hósdagur 1. oktober 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
7
sigur tú ikki frá og framhaldandi
átekur tær meir, enn tú orkar,
so fært tú tað ringt aftur, sigur
hann.
Heilivágurin
Fyri útgreiningina hevði Erhard
Joensen havt svøvntrupulleikar
í nógv ár. Næturnar vóru órógv
aðar, tí hann vaknaði eini seks
til sjey ferðir hvørja nátt, og var
tí als ikki úthvíldur. Tað fyrsta,
sum hann tí fekk heilivág fyri
var svøvnurin.
– Eg svav onga nátt í gjøgnum
og vaknaði hvørja einastu nátt.
Eg var akkurát líka móður, tá eg
vaknaði um morgunin, sum tá eg
fór í song um kvøldið. Fyrst fekk
eg tí heilivág fyri at kunna sova
ordiligt og slappa av, meðan eg
svav. Síðani varð farið undir at
finna útav, hvør heilivágur pass
aði til mín. Eg royndi fyrst tvey
sløg, sum ikki passaðu til mín,
og eg taki nú eitt triðja slag, sum
sær út til at rigga væl, sigur Er
hard Joensen.
ADHD kann vera ein gáva
Fólk við ADHD eru ofta upp
finningarsom, hugskygd og
arbeiðssom, og tí heldur Erhard
Joensen eisini, at ADHD kann
verða eitt tvíeggjað svørð, ið
bæði hevur avbjóðingar og góð
ar eginleikar við sær.
– Tey við ADHD hava ofta
eginleikar, sum kunnu føra
tey langt fram í lívinum, men
trupulleikin er tó – serliga við
óútgreinaðum ADHD – at tað
samstundis kann brenna ein út
langt áðrenn tíð. Tí kann ADHD
vera ein gáva, og verður tað út
greinað í góðari tíð, er hetta
ágrýtni ein stórur fyrimunur,
sum tey við ADHD hava fram
um onnur, sigur hann frá.
– Tað hevur eisini verið ein
fyrimunur hjá mær, tí eg havi
fingið ómetaliga nógv av skafti.
Eg havi arbeitt sum sjálvstøðug
ur hondverkari, sum stjóri í
tveimum alifyritøkum, í banka
og nú sum politikari, sigur hann
víðari.
Hann leggur somuleiðis dent
á, at tey, sum hava ADHD kunnu
alt tað, sum tey vilja, tí ADHD er
ikki ein sjúka men heldur er tað
ein diagnosa.
– Eg ansi eftir mær sjálvum
taki heilivág og struktureri mítt
lív, og eg havi eitt gott lív, stað
festir hann.
– ADHD gerst trupult, tá
tað ikki verður útgreinað. Tí er
tað umráðandi, at vit fáa hesar
skipanirnar niður í barnagarðar
og skúlar, so vit fanga tey við
ADHD so skjótt sum gjørligt.
Tey sum hava ADHD men ikki
verða útgreinað kunnu fáa stór
ar sálarligar trupulleikar seinni
í lívinum – fylgisjúkurnar sum
angist, tunglyndi og annað, sigur
hann.
Viðurkenning
Ynskiligt er, at ADHD verður
viðurkent og at tosað verður
um ADHD, sum eina vanliga
diagnosu, sum føroyingar fáa.
Ynskiligt er eisini, at børn verða
útgreinað tíðliga í lívinum, og at
tey, sum hava tørvin, fáa røttu
hjálpina, so tey fáa livað eitt
vanligt lív við ADHD og ikki fáa
skaðiligu fylgisjúkurnar seinni í
lívinum.
Erhard Joensen heldur, at tað
als ikki er undarligt, at tað eru so
mong við ADHD, ið ikki ynskja
at tað verður alment kent, at tey
hava diagnosuna.
– Fleiri eru óivað bangin fyri,
at stíga tey fram og fortelja, at
tey hava ADHD, kann tað skapa
forðingar í lívinum, sum tey
annars ikki høvdu havt. Tað er
ein púra vanlig reaktión, sigur
hann.
– Fólk aftra seg, tí tey eru
bangin fyri, at tað kann skaða
tey. Tað er harmiligt, tí fólk við
ADHD eru typiskt resursufull,
sigur Erhard Joensen.
– Løgtingið arbeiðir nú við
at fáa útgreingingar arbeiði at
ganga skjótari fyri ADHD. Tað
vóni eg kann vera við til at av
mystifisera tað, sigur hann og
leggur aftrat, at hann eisini
vónar, at tað verða fleiri, sum
ikki skammast við at fortelja, at
tey hava ADHD, tí menniskju
við ADHD eru ofta kreativ og
kunnu koma við stórum sam
felagsíkasti á fleiri økjum.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Á MEG
Erhard Joensen
55 ár
Tingmaður fyri
Sambandsflokkin
Úr Vági
Giftur við Harriet Joensen
Tey eiga fýra børn
Fyrrverandi bankamaður og
stjóri í tveimum alifyritøkum
Eigur og rekur í dag tvær
fyritøkur, sum hava við
handil- og íløguvirksemi at
gera
Fekk staðfest ADHD sum 52
ára gamal
FAKTA
Tað sum er tað ringa við ADHD er, um tað ikki
verður útgreinað. Tí er tað umráðandi, at vit
fáa hesar skipanirnar niður í barnagarðar
og skúlar, so vit fanga tey við ADHD so skjótt
sum gjørligt. Tey sum hava ADHD men ikki
verða útgreinað fáa stórar sálarligar trupulleikar seinni í
lívinum – fylgisjúkurnar sum angist, tunglyndi og annað