Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 20 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 5. partur Í sambandi við ­corona­ sjúkuna høvdu vit fýra partar um sponsku sjúku, sum herjaði frá 1918 og meira ella minni fram til umleið 1930. Tað var vist soleiðis, at allar líknandi umfarssjúkur blivu kallaðar spanska sjúkan. Nú corona framvegis merkir okkara gerandisdag, og lítið útlit er fyri einum skjótum enda, skal verða trivið eitt sindur aftur í søgu­na um sponsku sjúku. Tá ið skrivað er um eitt evni, so eru ofta áhugaðir lesarar, sum koma við íkøstum. Hesa ferð var tað Jógvan Frýdal, sum hevur sent okkum tveir stubbar um sjúkrahúsviðurskifti um hesa tíðina. Hóast teir ikki eru um sponsku sjúku. eru teir áhuga­verdir sum ein lýsing av tíð­ini tá. Bleiv koyrdur í selluna Tann fyrri stubbin er um pápa Jógvan, sum varð føddur í 1912, og sum fimm ára gamal varð innlagdur á “gamla hospital” í Havn. Tað hevur so verið um 1917. Hann hevur í eini ritgerð í sam­band við Fróðskaparsetrið greitt frá: Tá vegurin var stungin út av Kirkjubø og Velbastað til Havnar, búði verkfrøðingurin, Dyr, sum var dani, hjá okkum. Eg gekk við hesum monnum og válaði, og har mundi eg gera meg sjúkan og fekk hálssjúkuna difteri­tis. Eg varð borin til hospitalið í Havn innballaður í rekkiváðum. Tað stóð um lív. Heerup var lækni og hann sigur við faðir, hvat hann ætlar at gera við meg. Men faðir sigur nei, tí hann væntaði at missa drongin. So sigur Heerup: “Til seyð hava tygum betri skil, men á hesum havi so eg betri skil.” Um henda samrøðan er farin fram á gøtuføroyskum, og eg havi verið í nánd og hoyrt ella skilt álvaran, veit eg ikki, men eg segði: “Pápi, lat doktaran koma.” Tá gav pápi eftir og mundi hetta vera í evstu løtu, tí blóðið froysti út gjøgnum nasar og munn, og eg var við at kvalast. Hol varð sett niðarlaga á barkan. Eg minnist enn rørið, sum varð sett í holið á barkanum, hvussu luft­in ljóðaði, tá tey tóku hetta rør út at verða reinsað. Eg minn­ist, at eitt segl varð spent yvir songina, har eg lá. Eg fylti fimm ella seks ár har yviri á hospi­tali­num. Tá eg kom upp at ganga aftur var eg saman við einari gentu sum æt Tóra. Men seinni varð eg koyrdur í selluna við jarn­stongum fyri. Hetta var vegna smittuvandan, og sellan hevur verið tøk. Hetta var alt á gamla hospi­ tali­num, har sum skipasmiðjan nú er. Eg minnist so væl, hvussu havnar­børn, ið spældu uttan fyri róptu og veipaðu upp í vind­eyguni. Tey vistu, at sellan var fyri sálarliga sjúk fólk. Eg minnist konu Hans við Stein. Hon gekk út á hospitalið at vitja son sín, Sofus. Hon plagdi at geva okkum okkurt góðgæti. Vit høvdu ein bandstubba, sum vit drógu hetta upp við. Úr selluvindeyganum sóu vit húsini hjá Müller, og har uttan­ fyri koyrdi Júst Sivertsen, sum hevði fyrsta bil í Føroyum, við rossa­vogni. Heimið á Velbastað var roykt út við serligum lampum. Tað mundi væl vera fyri at drepa møguliga smittu. Tá ið Sakaris á Velbastað ikki slapp á fjall Hin søgan er úr handskrivaðu bók­ini Høvdið uppundan, hjá Hans Mikal Jacobsen av Kirkju. Bókin kom út í 1979. Fyri nærum 90 árum síðani lá ein smádrongur úr Fugloy á hospitalinum í Havn. Hann var sjey ára gamal og hevði skor­ ið seg av einum líggja. Inni í somu stovu, sum hesin smá­ drongur lá, lá eisini ein bóndi av Velbastað, hann at Sakaris. Hann hevði meitt seg í bæði knøini, so tað var ikki at bjóða til at fara á føtur hjá honum, men hann hevði ikki tol at liggja, nú fjalltíðin kom. Hann vildi sleppa upp, men har hjálpti einki. Hann kundi ikki ganga og mátti tí vera liggjandi. Tað var við ringum tannabiti, at Sakaris varð liggjandi og hin­ ir Velbastaðmenninir fóru á fjall. Skurðin róku so Velba­stað­ menn til Havnar at selja, men fyrst róku teir gonguna fyri dyrn­ar á hospitalinum, og har bundu teir seyðin niður. Síðan bóru teir Sakaris hvørt einstakt lamb inn fyri songina, so hann kundi síggja og handla lombini. Jógvan uppi á Reyni á Kirkju hevur sagt hesa søguna fyri mær. Hann var drongurin, ið skor­ið seg hevði av líggjanum. Margretha og Kristian Djurhuus fingu sponsku sjúkuna Kristian Djurhuus, fyrrverandi løg­maður, hevði eisini sínar roynd­ir av sponsku sjúku, sum hann greiddi frá: Spanska sjúkan gevur eisini síni minnir. Hetta var ein ring sjúka, sum kom at kennast í nærum øllum heimum í Havn, og tey vóru nógv, sum doyðu. Tað vóru dagar, tað var meira enn ein jarðarferð og neyvan ein vika uttan, at fleiri vóru. Vit sluppu heldur ikki undan. Mar­gretha var tann fyrra, sum gjørdist sjúk í 1918. Hetta var so tíðliga í tíðini, at læknarnir ikki vóru varir við, at sjúkan var kom­in til Føroya. Hetta var ein kaldur vetur, tá ið Johan varð føddur. Tað Corona herjar framvegis. Men spanska sjúkan herjaði eisini leingi. Hon var umrødd frá 1918 til 1930 SIÐSØGA Spanska sjúkan gjørdist drúgv Cellan. Í lægra bygninginum var vaktarstova og nátthús Her situr drongurin, ið endaði í celluni, trygt í fanginum hjá mammuni