Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 23 Glenn Ståhl koyrdur: TRÓNDUR ARGE T að kom púra óvart á, at NSÍ týskvøldið boð­aði frá at Glenn Ståhl ikki longur er venjari í felagnum. Hann hevur góð tøl at vísa á, og gongd­in hevur verið á eini leið seinastu dystirnar, tó at nakrir sigrar hava verið plikt­sigrar. Eitt nú hevur bolt.fo gjørt eina uppgerð, ið vísur at Glenn Ståhl er tann venjarin, sum hevur fingið flest stig í miðal. Fleiri enn venjarar sum Guðjón Tórðarson, Sámal Erik Hentze, Jóhan Nielsen og Anders Gerber. Hartil er NSÍ á fyrsta sin­ ni komið víðari í Evropa, og lið­ið er framvegis í steypa­ kapp­ingini. Víst verður eisini í upp­gerðini hjá bolt.fo, at NSÍ hevur ongantíð latið so fá má inn sum í ár. At byrja við vildi leiðslan í NSÍ ikki gera nakrar við­merk­ ingar, men nú hevur Dánjal Han­sen, formaður í NSÍ, sett orð á brádliga venjaraskiftið í felagnum. Tað er sum gitt fyrr á In.fo, ósemja hvussu felagið skal taka næsta stigið. - Vit hava tosað saman um eitt framhaldandi samstarv, men eru bara ikki komnir til eina semju. Tí hava vt valt at steðga, heldur enn at halda fram og vera ósamdir, sigur Dánjal Hansen. Tað kom rættuliga óvart á, at NSÍ brádliga í gjárkvøldið boð­aði frá, at Glenn Ståhl ikki er venjari í felagnum long­ur. Hann hevði ein tvey ára sátt­ mála. - Vit ætlaðu nokk ikki, at tað skuldi verða so ógvusligt. Tá vit settu Glenn Ståhl var tað við tí fyri eyga, at hann skuldi verða venjari í tvey ár, men vit kundu ikki finna eitt felagsstev fyri framtíðina, sigur Dánjal Hansen. Vit gevast ikki í ár NSÍ liggur í løtuni á triðja plássi við 47 stigum fyri 21 dyst­ ir. KÍ hevur eitt stig færri fyri ein dyst færri á øðrum plássi. Við Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen sum fyri­bilsvenjarar er ætlanin at røkka Evropa aftur komandi ár. - Vit hyggja fyrst eftir seks teim­um seinastu dystunum í lands­kappingini og síðani steypa­kappingini. Evropa er málið og vit eru tætt upp á annað plássið. Vit eru ikki givn­ir fyri í ár, sigur Dánjal Han­sen. Sum skilst, so er ein orsøk til slitið millum NSÍ og Glenn Ståhl er, at svenski venjarin ynsk­ir ein fulltíðarvenjara aftur­at hópinum, og upp­rað­ festa onnur øki, so NSÍ kann verða kappingarført við HB og KÍ. Uttan at vilja gera við­merk­ ingar til smálutirnar mill­um NSÍ og Glenn Ståhl, so vísur Dánjal Hansen á, at tað er ikki lætt at reka eitt fót­bólts­felag. - Tað er rætt at vit komu víðari í Evropa í ár, men vit hava ikki trygt fyri, at vit koma í Evropa komandi kapp­ingar­ ár. Tað er eitt nú heldur ikki vist at, KÍ spælir í Evropa kom­ andi kappingarár. NSÍ legg­ur ikki kongin. Felagið ætlar at koma víðari og blíva sterk­ari, men vit blivu bara ikki samdir við Glenn Ståhl um hvussu. Eg einki ilt at bera hon­um, sigur Dánjal Hansen at enda. Tað verða Jens Martin Knud­sen og Poul Helgi Jacob­ sen, sum verða fyri­bils­venj­ ar­ar. Komandi dystur verður móti AB. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Skelkur í Runavík Glenn Ståhl er ikki longur venjari hjá NSÍ, hóast góð úrslit og sáttmála fyri komandi kappingarár. Nú hevur formaðurin í NSÍ givið eina forkláring NSÍ - Skála 4-1 (2-0) 1-0: Petur Knudsen 2-0: Petur Knudsen 3-0: Klæmint A. Olsen 3-1. Niels Pauli Danielsen 4-1: Klæmint A. Olsen Dómari: Petur Reinert NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jann J. Benjaminsen, Aron Knudsen (Jann Martin Mortensen, 64.), Betuel Hansen, Jesper F. Christjansen (Búi Egilsson, 81.), Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Steffan A. Løkin, 64.) Gul kort: Betuel Hansen, Oddur Højgaard Venjari: Glenn Ståhl Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg (Haraldur R. Højgaard, 68.), Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen – Poul Kallsberg, Niels Pauli Danielsen – Aksel B. Danielsen (Jóhan Bergsson Johansen, 58.), Ronni Møller- Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Heðin Klakstein, 34.) – Erland Berg Danielsen Venjari: Sorin Anghel TB – Víkingur 0-2 (0-2) 0-1: Bogi Reinert Petersen 3. 