hósdagur 1. oktober 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
6
ANNIKA KUNOY IM
– Tað er einki at ivast í, at tað
enn í dag er ein stigmatisering
kring ADHD. Sjálvur gjørdi
eg vart við, at eg havi fingið
tað staðfest, áðrenn eg stillaði
upp til løgtingsvalið í fjør. Tað
løgna hendi, at eingin segði
eitt orð. Tað var onkur einkult
ur í tingbólkinum, sum tosaði
við meg um, hvat ADHD er.
Men eingin í mínum vinaskara
tosaði um tað, tí tað er enn so
duldargjørt, og tað er í veru
leikanum synd, tí tað eru nógv
ir føroyingar, sum hava arvaligu
sjúkuna ADHD, sigur 55 ára
gamli løgtingsmaðurin, Erhard
Joensen, sum fyri trimum
árum síðani sjálvur fekk staðf
est ADHD og sum nú er í viðgerð
og hevur lært seg at liva við
avbjóðingunum og eisini fyri
mununum, sum útgreiningin
hevur givið honum.
Í oktober mánaði fyri trimum
árum síðani bleiv tá 52 ára
gamli Erhard Joensen sjúkur.
Hann endaði í sjúkrabili og fór
á Suðuroyar Sjúkrahús. Hann
fekk at vita frá læknanum, at
hann skjótast gjørligt skuldi fáa
fatur á einum sálarfrøðingi ella
sálarsjúkulækna (psykiatara) og
fáa eina útgreining, tí tað, sum
feilaði var, at hann hevði fingið
eitt álvarsamt óttaherðindi.
Erhard Joensen fekk tá tíð
hjá sálarfrøðingi og eftir hetta
hjá privatum sálarsjúkulækna,
tí hann hevði varhuga av, at
skuldi hann gjøgnum almennu
skipanina, fór tað at taka fleiri
ár, árðrenn hann slapp framat.
Eftir tríggir mánaðir og nakrar
samrøður staðfesti sálarsjúku
læknin, at Erhard Joensen
hevði ADHD, og orsøkin til, at
hann var endaður á sjúkrahúsi
num nakrir mánaðir framman
undan var, at hann hevði livað
við óviðgjørdum ADHD.
– Hetta kom púra óvart á meg.
Eg hevði hoyrt um orðið ADHD,
men eg visti onki um tað. Eg fór
síðani at lesa um ADHD, og hvat
tað hevur við sær, sigur hann.
– Serliga kannaði eg mær
vitan um, hvørjar fylgjur óvið
gjørt ADHD hevur hjá vaksnum
fólki, sum tað jú var hjá mær.
Eg las meg fram til, at óvið
gjørt ADHD kemur til sjóndar
á ymiskar mátar, og eg var
hóast alt smallin um tríggjar
ferðir ígjøgnum mítt vaksna
lív. Einaferð var tá eg var 25 ára
gamal, aftur einaferð tá ið eg var
43 ára gamal og so enn einaferð
sum 52 ára gamal, sigur løgtings
maðurin framhaldandi.
Hann greiðir frá, at hóast hann
í barna- og ungdómsárunum var
sera væl fyri kropsliga, íðkaði
nógvan ítrótt og kláraði seg
væl í skúlanum, sær hann fleiri
tekin um, at hann hevur havt
óviðgjørt ADHD, nú hann sum
vaksin lítur aftur um bak.
– Sum barn og ungur var eg
sera aktivur. Eg var kropsliga
væl fyri og eg gjørdi nógvan
ítrótt. Eg kláraði meg eisini væl
í skúlanum, og mær dámdi væl
at ganga í skúla, men eg hevði
altíð torført við at hugsavna
meg í longri tíð. Eisini hevði eg
torført við at sova og eg vaknaði
ofta um næturnar. Eg hevði
órógv í kroppinum, sigur Erhard
Joensen.
– Tá ið eg hyggi aftur á tíðina,
tá ið eg gjørdist eldri, varð giftur
og fekk familju, er órógvið frá
barndóminum ikki horvið. Eg
havi arbeitt ótrúliga nógv, bæði
tá børnini vóru lítil og allan
vegin upp eftir. Eg arbeiddi
sum málari tey fyrstu 14 árini,
vit høvdu børn, áðrenn eg fór
upp í laksaaling. Eg var úti til
arbeiðis í nógvar av mínum
vaknu tímum, og síðan arbeiddi
eg víðari í høvdinum eftir tað. Eg
hvørki dugdi ella kundi kobla úr,
greiðir hann víðari frá.
Fylgisjúkur gjøgnum árini
Erhard Joensen hevur fingið at
vitað frá sálarsjúkulækna, at tá
vit eru ung, klára vit at bøta fyri
ADHD við kreftunum, tí vit eru
kropsliga væl fyri tá. Men tá tú
kemur upp í aldri – og serliga
fyri mannfólk um 40 ára aldur
– klárar kroppurin ikki longur
at kompensera fyri ovurvirkni,
sum er í kroppinum.
Fyri ikki at gerast strongdur
ella fáa herðindi aftur leggur
Erhard Joensen bæði dagar
og nætur væl til rættis og lurt
ur eftir læknafakligu vegleið
ingunum, hann hevur fingið.
– Eg má skipa lívið væl. Fyri
tað fyrsta taki eg heilivágin, sum
læknin hevur útskrivað mær, eti
gott, røri meg og gangi nógv, tí
tað er avstreingjandi. Eisini er
hvíld og góður svøvnur um
ráðandi, sigur hann.
Hann greiðir framhaldandi
frá, at fólk við ADHD eru ofta
sera virkin og bráðlynt og hava
ofta hug til at átaka sær meir,
enn tey veruliga orka.
– Tá mást tú duga at siga frá.
Tað kemur tó automatiskt, tí
LØGTINGSMAÐUR STAÐFEST ADHD:
– TAÐ KOM ÓVART
Hóast 55 ára gamli Erhard Joensen í barna- og
ungdómsárunum var sera væl fyri kropsliga,
íðkaði nógvan ítrótt og kláraði seg væl í skúlanum,
sær hann fleiri tekin um, at hann hevur havt
óviðgjørt ADHD, nú hann sum vaksin lítur
aftur um bak. Fyri trimum árum síðani fekk
hann diagnosuna ADHD, og síðani hevur
hann lært seg at liva við avbjóðingunum. Hann
vónar, at tað verða fleiri, sum ikki skammast
við at fortelja, at tey hava ADHD, tí ADHD
er arvaligt og rakar nógvar føroyingar
Hetta kom púra,
púra óvart á meg.
Eg hevði gottnokk
hoyrt um ADHD
fyrr, men eg ánaði
ikki, hvat tað var