hósdagur 1. oktober 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
22
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
T
að er ísakalt millum
venjaratoymini hjá
B36 og HB. Jákup á
Borg og Jens Berthel
Askou hava verið í hornatøkum
í loftmiðlunum fyrr í ár, og vant
andi virðingin fyri hvørjum
øðrum stendur við. Teir vóru
eisini avbera ósamdir eftir
dystin mánakvøldið, tá HB vann
2-1 á B36.
Berthel ákærir B36
fyri skitið spæl
Jens Berthel Askou fegnast um,
at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð
er eydnast HB at vinna allar
tríggjar landskappingardystir
nar móti grannunum úr B36 í
sama ári.
-Tað er eitt stórt úrslit. Hetta
er fyrstu ferð, at HB vinnur allar
tríggjar grannauppgerðirnar
móti B36. Tað eisini flott, at vit
halda høvdið kalt í dag og fáa løn
fyri at halda fokus á spælinum.
Tað eri eg eisini glaður fyri at
dómararnir sóu til seinast, sigur
venjarin hjá HB, sum rósar Kára
á Høvdanum fyri sítt avrik í
hendingaríku og dramatisku
grannauppgerðini.
- Kári á Høvdanum hevur ment
seg nógv í ár. Hann var eitt sindur
ótryggur at byrja við, men hann
er blivin betri at skilja í millum
hvat er hvat. Serliga tá dysturin
nærkast endanum og teir búrka
øll triks, sum ikki hava nakað
við fótbólt at gera, fyri at koppa
dystinum teirra veg. Tað hevur
eydnast teimum fyrr. Tá heldur
dómarin høvdið kalt og tað gera
mínir spælarar eisini. Tað skulu
teir hava rós, sigur venjarin hjá
HB, og verður spurdur um júst
hvat hann meinar við.
-Tað er alt møguligt. Teir vilja
fríspark, har tað ikki er í nærnám
ind at verða fríspark. Tú sær eisini
teirra stóra áleypara, sum teir
skifta inn. Hann ger ikki annað
enn at renna inn í okkara spælarar
og so tveita seg. Bæði tá tað er
deyðbóltar og í vanligum spæli.
Til seinast royndir Sebastian
Pingel tað sama, tá hann rennur
inn í Øssur Dalbúð og tveitur seg.
Tað er teirra spælarar, sum søkja
kontaktina og ikki umvent, sigur
venjarin hjá HB.
Her meinar hann við mest
umstríddu støðuna í dystinum,
tá Sebastian Pingel fer umkoll í
brotsteiginum í yvirtíðini, eftir
at hann og Øssur Dalbúð renna
saman.Á sjónbandaupptøkuni
hjá Televarpinum er ilt at meta
um støðuna, men har eru teki
num, um at Øssur Dalbúð skump
ar til áleyparan hjá B36. Hesum er
venjarin hjá HB ikki samdur í.
Nei, tað er greitt at Sebastian
Pingel hevur tikið avgerð um
at tveita seg áðrenn, sum hann
eisini plagar at gera, tá hann fer
í tvídystirnar. Hann hevur tikið
avgerð um at fara í nærdystin,
fyri síðani at tveita seg. Tú mást
gjarna brúka kroppin í fótbólti,
men tú ikki hevur til endamáls
at spæla bóltin, so skalt tú ikki
lønast fyri tað, sigur Jens Bert
hel Askou og leggur afturat:
Tað
eru
eisini
fleiri
eftirtaklingar og skitin ting,
sum Eli F. Nielsen ger í leypi av
dystinum. Tað hevur hann gjørt
allar tríggjar dystirnar vit hava
spælt móti teimum. Tað verður
ikki lagt til merkis, tí tað ikki eru
tíggju upptøkutól til dystin. Tað
skuldu vit standa ímóti og tað
vistu vit, sigur venjarin hjá HB.
Hann viðgongur tó, at hetta
var tann torførasta av teimum
trimum grannauppgerðunum.