0-2: Ari Olsen 6. Dómari: Alex Troleis TB: Mads Altschuler – Jens Erik Bruhn, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah (Filip Obadovic, 70.) – Dánjal Godtfred, Rasmus Møller, Sebastian Kroner, – Nikolei Johannesen (Rógvi Joensen, 60.), Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson Gult kort: Samudeen Musah, Ndende Adama Guéye Venjari: Michael Winter Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Andreass Lava Olsen (Elias Lervig, 77.), Arnbjørn Svensson (Geza David Turi, 89.), Bogi Reinert Petersen, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 80.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen Gult kort: Sølvi Vatnhamar Venjari: Jóhan Petur Poulsen ÍF – EB/Streymur 1-1 (1-0) 1-0: Hans Jákup Lervig 43. 1-1: Bárður Olsen 87. Dómari: Rúni Gaardbo ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen (Jan Ó. Ellingsgaard, 54.), Tóri Nolsøe Olsen (Jóhan Petersen, 72.), Hákun Edmundsson, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Sámal Joensen – Gundur E. Petersen, Bogi Løkin (Pól Jákup Lundsbjerg, 67.), Hans Jákup Lervig – Uros Stojanov Gult kort: Karl Løkin, Tóri Nolsøe Olsen, Pól Jákup Lundsbjerg, Hákun Edmundsson, Sámal Joensen Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen (Gutti Dahl-Olsen, 57.) –– Bárður Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus – Tóki H. Johannesen, Rói H. Olsen (Arnbjørn Hansen, 46.), Símun Sólheim – Niklas T. Kruse (Bjarki Zachariassen, 72.) Gult kort: Mikkjal Hellisá, Rói H. Olsen, Rói Zachariasen Venjari: Jákup Martin Joensen Víkingur – AB 4-1 (3-0) – Útsettur dystur 1-0: Gunnar Vatnhamar 2-0: Sølvi Vatnhamar br 3-0: Olaf Bárðarson 3-1: Hans Jákup Annfinsson 4-1: Sjálvmál Dómari: Alex Troleis Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Bogi Reinert Petersen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 63.), Olaf Bárðarson (Andreas Lava Olsen, 63.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Tróndur J. á Høvdanum (Sørin Samuelsen, 46.), Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden, Jákup Pauli Breckmann (Ári Arge, 46.) – Gilli Róason, Rógvi N. Poulsen, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal (Hans Jákup Annfinsson, 74.) Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1 HB 21 18 1 2 64 18 46 55 2 KÍ 20 15 3 2 58 18 40 48 3 NSÍ 21 15 2 4 43 16 27 47 4 Víkingur 22 14 2 6 47 30 17 44 5 B36 19 13 1 5 55 26 29 40 6 ÍF 21 6 4 11 27 45 -18 22 7 EB/S 22 6 2 14 19 50 -31 20 8 TB 22 3 5 14 14 30 -16 14 9 AB 21 0 7 14 13 62 -49 7 10 SKÁLA 21 0 3 18 15 60 -45 3 Fakta 23. umfar og útsettir dystir: HÓSDAGIN 1. OKTOBUR: SKÁLA-B36 (19.00) ÚTSETTUR FRÁ 16. UMFARI LEYGARDAGIN 3. OKTOBUR: TB-ÍF (16.00) SUNNUDAGIN 4. OKTOBUR: HB-SKÁLA (12.30) EB/STREYMUR-B36 AB-NSÍ (13.00) MIKUDAGIN 28. OKTOBUR: VÍKINGUR-KÍ (ÚTSETT VEGNA EUROPA LEAGUE) Fakta 22.umfar: Tipping 21. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: VÍKINGUR-AB 1 (RÆTT) SKÁLA-B36 2 TB-ÍF X EB/STREYMUR-B36 2 AB-NSÍ 2 HB-SKÁLA 1 JÁKUP ÓSÁ: VÍKINGUR-AB 1 (RÆTT) SKÁLA-B36 2 TB-ÍF 1 EB/STREYMUR-B36 2 AB-NSÍ 2 HB-SKÁLA 1 TRÓNDUR ARGE: VÍKINGUR-AB 1 (RÆTT) SKÁLA-B36 2 TB-ÍF 1 EB/STREYMUR-B36 2 AB-NSÍ 2 HB-SKÁLA 1 STIGATALVAN: 1. JÁKUP ÓSÁ 76 STIG 2. TRÓNDUR ARGE 74 STIG 3. LEIVUR FREDERIKSEN 70 STIG