Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 17 N øgdirnar av rús­evn­ um, sum man hevur roynt at smugla til Føroya í málinum, sum nú kemur fyri nevningating í Føroya Rætti, eru so stórar, at talan er um rúsevni, ið kundi blivið selt fyri fleiri milliónir á gøtu­ni í Føroyum. Teir tríggir menninir eru, sum nevnt aðrastaðnis her á síðuni, ákærdir fyri at hava roynt at smugla 982,6 gram av amfetamin til Føroya í fjør. Sam­bært vælvitandi keldum, sum Sosialurin hevur tosað við, kostar eitt gram av amfetamin umleið 1.200 krónur á gøtuni í Før­oyum. Tað vil siga, at hendan nøgdin, sum talan er um í hesum føri­num, kundi verið selt fyri næstan 1,2 milliónir krónur á gøtuni. Tann eini ákærdi, ein før­ oy­ingur, er eisini ákærdur fyri saman við øðrum at hava roynt at smuglað ikki minni enn 12,7 kilo av hash úr Íslandi til Føroya í januar mánað í fjør. Eitt gram av hash kostar á gøtuni í Føroyum í minsta lagi 250 krónur. Tað vil so siga, at hendan stóra nøgdin av hash, sum í fjør var á veg til Før­oya, hevði havt eitt søluvirði á gøtuni í Føroyum á ikki minni enn 3.178.000 krónur. Samanumtikið merkir tað, at málið, sum nú kemur fyri nevn­ingating í Føroya Rætti, snýr seg um rúsevni, ið á gøtuni í Føroyum hava eitt samlað sølu­virði á ikki minni enn 4,35 milliónir krónur. TERJI NIELSEN E itt tað størsta málið um inn­smugling av hørðum rús­evnum til Føroya nakrantíð kemur fyri í Føroya Rætti í komandi mánað, tá ið eitt nevningating skal taka støðu til, um tríggir mans eru sekir í innsmugling av hørðum rús­evnum til Føroya. Sitið varðhaldsfongslaðir síðan í fjør Tað var í novembur mánað í fjør, at tríggir ungir mans í 20’unum blivu handtiknir í sambandi við eina roynd at innsmugla umleið eitt kilo av amfetamin til Føroya. Teir tríggir menninir, tveir danir og ein føroyingur, blivu í sambandi við handtøkurnar varð­halds­fonglsaðir, og teir hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani. Linda Margrethe Hesselberg, vara­fúti, sigur, at talan er um eitt óvan­liga stórt mál, sum kemur fyri nevningating í novembur. Teir eru ákærdir fyri at royna at innsmugla 982,6 gram av amfetamin til Føroya, og so hava teir eisini onnur mál hvør sær, sigur Linda Margrethe Hessel­ berg, varafúti. Føroyingurin, sum er ákærd­ ur í málinum, er eisini ákærdur fyri at hava roynt at smugla inn heili 12,7 kilo av hash til Før­oya í januar mánað í fjør. Hash­ið skuldi koma til Føroya úr Ís­landi, men bleiv steðgað, og onkur er longu dømdur í tí málinum í Íslandi sambært Linda Margrethe Hesselberg. Í sambandi við handtøkurnar varð húsarannsókn eisini gjørd heima hjá teimum ákærdu og á bú­staðnum hjá tí eina dananum vóru ymisk rúsevni funnin, og tað verður ákæra so eisini reist fyri í Føroya Rætti í sambandi við nevningatingið. Kunnu fáa sera harða revsing Tað verður mánadagin 9. Novem­bur, at Føroya Rættur fer undir hetta stóra rúsevnamál, og tvær vikur eru settar av til nevn­ ingatingið. Orsøkin til, at tað verður nevninga­ting, er, at revsiramman fer upp um fýra ára fongsul. Í hesum føri er ákæra reist eftir grein 191, stk. 1 í revsilógini, har revsiramman er upp til 10 ára fongsul, greiðir Linda Margrethe Hessel­berg frá. TERJI@SOSIALURIN.FO TRÍGGIR MANS KUNNU FÁA UPP TIL 10 ÁRA FONGSUL Nevningating verður í Føroya Rætti í komandi mánað, har tríggir ungir mans kunnu fáa upp til 10 ára fongsulsrevsing í sambandi við innsmugling av hørðum rúsevnum Rúsevni fyri milliónir Eitt tað størsta rúsevnamál í Føroyum nakrantíð kemur fyri nevningating í komandi mánað. Tilsamans snýr tað seg um rúsevnir, ið kundu verið seld á gøtuni í Føroyum fyri næstan hálvafimtu millión krónur SAVNSMYND Tríggir mans kunnu fáa sera langa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla hørð rúsevni til Føroya, tá ið nevningating verður í Føroya Rætti í komandi mánað SAVNSMYND