Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 16 TERJI NIELSEN S einastu vikuna hevur nógv verið frammi her í blaðnum um, at av­bjóð­ ingarnar við hørðum rúsevnum í Føroyum í løtuni eru rættiliga stórar. Nógv rúsevni eru í umferð, og fleiri og fleiri ung fáa tørv á rúsevnaviðgerð. Ein orsøk til, at so nógv rús­ evni eru í landinum, kann vera, at tolleftirlitið við landamarkið ikki er nøktandi, tí at talið av tollarum hevur staðið í stað í 20 ár, hóast alt annað er vaksið við rúkandi ferð. Peningur skal markast til tolldeildina Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, heldur tað vera av stórum týdningi, at man styrkir eftirlitið við landa­ markið. Eg tosaði av tilvild við ein tollara fyrr í vikuni, og hann segði mær, at teir hava næstan ikki tíð til at vera úti og gera eftir­lit, tí so nógv tíð fer til um­ siting. So fyri mær tykist tað eisini sum um, at raðfestingin er skeiv. TAKS má raðfesta øðrvísi, tí tað manglar orka til eftirlit við eitt nú skipini, sum koma til landið, sigur Djóni Nolsøe Johanne­sen. Hann sigur, at tað er einki at ivast í, at allir løgtingslimir uttan mun til, hvønn flokk teir hoyra til, ynskja at basa trupul­ leikanum við rúsevnum. Eg síggi fyri mær, at man játt­ar penging til TAKS, sum er markaður til narkohund og fólk, sum tey jú mangla á toll­ deildini, so at vit kunnu økja og styrkja eftirlitið við landa­ markið, sigur tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum. Djóni Nolsøe Joensen held­ ur, at umframt at eftirlitið skal styrkjast, so er tað eisini um­ ráð­andi, at man ger eitt miðvíst fyribyrgjandi arbeiði millum ung­dómin í Føroyum. Tí haldi eg, at man til dømis kundi stungið út í kortið eitt felags átak í stríðnum móti rús­ evnum í Føroyum, sum tann politiska skipanin kundi staðið á odda fyri. Eg ivist heldur ikki í, at tað hevði verið semja tvørtur um allar flokkar at gjørt eitt slíkt átak, sigur hann at enda. TERJI@SOSIALURIN.FO Løgtingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Djóni Nolsøe Joensen, heldur, at tað er alneyðugt, at eftirlitið við rúsevnum við landamarkið skal styrkjast SAVNSMYNDEFTIRLITIÐ MÁ STYRKJAST Løgtingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Djóni Nolsøe Joensen, heldur, at tað er alneyðugt, at eftirlitið við rúsevnum við landamarkið skal styrkjast TERJI NIELSEN T að tykist sum um, at trupulleikarnir við rúsevnum eru kring alt landið, men í Klaksvík halda tey ikki, at støðan er so ring í løtuni. Tað heldur Beinta Á. Gregersen, sum er leiðari í ungdómshúsinum Húsið í Klaksvík, har ung millum 13 og 18 ár ganga. Eg haldi faktisk, at tað er nokk so friðarligt í løtuni. Vit hoyra nógv ymiskt frá teimum ungu, sum ganga her hjá okkum, og tí plaga vit at hoyra, um tað eru nógv rúsevni úti millum ung her í økinum, og tað tykist ikki vera so beint nú, sigur hon. Hon leggur tó afturat, at tað er ikki altíð, at tað er so friðarligt, sum tað er beint nú. Fyri ikki so langari tíð síðani var nokk so nógv ritalin úti millum tey ungu. Bæði í fjør og fyrraárið høvdu vit nøkur her norðuri, sum vóru í trupulleikum, men eg haldi, at støðan er væl betur nú, sigur Beinta Á. Gregersen. Hon sigur, at tey í Húsinum gera nógv fyri at skapa trivnað millum tey ungu í Klaksvík og Norðoyggjum sum heild fyri at halda teimum burtur frá eitt nú rúsevnum. Tað er einki at ivast í, at man kann fyribyrgja nógvum slíkum trupulleikum, um vit kunnu geva teimum frítíðartilboð, ið hava innihald, so tey ikki enda úti í rúsevnum, sigur Beinta Á. Gregersen. TERJI@SOSIALURIN.FO Trupulleikarnir eru ikki stórir í Klaksvík Hóast tað verður sagt, at nógv hørð rúsevni eru í umferð í Føroyum í løtuni, so merkja tey ikki nógv til hendan trupulleikan í Klaksvík