Móti endanum av dystinum
skifti hann eisini Hørð Askham
inn og fór at spæla við trimum
í verjuni, tí trýstið frá B36 bleiv
so stórt.
-Vit eru ikki nóg neyvir í
spælinum hjá okkum og teir
trýsta okkum. Tí velja vit at
skifta spælaskipan, men teir
skulu hava kredit fyri at trýsta
okkum upp á teirra máta. Tað
duga teir væl og tað hevur riggað
væl hjá teimum í Evropa eisini,
sigur Jens Berthel Askou, sum
ikki vil tosa um stigatalvuna.
-Eg havi ikki hugt eftir henni,
men tað er givið at tað sær betri
tá vit vinna fótóltsdystir. Nú
fara vit at fyrireika okkum til
ein dyst móti Skála, sum tíbetur
verður í Havn, tí á Skála er ikki
lætt at spæla, sigur Jens Berthel
Askou at enda.
Jákup á Borg: Vit eiga
tvey brotsspørk
Venjarin hjá B36 er als ikki
samdur í útleggingini hjá Jens
Berthel Askou um brotsspørkini.
Eitt er umtalaða støðan móti
dystarenda, men tað er eisini
ein støða í fyrra hálvleiki, har
Heðin Hansen hevur hendurnar
á Sebastian Pingel, sum fer um
koll í brotsteiginum.
-Eg spurdi Sebastian Pingel
um tað fyrra, og vit síggja øll,
at hann sleppur framvið og hin
hevur tvær hendur í rygginum
á honum. Hann fellur kanska
nakað lætt, men tá hann so
ikki dømir tað næsta. Tá er
slett yvirhøvur ongin ivi. Øss
ur hyggur ikki eina ferð eftir
bóltinum. Hann hyggur bara
eftir Pingel. Og tú sær at
krossar beinini hjá Pingel og
teir detta, og tú sær aftaná at
tað er ein hond inn á kroppin
hjá Pingel, tá hann dettur. Tað
havi eg sæð eftir dystin og tað
er djúpt frustrerandi. Dómarin
og linjuverjin hava allar møgu
leikar at síggja støðuna, tí tað
er ein langur bóltur, sum verður
sparkaður fram. Hatta er bara
ikki gott nokk, sigur Jákup á
Borg, ið eisini vísur sína ónøgd
við dómaran, Kára á Høvdanum.
-Tað vísur seg, at tá hann
dømir okkum, so eru tað for
nógvar avgerandi støður, sum
vit koma at svíða fyri. Í dag
er ongin ivi um, at tað eru
tvey klokkuklár brotsspørk.
Eitt er brotsspørkini, men eitt
annað er støðurnar við longu
innkøstunum hjá okkum, har
vit vanliga eru vandamikilir,
men bara tað allarminsta var,
so bríkslar hann. Eg haldi tað
eru eini fýra, fimm ella seks
fríspørk hann dømir ímóti
okkum. Serliga móti endanum,
tá Ragnar Samuelsen verður
skumpaður aftur og fram. Hann
burdi fingið brotsspark, men tá
velur dómarin at steðga spæli
num og dempa menn. So skjótt
sum tað er kastað inn, so er tað
Ragnar, ið hevur gjørt fríspark
móti onkrum HB ara. Eg haldi
enn eina ferð, at hann ikki kem
ur væl frá tí, sigur Jákup á Borg,
sum viðurkennur at FM er farið
á hesum sinni.
