Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 19 knýta Suðuroynna upp í megin­ økið annars, vendir verk­ætlan­ ar­leiðarin spurningin og spyr, hvat alternativið til Suður­oyar­ tunnilin er. - Um 10 ár verður Smyril sjálv­ sagt 10 ár eldri, og skal skipið skift­ast út tá, fer tað helst at kosta tað mesta av einari miljard. Fáa vit ein nýggjan Smyril um 10 ár, verður Suðuroyartunnilin hugs­andi skotin út í 30 ár, leggur hann aftrat. Tað verður uppgávan hjá teimum fólkavaldu at taka avgerð um, hvussu fram­tíðar­ sam­bandið millum meginøkið og Suðuroynna skal verða. Positiv á Landsverki Verkætlanarleiðarin vísir á, at tey á Landsverki eru posi­tiv fyri ætlanini um ein Suður­ oy­ar­tunnil, men her krevst, at fíggjar­ligir leistir verða funnir, sum kunnu fíggja og bera hesa verk­ætlan á mál. - Vit hava eitt uppskot um, hvussu Suðuroyartunnilin kann byggjast, og í okkara uppskoti kemur tunnilin upp og fer niður aftur í Skúvoy og síðan víðari til Suðuroyar. Tað er eisini av trygdarávum, at vit mæla til, at tunnilin kemur upp í Skúvoy, so­leiðis at hann á henda hátt ikki verður so langur, sum hann annars hevði verið. Fríðrik Heinesen vísir á, at tað eru eisini onnur upp­skot um verkætlanina við Suður­ oy­ar­tunlinum, og tá tað enn ligg­ur opið, hvørjar endaligu linjur­nar verða, verða eitt nú seis­m­isku kanningarnar ikki av­ markaðar til bara at gagna upp­ skotinum hjá Landsverki, men kanningarnar lata eisini upp fyri øðrum møguleikum. Taka atlit til Skúvoy Í Skúvoy eru tey neyvan ser­ liga fegin um nógva ferðslu í lítlu bygdini, men tey fegnast hinvegin um møguleikan, sum her kann koma við føstum sam­ bandi. - Spurningurin er so, hvussu hesi tingini kunnu skipast, so tey í fyrsta lagi koma at tæna fólki­num, sum býr í Skúvoy, held­ur verkætlanarleiðarin fyri. Fríðrik Heinesen leggur at enda aftrat, at raksturin av ein­ um tunli undir Suðuroyarfirði helst verður tvífalt so bíligur sum raksturin av at hava eitt ferða­mannaskipið sum Smyril sigl­andi á farleiðini. Neyðugt er at finna fíggjarligar leistir, sum kunnu fíggja og bera Suðuroyartunnilin á mál… Eftir uppskoti hjá Landsverki kemur tunnilin upp í Skúvoy og síðan upp aftur í Sandvík Hugsandi er, at um ein nýggjur Smyril kemur um 10 ár - fyri umleið eina miljard - verður Suðuroyartunnilin skotin út við 30 árum