hósdagur 1. oktober 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
18
VILMUND JACOBSEN
L
øgtingið hevur sett
fimm miljónir krónur
av í ár til kanningar í
samband við ein undir
sjóvartunnil til Suðuroyar, og
tað er Landsverk, sum umsitir
hesa játtan.
Í juli skeyt havrannsóknar
skipið Magnus Heinason seis
mikk á leiðum, har ætlanin er,
at tunnilin skal byggjast, og um
dagarnar eru eisini hol borað
á Sandi og Skarvanesi í hesum
sambandi.
Frammanundan eru hol bor
að í Sandvík og í Hvalba.
Eisini til jarðhita
Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøð
ingur og verkætlanarleiðari hjá
Landsverki í tunnilsbyggingum,
sigur, at boriholini eitt nú á
Sandi og í Hvalba eru framd í
skúlagørðunum, soleiðis at tey -
um áhugi er hjá kommununum -
eisini kunnu brúkast til jarðhita.
Holini kunnu soleiðis yvirtakast,
tá tey á Jarðfeingi eru liðug við
sínar kanningar.
- Vit bjóðaðu boringina út, og
tað var Sp/f Bora við heimstaði
í Norðdepli, sum vann útbjóð
ingina og soleiðis fekk til upp
gávu at bora holini.
Hann vísir á, at ætlanin var
eisini at bora eitt hol í Skúvoy,
men tað verður so ikki á hesum
sinni, tá flutningurin út í oynna
kann vera trupul og lutfalsliga
kostnaðarmikil.
Verkætlanarleiðarin væntar,
at nú seismikkur eisini er skotin,
og holini í ávikavist Sandvík,
Hvalba, Skarvanesi og Sandi eru
borað, er eisini játtanin á fimm
miljónir krónur við at vera uppi.
Eydnaðist væl
Tað er Jarðfeingið, sum savnar
inn dáturnar frá seismikki og
boringunum, og seinni í ár fær
Landsverk ætlandi eina frá
greiðing frá stovninum um
úrslitini. Tað verður eisini Jarð
feingið, sum tekur avgerð um,
hvørt fleiri boringar skulu ger
ast.
- Higartil hava vit eingi úrslit
sæð, men Jarðfeingið hevur
latið væl at teimum dátum, tey
hava fingið, og tey siga, at eitt
nú skjótingarnar við seismikki
eydnaðust væl og hava givið
stovninum eina góða mynd av
havbotninum.
Fríðrik Heinesen sigur, at
hann ongar negativar ábending
ar hevur fingið um, at tilfarið í
havbotninum ikki sær gott út.
Verkætlanarleiðarin vísir á,
at boringarnar, sum eru gjørdar,
kunnu ikki rópast kjarnu
boringar, tí hetta snýr seg ikki
um at taka upp kjarnur ella jarð
arløg úr holinum.
- Jarðfeingið hevur kamera-
útgerð at senda niður í boriholini,
og her fær stovnurin dátur, sum
tey byggja sínar metingar á.
Kjarnuboringar verða framvegis
brúktar, men tað er eisini vanligt
at brúka kamera-útgerð.
Fremjing og fígging
Fríðrik Heinesen vísir á, at tað er
Landsverk, sum hevur biðið um
kanningarnar av havbotninum,
og tað er Landsverk, sum kem
ur at gera fíggjarligu lýsingina
av, hvat verkætlanin kemur at
kosta, umframt eina cost-bene
fit greining, sum lýsir sam
felagsbúskaparligar fyrimunir
og vansar.
- Tað arbeiðið, sum nú verður
gjørt, verður gjørt um somu
tíð - ella síðuleypandi - við eitt
nú fíggjarligu lýsingini av verk
ætlanini. Ætlanin byggir á, at
Landsverk skal koma við einum
tilmæli um, hvussu verkætlanin
kann fremjast og fíggjast.
3,3 miljardir krónur
Fyri trimum árum síðan hevði
verkætlanarleiðarin hjá Lands
verki eina framløgu um Suður
oyartunnilin, og nevnt hevur
verið í hesum sambandi, at
verkætlanin - leystliga mett -
fer at kosta umleið 3,3 miljardir
krónur.
Prísurin á einum Suðuroyar
tunli verður tí umleið tvífalt so
høgur sum prísurin fyri verk
ætlanina við Eysturoyar-og
Sandoyartunlinum tilsamans.
Politiskt hevur verið sagt,
at ætlanin er at fara í holt við
Suðuroyartunnilin, tá stóra
verkætlanin við Eysturoyar-og
Sandoyartunlinum er liðug.
- Hetta er sjálvandi ikki
okkara avgerð. Nú seismikkur er
skotin, og hol eru borað, eiga vit
hesar dátur, og jarðfrøðin broyt
ist ikki nógv, um vit skulu bíða
í nøkur ár eftir, at byggingin av
Suðuroyartunlinum fer í gongd.
Hvat er alternativið?
Tá Fríðrik Heinesen verður
spurdur, hvussu realistiskt tað
er, at vit um nøkur ár fáa ein
Suðuroyartunnil, sum kemur at
HAVA SKOTIÐ
SEISMIKK OG GJØRT
ROYNDARBORINGAR
- Higartil hava vit eingi úrslit sæð, men
Jarðfeingið hevur latið væl at teimum dátum,
tey hava fingið. Tey siga, at eitt nú skjótingarnar
við seismikki eydnaðust væl og hava givið
stovninum eina góða mynd av havbotninum
undir Suðuroyarfirði, sigur Fríðrik Heinesen,
verkætlanarleiðari hjá Landsverki um
kanningarnar í samband við ein Suðuroyartunnil
Higartil hava vit
eingi úrslit sæð,
men Jarðfeingið
hevur latið væl at
teimum dátum, tey
hava fingið…
Jarðfeingið hevur
kamera-útgerð, og
her fær stovnurin
dátur, sum tey
byggja sínar
metingar á…
Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur, er
verkætlanarleiðari hjá Landsverki