-Møguleikin var lítið áðrenn,
og hann er minni nú, men tá tú
spælir við B36, so er tað nokk hjá
okkum og tað fara vit eftir. Tað
var umráðandi hjá okkum at fáa
trý stig í dag, men tá vit nú hava
serliga tvey sterk lið framman
fyri okkum í HB og KÍ, so fara
tey ikki at seta so nógv stig til
at vit kunnu innheinta tey. So
hetta er dekan og tíðliga at vera
úr FM-stríðnum, men vit hava
eitt pláss í Evropa at spæla um,
sigur venjari og leggur afturat:
-Eg eri stoltur av mínum
monnum í dag og vit gera nokk
til í minsta lagi ein javnleik, men
tað eru aðrir dystir, har vit eisini
hava tveitt stig vekk. Millum
annað hinar báðar grannaupp
gerðirnar, tá hava vit ikki verið
nóg nógv til staðar. Vit missa
eisini stig á heimavølli móti
NSÍ, har vit spæla sum einglar
og missa trý stig aftur her. Tað,
sum er til felags, er at tað er
sami maður, ið hevur floytuna,
sigur Jákup á Borg, sum eisini er
ónøgdur við at Kári á Høvdanum
kvittar við at geva honum gult
kort eftir dystin.
-Tað er eisini frustrerandi, at
dómarin aftaná dystin goymir
seg aftanfyri eitt gult kort, tá eg
fari yvir og sigi nøkur borgarlig
orð. Ja, tað var kanska uppiborið,
men hann má skilja støðuna vit
eru í. Hetta er katastrofa fyri
okkum og vit eru úti av FM. At
hann ikki dugur at seta okkum í
støðuna hjá okkum, men heldur
spælir arrogantur og setur seg
sjálvan í fokus, tað er bara mangul
upp á menniskjaligheit, sigur ein
vónbrotin Jákup á Borg.
Løgdu trýst á HB
Jákup á Borg iðrar seg um, at
B36 ikki fekk stig burturúr
grannauppgerðini. Teir eru við
allan dystin og tað er um reppið,
at teir fáa løn fyri stríðið. Írokn
að ferðina úr Bulgaria so seint
sum fríggjadagin, og at spælarar
sum Andrias H. Eriksen og
Magnus H. Jacobsen ikki eru við
vegna skaða, so kemur B36 væl
betri frá uppgávuni hesa ferð,
tá tær undanfarnu grannaupp
gerðirnar, ið HB vann 4-2 og 2-0.
-Eg irði meg eitt sindur, tí
vit leggja eitt gott trýst á HB,
men vit mangla at koma til teir
stóru málmøguleikarnar. Stefan
Radosavljevic hevur ein stóran
møguleikan, men skjýtur upp
um. Stórt rós til mínar menn,
tí teir royna veruliga. Serliga í
seinna hálvleiki. Vit leggja eitt
so gott trýst á teir, at sjálvt
hendan vælsmurda HB-maskin
an fekk tað torført. Tað sigur eitt
sindur og teir enda við at skifta
spælskipan. Tá fingu teir betri
tak á. Tað iðrar meg eisini, at
Teitur M. Getssson kann leggja
upp til eitt mál. Har skulu vit
avklára hatta betri. Vit eru ov
royndir til at lata slíkt henda,
sigur venjarin hjá B36, sum nú
vónar at vinna sær Evropa-
luttøku aftur komandi kapp
ingarár. Hann viðgongur at B36
innheintar ikki bæði HB og KÍ.
-Málsetningurin er at vita,
um vit ikki kunnu yvirhála eitt
av hesum liðnum, men eg vænti
ikki bæði raka ein aldurdal. Vit
fara eisini eftir tiðjaplássinum, tí
tað kann geva pláss í Evropa. Vit
skulu eisini gera okkum klárar
til steypakappingina. Vit røkka
ikki sama stigatali sum í fjør,
men vit vilja gjarna enda væl,
sigur Jákup á Borg.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, heldur at B36 spælir skitið
spæl, meðan venjarin hjá B36, Jákup á Borg, fúkandi ónøgdur
við avgerandi dømingarnar. Venjari hjá HB vil ikki tosa um FM,
meðan venjarin hjá B36 viðurkennur, at tað slagið er tapt
Jens Berthel Askou - Jákup á Borg:
RÚKANDI ÓSAMDIR
RÚKANDI ÓSAMDIR
VENJARAR
VENJARAR EFTIR
EFTIR
GRANNAUPPGERÐINA
GRANNAUPPGERÐINA