hósdagur 1. oktober 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
15
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
V A R Ð A G Ø T A 8 · F O - 3 8 0 S Ø R V Á G U R · S O R V A G @ S O R V A G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0
KUNNGERÐ
um valevnislistar til kommunuvalið
í Sørvágs kommunu tann 10. november 2020
Í Sørvágs kommunu kann ein valevnislisti hava
í mesta lagi 11 valevnir.
Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi
15 og mesta lagi 25 veljarum sum stillarum.
Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á
sama lista, sum valevnini eru skrivaði á.
Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillararnar,
har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, føðingardegi og bústaði.
Ein veljari kann bert vera stillari á einum lista.
Listin skal latast inn av einum stillara á kommunu-
skrivstovuna ella til valnevndarformannin
í seinasta lagi týsdagin tann. 20. oktober 2020,
innan kl. 18.00.
Sí annars § 6 í kommunuvallógini.
Sørvágur, 29.09.2020
Oddur Petersen, form.
KUNNGERÐ
KUNNGERÐ
Kunngjørt verður, at vallistarnir fyri valstaði
Gásadal, Bø og Sørvág til kommunuvalið, ið
ferð fram týsdagin tann. 10. nov. 2020, liggja
frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni
í vanligari avgreiðslutíð frá 06. oktober til 20. oktober 2020.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan,
ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í
seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send
bygdaráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð
í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða
hesi send veljaranum í kommununi í seinasta
lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin
hava valkortið við sær, tá ið valt verður.
Sørvágur, 29.09.2020
Oddur Petersen, form.
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
V A R Ð A G Ø T A 8 · F O - 3 8 0 S Ø R V Á G U R · S O R V A G @ S O R V A G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0
Staðbundnar nevndir
Sambært § 37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta
staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum
ummælisrætt í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.
Valið fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til
kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja.
Á býráðsvalinum 10. november 2020 kunnu sostatt veljast 3 limir í
ávikavist.
Hvítanesnevnd Tórshavnar býráðs
Kaldbaksnevnd Tórshavnar býráðs
Kollfjarðarnevnd Tórshavnar býráðs
Kirkjubøar/Velbastaðarnevnd Tórshavnar býráðs
Hest/Koltursnevnd Tórshavnar býráðs
Nólsoyarnevnd Tórshavnar býráðs
Í atkvøðuøkinum ávikavist á Hvítanesi, í Kaldbak/Kaldbaksbotni, í
Kollafirði, í Kirkjubø/Velbastað/Syðradali, í Hesti/Koltri og í Nólsoy
hava borgarar valbæri og valrætt, sum standa á vallistanum til
býráðsvalið.
Valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í
hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 20. oktober 2020,
kl. 18.00.
Ein av stillarunum skal handa valevnislistan og navnalista yvir
stillararnar, og skulu bæði velevnislistin og navnalistin skilliga verða
lýstur við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.
Tíð og stað fyri valið verður kunngjørt seinri.
torshavn.fo
Minnist til
haldaragjaldið