein timara/klokku og at hava eina
gularót fyri avgreitt arbeiði, sigur Bjørg Dam.
– Finn tær eina samsýning, sum motiverar.
Tað kann til dømis verða eitt flugubein
í arbeiðslistan. Ein samsýning útloysir
hormonið dopamin, sum fólk við ADHD eru
í undirskoti av. Tí arbeiðir man sera nógv
við rós og samsýningum bæði við børnum og
vaksnum við ADHD. Tað kann eisini verða gott
at skifta ímillum tvær til tríggjar uppgávur
fyri at fasthalda áhuga og fokus, sigur hon
framhaldandi.